Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Læraravegleiðing

Enskt er eist stórt mál – eisini í Norðurlondum

Nógvar norðurlendskar fyritøkur hava valt enskt sum samtaksmál. Tað merkir, at alt samskifti fer fram á enskum – við hvørt eisini millum norðbúgvar. Á sama hátt er á universitetum og handilsskúlum. Tá búskaparfrøðingar, kt-tøkningar, læknar og professarar hittast, gerst tað natúrliga málið ofta enskt, hóast tey hava eitt annað felags móðurmál. Hægri lestur verður ofta hildin einans á enskum, og tey lesandi skulu skriva teirra uppgávur og ritgerðir á enskum.


 undefined

  

Í vinnulívinum verður enskt brúkt av ymsum orsøkum. Fyri at arbeiðið skal vera so effektivt sum møguligt, er neyðugt við einum felags samskiftismáli. Fleiri stórar fyritøkur virka uttanlands. Leiðslur og virkisbygnaðurin leitar sær serfrøði uttaneftir. Eisini tá norðbúgvar hittast, verður enskt ofta tað natúrliga valið, eftir sum finnar og íslendingar ikki hava tað so lætt, um samrøðan fer fram á skandinaviskum. Tað er altíð ein bági at tosa eitt annaðmál við ein, ið kann brúka sítt móðurmál. Við at velja enskt, sum er annaðmál fyri øll, gerst samrøðan meira jøvn. Men megna vit veruliga at siga tað, vit vilja, á enskum – ella mugu vit lata okkum lynda at siga tað, vit duga? Er ikki vandi fyri, at skapanarevnini fækkast, um vit ikki fáa loyvi til at orðbera okkum á okkara egna máli?

 

Spurningurin verður nógv umrøddur. At teir flestu norðbúgvarnir eru góðir til enskt, er sjálvandi jaligt, men tað eru eisini vansar. Summi halda, at norðbúgvar hava eina blinda trúgv upp á teirra ensktkunnleikar. Tey halda millum annað, at norðurlendskir granskarar hava eitt barnsligt mál, tá teir leggja sínar ritgerðir fram. Um enskt verður tað einasta málið, ið verður brúkt á hægri lærustovnum, er tað sannlíkt, at tey skandinavisku málini gerast trupul at brúka í ávísum samanhangum. Tá læknar, búskaparfrøðingar, kt-teknikarar hittast, er tað ikki vist, at tey kunnu tosa teirra norðurlendska móðurmál saman, eftur sum tey hava fingið alla sína útbúgving á enskum. Tey serligu orðini og hugtøkini, ið verða brúkt innan júst teirra starvsøki, finst kanska als ikki á nøkrum skandinaviskum máli. Hetta fyribrigdið verður javnan kallað umdømismissur – t.v.s. at eitt mál ikki virkar fult út í ávísum samanhangum.


            

 undefined 

 

Eitt annað sjónarhorn er tað fólkaræðisliga. Nú á døgum er jú neyðugt við góðum kunnleika til enskt fyri at klára seg í samfelagnum. Ein partur av fólkinum – serliga tað eldra ættarliðið – hevur tó ikki havt somu møguleikar at læra enskt, og summi hava tí sera avmarkaðar kunnleikar. Nógv fólk eru í vanda fyri at verða útihýst, tí enskt verður brúkt í so nógvum samanhangum.

 

Sum tað mesta í lívinum, hevur enska ávirkanin ikki eina eintýdda góða ella ringa síðu. Tað kunnu sjálvandi vera fyrimunir við, at enskt verður brúkt í fleiri førum. Jú meira enskt vit duga, tess betri klára vit okkum úti í heimi. Tey norrønu málini eru smá, og vit mugu læra okkum onnur mál eisini. Fleiri og fleiri fyritøkur leita sær eisini út í Evropa og heimin. Fólk ferðast og førka seg tvørtur um landamørk. Og um norðurlendskir granskarar skriva á enskum, merkir tað jú, at fleiri fólk fáa møguleika at fáa lut í, hvat tey koma fram til. Vit fáa møguleika at vera við á altjóða leikpallinum. Kanska er umdømismissur, fólkaræðisligir trupulleikar og ein størri ella minni frábrigdismissur í málinum, tá ein norðbúgvi ikki tosar sítt móðurmál, tann prísurin, vit eru noydd til at gjalda?

 

Høvundur: Fredrik Harstad

Skrivað ár: 2012

Teknari/Mynd: Norden i Skolen