Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Læraravegleiðing

Mál í Norðurlondum – stór ella smá?

Kanska heldur tú, at svenskt, norskt, danskt og hini norðurlendsku málini eru smá mál – og ja, sammett við kinesiskt, enskt, spanskt, hindi og fleiri av hinum risunum, hava norrrønu málini ikki nógv at koma við. Á einum topplista yvir heimsins mál, enda svenskt, norskt, danskt og finskt á einum plássi umleið hundrað. Íslendskt, føroyskt, grønlendskt og sámiskt liggja nógv longur niðri á listanum.

 

 undefined

 

Í altjóða høpi hava vit sjáldan gagn av at duga eitt norðurlendskt mál. Tá vit ferðast uttanlanda ella hitta fólk uttan fyri Norðurlond, verða vit noydd til at brúka eitt av teimum stóru heimsmálunum, ofta enskt. Eitt slíkt mál plaga vit at kalla fyri lingua franca, ið sipar til tað málið, ið verður tikið í brúk, tá fólk við ymsum móðurmálum vilja tosa saman. Tað mest vanliga lingua franca í okkara parti av heiminum, er enskt.

 undefined

 

Men vit kunnu eisini venda grundgevingini við. Tá alt kemur til alt, so er eitt pláss umleið nr. 100 ikki so galið. Tað er umleið 6.000 mál í heiminum, so flestu teirra eru munandi minni enn tey størstu málini í Norðurlondum. Sammett við til dømis liviskt, mansjuriskt og pitesámiskt, sum eru trý av teimum fleiri hundrað málunum, sum høvdu undir 100 brúkarar við endan av 2012, eru norðurlendsku málini stór og støðug. ST-felagsskapurin UNESCO heldur, at umleið helmingurin av heimsins málum eru hótt og doyggja út innan fyri eitt ella tvey ættarlið. Henda hóttan hvílir ikki yvir svenskum, norskum, donskum og íslendskum. Tað verður skrivað og samskift ein rúgva á hesum málum hvønn dag. Tey verða tosað á universitetum, skúlum og í fyritøkum. Tey verða brúkt til brøv, yrkisbøkur, fagurbókmentir og nógvar aðrar tekstir. Tað eru mállærubøkur og orðabøkur, ið lýsa, hvussu málið sær út. Eitt nýtt ættarlið av norðbúgvum fær eitt norðurlendskt mál sum móðurmál, og tey koma eftir øllum sannlíkindum at føra málkunnleikan víðari til teirra børn. Soleiðis er tað hinvegin ikki fyri liviskt, mansjuriskt og pitesámiskt.

 

Framvegis halda nógv tó, at skandinavisku málini eru hótt. Finst ein slík hóttan?

Høvundur: Fredrik Harstad

Skrivað ár: 2012

Teknari/Mynd: Norden i Skolen