Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Læraravegleiðing

Málið má broyta seg – annars doyr tað

Um tú sært ein gamlan film í svart-hvítum ella lesur eina skaldsøgu frá 1800-talinum, so leggur tú óivað merki til, at málið tá ikki er tað sama sum í dag. Tað eru sjálvandi stórir líkleikar, men eisini stórir munir. Tú kennir kanska ikki fleiri av orðunum. 

 

undefined

 

Nógv halda, at tað er spell, at málið broytist. Serliga eldri fólk plaga at gremja seg um, at málið forferst, og at tað var betri fyrr. Men tað er trupult at varðveita eitt mál. Hinvegin skal málið broyta seg fyri at kunna fylgja samfelagsmenningini.

 

So hvat óttast vit? Ja, við hvørt er tað mátin, sum tey ungu brúka okkara mál, ið er orsøk til stúran um, at málið verður oyðilagt, og til aðrar tíðir er tað ávirkanin av útlendskum, sum fær skyldina. Men tað ber eisini til at síggja tað á tann hátt, at bæði ung og fremmandamál ríka málið við nýggjum, kreativum loysnum. At ung royna málmørkini av, er kanska heldur ein trygd fyri, at málið verður hildið sunt og livandi – og hóast eina lutfalsliga stóra fólkainnflyting úr Iran, Turkalandi, Balkan og fleiri arabiskum málum, hevur málið hjá innflytarunum ikki ávirkað skandinavisku málini í serliga stóran mun. Tað er satt, at vit hava fingið orð, sum kebabpizzasushikung fu og moska, men nógv meira enn einstøk orð um mat og tjóðfrøðilig fyribrigdi er tað ikki blivið til.

 

Tað, sum hinvegin órógvar nógvar málgranskarar, er sterka støðan hjá enskum í Norðurlondum. Er orsøk til at óttast? 

 undefined

 

Høvundur: Fredrik Harstad

Skrivað ár: 2012

Teknari/Mynd: Norden i Skolen