Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Læraravegleiðing

Norrøn mál – hví tað?

Í kunngerðini hjá skúlunum stendur, at tú skalt nema tær kunnleika til tey norðurlendsku grannamálini. Hví tað? Hví hava grannamál týdning? Tað finnast nógvar sterkar grundgevingar.

 undefined 

 

Her eru nøkur teirra:

  

 

1.

 

Svenskt, norskt og danskt eru mál, ið hava nógv til felags. Kanst tú eitt teirra, nýtist tær ikki at kýta teg fyri at skilja hini. Tað er nóg mikið við venjing í nakrar tímar. Sammet tað við, hvussu trupult tað er at læra onnur mál. Enskt, franskt, spanskt... tað krevur mállestur í fleiri ár, innan tú gerst skiljandi.

 

 

2.

 

Endamálið við norrøna málfelagsskapinum er, at tú tosar títt móðurmál – samstundis sum tú gert teg skiljandi fyri onnur, ið eisini tosa teirra móðurmál. Tær nýtist altso ikki at læra at tosa øll skandinavisku málini. Tað er nóg mikið, at tú lærir at skilja tey. Øll fólk orða seg meira margbroytt á sínum móðurmáli enn á einum máli, tey hava lært seg seinni í lívinum.

 

 

3.

 

Tað eru yvir 20 milliónir fólk, sum tosa og skilja eitt skandinaviskt mál. Kanska kemur tú at lesa ella arbeiða í einum øðrum norðurlandi í framtíðini. So fært tú brúk fyri norðurlendska málfelagsskapinum. At skilja onnur skandinavisk mál letur upp fyri umheiminum.

 

 

4.

 

Norðurlond eru okkara nærumhvørvi, okkara heimavøllur. Tað ríkar okkum at læra meira um okkara nærmastu grannar – og so er málið ein týðandi lykil. Tí skaðar tað ikki, um tú eisini vísir áhuga fyri hinum málunum í Norðurlondum, so sum finskum íslendskum, føroyskum, grønlendskum og sámiskum. Tær nýtist sjálvandi ikki at læra hesi mál, men tú kanst læra teg eitt sindur um tey!

Høvundur: Fredrik Harstad

Skrivað ár: 2012

Teknari/Mynd: Norden i Skolen