Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Læraravegleiðing

Tey skandinavisku málini líkjast

Ein og hvør dugir at síggja, at svenskt, norskt og danskt líkjast. Umleið 90% av orðatilfeinginum er tað sama – eisini málfrøðisliga eru málini uppbygd á sama hátt. Frágreiðingin er, at skandinavisku málini stava frá sama frummáli. Málini eru heilt einfalt í familju.

 

undefined

 

Danskt, norskt, svenskt, íslendskt og føroyskt eru dømir um mál, ið eru nær í slekt. Longri afturi í málsliga ættartrænum finna vit týskt, franskt og enskt, meðan persiskt, russiskt og hindi hoyra til tey fjarastu ”skyldfólkini”. Men skyld eru tey hóast alt. Familjan, ið sameinir hesi málini, er tann indoevropeiska. Umleið helmingurin av øllum fólkum tosa eitt indoevropeiskt mál, hóast milliardamálið mandarin hoyrir til ta sinotibetansku málfamiljuna. Eitt annað ovurstórt mál er tað afro-afrikanska. Tað er ein familja, sum er í framgongd í Norðurlondum, av tí at vanlig innflytaramál, so sum arabiskt, tigrinja, somaliskt og hausa eru afro-afrikansk. Finskt er hinvegin ikki í familju við nakað av teimum skandinavisku málunum. Nærmasta slektin hjá finska málinum er estiskt og sámiskt, men eisini ungverskt hoyrir til hesa málfamiljuna, ið verður kallað uralsk mál.

 

Tað er lætt at síggja, at danskt, norskt og svenskt eru í familju, og at finskt ikki er. Men hvat sameinir tey skandinavisku málini við persiskt og russiskt? Hvat er tað, ið avgerð, hvørji mál eru í familju? Nógvir málgranskarar halda, at øll indoevropeisk mál hava ment seg frá einum felags frummáli. Sambært tí ástøðinum varð sostatt tosað eitt slag av indoevropeiskum máli fyri ógvuliga langari tíð síðani, men ongin veit hvar, nær ella hvussu tað ljóðaði. Men tað ber framvegis til at finna felags eginleikar í teimum málum, sum eru í familju. Tað kunnu vera líkleikar í grundleggjandi orðafarinum, mállæruni og orðaraðnum. Sammet til dømis hesi orðini frá enskum, týskum, fronskum, russiskum og finskum:


 undefined

 

 

Sært tú, at enskt, týskt, franskt og russiskt er í familju, men at finskt ikki er?

Høvundur: Fredrik Harstad

Skrivað ár: 2012

Teknari/Mynd: Norden i Skolen