Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Læraravegleiðing

Tey skandinavisku málini – uttanífrá

Ein bólkur av útlendskum studentum er savnaður í einum flokshøli. Tey koma frá øllum heraðshornum – Japan, Brasil, Turkalandi, Týsklandi, USA, Suðurafrika, Kekkia... og hava eitt til felags. Tey vilja læra meira um Skandinavia og skandinavisku málini.

 

Tað eru fleiri orsøkir til at læra eitt skandinaviskt mál. Fleiri av studentunum eru her, tí tey hava skandinaviska unnustu. Onnur eru komin fyri at arbeiða ella lesa.

 

”Eg eri lesandi í friðar- og ósemjugransking”, sigur John úr USA. ”Skandinavia hevur eitt gott umdømi innan mítt starvsøki”.                  

 

Roshni úr India er her orsaka av sínum starvi:

”Eg arbeiði sum ráðgevi fyri eina kt-fyritøku. Nú havi eg fingið ein trý-ára sáttmála í Skandinavia, og skal ferðast millum Oslo, Keypmannahavn og Stockholm. So er tað gott at vita eitt sindur um málið”.

 

Onnur í bólkinum halda bara, at Skandinavia er eitt eksotiskt og spennandi stað at ferðast til.

”Eftir miðnám vildi eg lesa okkurt óvanligt, okkurt sum ongin av mínum floksfeløgun valdi”, fortelur Elisabeth frá Italia. ”Tað gjørdist skandinavistikkur. Eg havi altíð verið áhugað í máli og mentan. Skandinavia er spennandi, og tó so nær”.

undefined

 

 

Er tað trupult at læra eitt skandinaviskt mál?

”Tað er nokk hvørki truplari ella lættari enn onnur mál”, sigur Gizem úr Turkalandi, ”men tað eru nakrar serheitir, ið geva trupulleikar”.

Til dømis er orðaraðið serligt. Sammett við enskt – ið altíð hevur beinleiðis orðarað – fáa tey skandinavisku málini eitt viðvent orðarað, um tað er okkurt annað enn grundliðurin, sum byrjar setningin. Tað eitur: ”Jeg lærer sprog i min fritid”, men ”I min fritid lærer jeg sprog”, við sagnorðinum áðrenn grundliðið.

Í meira fløktum setningum gerst tað enn meira trupult, sum til dømis trupulleikar við hvussu ein skal seta hjáorð sum ”måske”, ”nogle gange” og ”ikke”.

- Hví er tað rætt at siga ”Jeg kender hende ikke”, men skeivt at siga ”Jeg kan lide hende ikke"? Og er tað munur á setningunum "Jeg kender hende ikke" og "Jeg kender ikke hende"? Tað er trupult at staðseta øll orðini rætt. Tað er stórur munur, sammett við t.d. japanskt ella turkiskt. 

 

”Á japanskum seta vit sagnorðið aftast”, sigur Ayaka, og Gizem er samdur: ”Tað er tað sama á turkiskum”.

 

John úr USA heldur, at fleirtalsendingarnar eru truplar:

”Tit hava so mangar endingar til at orða fleirtal, sum -er, -or, -ar, -r og -n. Nøkur orð hava als onga ending. Eg skilji ikki, hví tit ikki kunnu gera sum á enskum og seta –s eftir øll navnorð”.

 

”Á kinverskum er tað enn meira einfalt”, sigur Yi. ”Har hava vit ongar fleirtalsendingar yvirhøvur”.

”Heldur ikki á japanskum”, sigur Ayaka.
 undefined 

Tey skandinavisku málini eru ótrúliga eins. Hvussu sæst munur á svenskum, norskum og donskum?

 

- Svenski teksturin er lættast at eyðmerkja. Teksturin er fullur í prikkum, takka verið øll ä'ini og ö'ini. Í norska og danska tekstinum eru ongir prikkar. Haruframt eru tað fleiri a’ir í tí svenska tekstinum, til dømis í fleirtalsendingum á navnorðum sum bilar, pojkar og fiskar.                                                         

  

Tað er truplari at kenna mun á norskum og donskum, men tað ber til at síggja tað á hjáljóðunum.                                                                                             

- Danskt hevur ofta bleyt hjáljóð – so sum b, d og g – meðan norskt hevur hørð – sum p, t og k.

 

At tað er stríðið vert, eru tey lesandi samd um.

”Tey skandinavisku málini eru frálík at læra”, siga tey. ”Tað er ongin harheima, sum dugir norskt, danskt og svenskt. Vit fáa ein førleika, sum ongin annar hevur.” 

Høvundur: Fredrik Harstad

Skrivað ár: 2012

Teknari/Mynd: Norden i Skolen