Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Læraravegleiðing

Um íslendskt

Floksstig: 4.-6. flokkur 7.-10. flokkur Lærugrein: Færøyskt Lærumál: Vitan um norðurlendsk mál Høvuðsevni: Norðurlandamálin Evni: Íslendskt Slag: Tekstur

Mál: Íslendskt

Tal av fólkum, ið tosa málið: Uml. 320.000

Útflutningsorð: geysir og berserkur

Hvussu tey heilsast: Hæ, Halló ella Góðan daginn

Truplast at siga: Það fer nú að verða verra ferðaveðrið (Tað fer nú at vera verri verðaveður)

 

  

Íslendska stavraðið

Eitt, ið skilir íslendskt frá teimum skandinavisku málunum, er talið av bókstavum í stavraðnum – teir eru 32, hóast hvørki c, q, z ella w eru við. Fleiri sjálvljóð hava skákbrodd, sum í orðunum ’árum’, ’rót’ og ’þúsund’, og verða framborin á serligan hátt. ’Á’ skal framberast sum tvíljóðið /au/, ’ó’ skal framberast sum /ou/ og ’ú’ líkist tí svenska o. Finnið sjálvi dømir í íslendsku orðabókini og lurtið eftir framberingini.

 

Harafturat hevur íslendskt tvey tekn, sum ikki eru í skandinaviska stavraðnum. ’Ð’ (edd) kenna vit, og so ’þ’ (thorn). Meðan edd er eitt frábrigdi av bókstavinum d, er thorn ein leivd frá gamla rúnarstavraðnum. Tað varð eisini brúkt í enskum eitt skifti fyri at frámerkja th-ljóðið í orðum sum ’think’ og ’thing’. Meðan ljóðið ikki finst í skandinaviskum málum, hevur tað týdning í íslendskum. Tí yvirlivdi bókstavurin, tá íslendingar fóru yvir til latínska stavraðið.

 

 

Sí film um íslendskt 

 


Íslendskt broytist… spakuliga

Íslendskt er málið, ið mest líkist tí fornnorrøna málinum, ið tey tosaðu í øllum Norðurlondum fyri túsund árum síðan. Ein íslendingur skilir lættliga tekstir frá 1200-talinum. Mállæran er so at siga óbrtoytt – til dømis hevur íslendskt framvegis – eins og føroyskt – fýra føll (hvørfall, hvønnfall, hvørjumfall og hvørsfall). Hetta merkir, at navnorðsendingarnar eru munandi fleiri enn í skandinavisku málunum. Bendingin av navnorði er ikki tengd einans av falli, men eisini kyni (kallkyn, kvennkyn og hvørkikyn) og um bendingarmynstrið er sterkt ella veikt. Harumframt broytist bendingin av binding og í fleirtali. Sostatt eru ótrúliga nógvar endingar. Tann, ið vil læra íslendskt, má dríva á.

 

Tað eru nógvar orsøkir til, at íslendskt hevur broytt seg spakuligari enn svenskt, norskt og danskt. Ein orsøk er, at íslendskt verður talað á eini oyggj, ið hevur verið fjarskotin gjøgnum søguna. Málið hevur ikki verið útsett fyri útlendskari ávirkan á sama hátt. Ein onnur orsøk er, at trupla bendingarmynstrið ger íslendskt minni móttøkuført fyri lániorðum. Tað er trupult hjá fremmandum orðum at vinna inn. Ein triðja orsøk er, at nógvir íslendingar verja um teirra mál og vilja varðveita tess uppruna skap.

 

 

Íslendsk orð heldur enn lániorð

Tá íslendskt fær brúk fyri nýggjum orðum, verða nýggj íslendsk orð smíðað, við hvørt við at gomul orð verða tikin í brúk í nýggjum týdningi, ella við at útlendsk orð verða týdd beinleiðis til íslendskt. ’Sími’ merkir til dømis ’tráður’. Tá telefonin gjørdist vælumtókt í byrjanin av 1900-talinum, varð orðið ’sími’ brúkt og seinni – tá fartelefonirnar komu – ’farsími’. World wide web – t.e. www – eitur 'veraldarvefurinn' á íslendskum, sum beinleiðis týtt merkir ’veraldar-nótin’.

 

Men sjálvt ikki íslendskt sleppur heilt undan lániorðum. Tað eitur til dømis 'blogg' og 'videó' á íslendskum. Ein konservativur málverji kann kalla eina pizza fyri eitt flatbreyð, men tað orðið hevur ikki vunnið frama hjá vanliga fólkinum. Heldur ikki íslendski stavihátturin, pitsa, tykist at vinna frama. Flestu pizzaria í Reykjavík borðreiða framvegis við ’pizza’ við tveimum z’um.

 

Her eru sjey dømi um nýyrði á íslendskum. Tit kunnu leita fram fleiri á netinum:

  

Telda

tölva (av völva og töl, ið merkja spákona og tøl)

Demonstrera 

halda kröfugöngu (kravgonga – eins og á føroyskum)

Helikoptari

þyrla (snúra – eins og á føroyskum, tyrla)

Kontór

skrifstofa (skrivstova – eins og á føroyskum)

Teatur

leikhús (eins og á føroyskum)

Pass

vegabréf (vegbræv)

Margarin

smjörlíki (smørlíki)

 

 

Sammet málini

Hesin teksturin er týddur til øll norðurlendsku málini. Finn líkleikar og munir við at trýsta runt á síðunum um málini. Her er íslendska útgávan:

 

Svíar, Norðmenn og Danir skilja hver annan nokkuð auðveldlega. Þeir eiga í meiri vandræðum með íslensku, þrátt fyrir að íslenskan líkist skandinavíska málinu sem talað var fyrir þúsund árum. Nánasti ættingi íslenskunnar er færeyskan, en tungumálin líkjast þó hvort öðru ekki svo mjög, að Íslendingur geti skilið Færeying án vandræða.


Finnskan minnir á eistnesku, en á einnig ýmislegt sameiginlegt með samísku. Í bæði finnsku og samísku, getur maður til dæmis myndað löng orð með því að bæta beygingarendingum við rót orðsins. Það er samt grænlenskan sem er í sérflokki hvað varðar löng orð. Meðan önnur tungumál nota heila setningu nægir stundum eitt grænlenskt orð.

 

 

Fyri tey, ið ikki kenna íslendskt, er teksturin trupul at skilja. Tú kennir nøkur av orðunum. "Fyrir þúsund árum síðan" merkir ”fyri túsund árum síðani”. Tjóðareykennini eru tey somu sum okkara, men verða skrivað við stórum á íslendskum.

 

Eru onnur orð, sum tú skilir? Hvat hvat heldur tú, at ”nánasti” merkir? Ella ”auðveldlega”?

Myndir

is.png