Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Læraravegleiðing

Um danskt

Floksstig: 4.-6. flokkur 7.-10. flokkur Lærugrein: Færøyskt Lærumál: Vitan um norðurlendsk mál Evni: Danskt Slag: Tekstur Høvuðsevni: Norðurlandamálin

Mál: Danskt

Tal av fólkum, ið tosa málið: Uml. 6 milliónir

Útflutningsorð: Bilur og Jante

Soleiðis heilsast tey: Hej og Goddag

Truplast at siga: Rødgrød med fløde

 

 

Danskt sum móðurmál og annaðmál

Danskt er ikki einans móðurmál fyri uml. 5 milliónir danir – tað er eisini eitt týðandi annaðmál í Íslandi, Føroyum og Grønlandi. Her skulu allir skúlanæmingar læra danskt sum fremmandamál. Serliga í Føroyum stendur danskt sterkt. Nógv ung í Føroyum lesa heldur bøkur á donskum enn á teirra egna móðurmáli. Danskt er eisini eitt týðandi minnilutamál í norðara parti av Týsklandi. Uml. 50.000 fólk hava danskt sum móðurmál í týska landslutinum Suðurslesvig.

 

 

Danski framburðurin

Danskt er tað málið, sum aðrir norðbúgvar hava størstar trupulleikar við – og høvuðsorsøkin er danski framburðurin. Ein frágreiðing er, at tað er stórur munur millum talu- og skriftmál. Endingar og ljóðveik stavilsi hvørva oftani, tá danskt verður borið fram, og tað ger tað trupult at hoyra nær eitt orð byrjar og endar. Lurta til dømis eftir adoptere og kage við at trýsta á orðini. Tað gevur ikki bert trupulleikar hjá øðrum norðbúgvum. Kanningar vísa, at trý ára gamlir danir hava lært munandi færri orð, enn javngomul í eitt nú Noregi og Svøríki, og at danskir skúlanæmingar hava eina truplari uppgávu fyri framman, tá tey skulu læra seg at lesa og skriva á teirra egna máli.

 


Sí film um danskt

 

             

Danskt hevur nógv tøkuorð

Ensk tøkuorð streyma inn í øll tey norðurlendsku málini, men rákið er, at ensku orðini í størri mun varðveita teirra uppruna ensku útsjónd í donskum, herundir málfrøðiligar bendingarendingar og stavseting. ’Computer’, ’weekend’, ’speaker’ og ’teenager’ eru dømi um orð, ið kunnu brúkast á donskum, men sum verða broytt til norðurlendsk orð á norskum og svenskum. Eisini søguliga hevur danskt verið dúgligt til at læna frá øðrum málum. Orð sum ’bange’, ’borger’, ’angst’ og ’alene’ tildømis stava frá streyminum av týskum tøkuorðum, sum nógv komu inn í málið í 1600-talinum.

 

 

At telja á donskum

Tá ein dani fer at telja, hava aðrir norðbúgvar trupult við at fylgja við. Men tað er í veruleikanum bert fimm orð, ið volda trupulleikar, nevniliga ’halvtreds’, ’tres’, ’halvfjerds’, ’firs’ og ’halvfems’. Tey kunnu virka óskiljandi, men hava ein logiskan uppruna. Danska talskipanin byggir nevniliga á ’tyve’ og ’tyve’ á donskum eitur ’snes’ í eintali og ’snese’ í fleirtali. Tá danir siga ’tres’, er tað ein samanrenning av ’tre snese’, meðan ’firs’ er ein samanrenning av ’fire snese’. ’Halvtreds’ merkir sostatt tríggjar sneisir minus eina hálva sneis. Skilir tú logikkin? Annars mást tú læra orðini uttanat:

 

20: tyve
30: tredive
40: fyrre
50: halvtreds
60: tres
70: halvfjerds
80: firs
90: halvfems
100: hundrede

 

 

Hvussu skilir ein danskt? 

Ein av stóru trupulleikunum við donsku framsøgnini er, at tað oftast bert eru herd orð, ið verða markað týðuliga í talumálinum. Óherd stavilsi eru trupul at fanga hjá teimum, ið tosa svenskt ella norskt. Fleiri sjálvljóð verða søgd ymiskt á donskum og svenskum. Eitt langt a á donskum ljóðar sum eitt svenskt ä, og u á donskum verður sagt nærri sum eitt svenskt o. Lurta til dømis eftir líkleikanum á teimum fyrstu sjálvljóðunum í tí danska saga og tí svenska städa við at trýsta á orðini. Um eitt orð byrjar við g ella k, skal tað altíð framberast við g- ella k-ljóði. Sammet tað danska kæreste við tað svenska käresta  við at trýsta á orðini. Sjálvljóðini í samansetingum sum sk-, skj- og stj- verða øll framborin og ikki eins og á svenskum stytt til eitt sje-ljóð. Lurta til dømis eftir danska orðinum sjæl og tað svenska själ.

 

                  

Sammet málini

Hesin teksturin er týddur til øll norðurlendsku málini. Finn líkleikar og munir við at trýsta runt á síðunum um málini. Her er danska útgávan:

 

Svenskere, nordmænd og danskere forstår hinanden rimelig godt. De har større problemer med islandsk, selvom islandsk ligner det skandinaviske sprog, som taltes for tusind år siden. Nærmest beslægtet med islandsk er færøsk, men sprogene er ikke så ens, at en islænding forstår en færing uden problemer.


Finsk minder mest om estisk, men det har også ligheder med de samiske sprog. I både finsk og samisk kan man for eksempel danne lange ord ved at tilføje bøjningsendelser til stammen af ordet. Men når det gælder lange ord er grønlandsk i en klasse for sig. Hvor andre sprog behøver en hel sætning, rækker det til tider med et enkelt grønlandsk ord.

 

Í danska tekstinum eru nógv b, d og g, meðan svensku og norsku tekstirnir ístaðin brúka p, t og k. Vit plaga at siga, at danskt heldur vil hava bleyt hjáljóð, meðan norskt og svenskt heldur vilja hava hørð hjáljóð. Munurin hoyrist aftur í framsøgnini.

 

’Gælder’ verður stavað við g eins og á svenskum, meðan norskt nýtir gj-. Men í mun til bæði svenskt og norskt skal danska orðið framberast við herdum g-ljóði (ístaðin fyri eitt j). G- í byrjanini av donskum orðum er altíð hert.

 

’Problem’ í fleirtali er – eins og á norskum – ’problemer’. Á svenskum vantar fleirtalsendingin fyri munandi fleiri navnorð enn á donskum og norskum. Á donskum eitur tað fyri tað mesta ’hinanden’ (hóast ’hverandre’ eisini verður brúkt viðhvørt), á svenskum ’varandra’ og á norskum ’hverandre’. Á eldri skandinaviskum var munur á ’hinanden’ og ’hverandre’: Tey heilsaðust ’på hinanden’ um tey vóru tvey, men ’på hverandre’, um tey vóru trý ella fleiri. ’Hverandre’ var sostatt fleirtalssniðið, ið vann frama á svenskum og norskum, meðan ’hinanden’ vann frama á donskum.

Myndir

dk.png