Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Læraravegleiðing

Um føroyskt

Floksstig: 4.-6. flokkur 7.-10. flokkur Lærugrein: Færøyskt Lærumál: Vitan um norðurlendsk mál Høvuðsevni: Norðurlandamálin Slag: Tekstur Evni: Føroyskt

Mál: Føroyskt

Tal av fólkum, ið tosa málið: Uml. 75.000

Útflutningsorð: Grindahvalur

Hvussu tey heilsast: Hey, góðan dag

Truplast at siga: Eitt heitt, nýbakað byggbreyð

 

 

Føroyskt er eitt ungt skriftmál

Í endanum av 1700-talinum vórðu nakrir tekstir skrivaðir á føroyskum, ein lutfalsliga stór orðabók við donskum og latínskum týðingum varð gjørd, og fleiri kvæði og annar skaldskapur, ið hevði livað á mannamunni í fleiri ættarlið, vórðu skrivað niður. Um tað mundið var einki alment føroyskt skriftmál. Hvør skrivari hevði sína egnu stavseting, sum fyri tað mesta bygdi á ljóðligu meginregluna. Royndir vórðu gjørdar við at seta á stovn eitt føroyskt skriftmál, men ikki fyrr enn í 1846 við uppskoti V. U. Hammersheimbs til rættskriving, ið hevði málsøguligar røtur, gjørdist føroyskt tað, vit kenna í dag. Tað gingu nøkur ár áðrenn føroyska skriftmálið fekk størri útbreiðslu. Høvuðsorsøkin var, at føroyska fólkið um tað mundið so at siga bert samskifti munnliga, ongir veruligir skúlar vóru í landinum, og alt dagligt samskifti og mentanarfrásøgn á føroyskum gekk fyri seg av mannamunni. Nakað øðrvísi var samskiftið við myndugleikarnar og prestastættina, har málið var danskt. Tí hevði danskt støði sum alment mál, bæði í skúla og í almenninginum, heilt fram til um miðjuna av 1900-talinum. Føroyskt gjørdist ikki mál í skúla og almennari umsiting fyrr enn eftir annað heimskríggj.

 

Føroyskt er eitt norðurlendskt mál. Í skrift líkist føroyskt nógv íslendskum, hóast ávísir munir eru í orðatilfeinginum, sum eisini hevur nógv til felags við skandinavisku málini. Í framburði hevur føroyskt síni heilt serligu brøgd, og hevur t.d. ment fleiri tvíljóð, sum ikki finnast í grannamálunum.

 

Sí film um føroyskt

 

Føroyskt - eitt norrønt mál

Føroyskt er tað minsta av teimum norrønu málunum. Roknað verður við, at umleið 70.000 fólk tosa føroyskt, harav umleið 49.000 búgva í Føroyum. Føroyska mállæran hevur nógv til felags við fornnorrøna og íslendska mállæru. Fallbendingin er tann sama. Kyn og bendingar hava eisini nógv til felags við íslendska mállæru. Harafturímóti er lyndi til, at føroyska mállæran gerst skjótari einføld enn íslendska. Hvørsfall er t.d. ikki longur vanligt í føroyskum. Føroyskt hevur eisini verið meira opið fyri tøkuorðum, fyrr serliga úr donskum, men í nýggjari tíð serliga úr enskum. Tann, ið dugir eitt skandinaviskt mál, skilir tí fleiri orð í einum føroyskum enn í einum íslendskum teksti. Fyrstu teknini um føroyskt sum sjálvstøðug grein í norrønu málunum finnast í einum lógarsavni, kallað Seyðabrævið frá 1298, sum er eitt lógarsavn um seyðahald í landinum.

 

Tað koma nógvar bókmendir út á føroyskum, bæði fagurbókmentir og yskisbókmentir. Nakað verður týtt til føroyskt og øll sløg av tekstum finnast á føroyskum. Á Fróðskaparsetri Føroya hava útlendsk lesandi møguleika at læra føroyskt á summarskeiðum í føroyskum máli og norðurlendskum bókmentum.

 

 

Sammet málini 

Sviar, norðmenn og danir skilja heilt væl hvønn annan. Teir hava størri trupulleikar við íslendskum, hóast íslendskt líkist tí skandinaviska málinum, ið varð tosað fyri túsund árum síðan. Tættast íslendskum er føroyskt, men málini eru ikki so lík, at ein íslendingur skilir ein føroying uttan trupulleikar.

 

Finskt minnir um estiskt, men har er eisini skyldskapur við sámisku málini. Í bæði finskum og sámiskum kann ein til dømis skapa long orð við at leggja bendingar aftur at stovninum. Men viðvíkjandi longum orðum er grønlendskt heilt serstakt. Har onnur mál hava brúk fyri einum heilum setningi, er ofta nóg mikið við einum einstøkum grønlendskum orði.

Myndir

250px-Flag_of_the_Faroe_Islands.svg.png