Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Læraravegleiðing

Um grønlendskt

Floksstig: 4.-6. flokkur 7.-10. flokkur Lærugrein: Færøyskt Lærumál: Vitan um norðurlendsk mál Høvuðsevni: Norðurlandamálin Evni: Danskt Slag: Tekstur

Mál: Grønlendskt

Hvussu nógv tosa málið: Uml. 55.000

Útflutningsorð: Anorak, igloo og kajak

Soleiðis heilsast tey: Inuugujog, kutaa ella haluu
Trupult at siga: Taskeqakataqaanga (eg eri móð/ur av at bera ryggsekkin)

 


 

undefined

 

Grønlendsk – eins og legokubbar

Grønlendskt – ella ’kalaallisut’ sum grønlendingar sjálvir kalla mál sítt – líkist ikki nøkrum øðrum máli, tú hevur hoyrt um. Tað sært tú beinanvegin við at hyggja at tekstadøminum. Tað hevur bert 72 orð. Til sammetingar hevur danska útgávan 108 orð og tann finska 90. Hinvegin eru orðini rættiliga long. Skilir tú nakað av teimum? Hvat merkir ’paaseqatigiilluarsinnaapput’? Ella ’oqaatigineqarsinnaammata’?

 

Orsøkin til, at orðini eru so long er, at grønlendskt er eitt polysyntetiskt mál. Tað inniber, at partar av bendingum kunnu setast saman til langar orðaketur. Eitt dømi er ’qimmersuaqarusunngilaq’, ið merkir ’hann vil ikki hava ein stóran hund’. Flestir grønlendingar hava helst aldri brúkt júst hetta orðið. Skuldu teir kortini fingið brúk fyr tí, kunnu teir skapa orðið uttan trupulleikar. Teir kunnu sostatt skilja orðið, um tað skuldi komið fyri í einum teksti, eftirsum tað er møguligt at eyðmerkja teir ymsu partarnar av orðinum. ’Qimmeq’ merkir ’hundur’, ’suaq’ merkir ’stórur’, ’qar’ merkir ’hava’, ’nngi’ merkir ’ikki’ og ’gusup’ merkir ’at vilja/ynskja’.

 

Mótsetningurin til grønlendskt er kinseiskt. Kinesiskt hevur næstan ongar bendingar ella endingar. Málfrøðiligir liðir verða ístaðin vístir í sjálvstøðugum orðum og teknum. Meðan mál, ið líkjast grønlendskum, ofta verða kallað synstetisk, kallast mál av kinesiska slagnum analytisk.

 

Reindyrkað syntetisk ella analytisk mál eru ógvuliga sjáldsom. Í næstan øllum málum finnast bæði syntetisk og analytisk brøgd. Í svenskum og norskum verða endingar brúktar til at vísa um orðið er bundið ella óbundið, meðan enskt brúkar orðið ’the’ fyri at vísa, at tilknýtta orðið er bundið. Svenskt hevur tó fleiri leysar fyrisetingar, meðan tað á finskum ikki verða brúktar bendingarendingar í tilknýti til orðastovnin.

 

 

Nærmastu ættfelagar hjá grønlendskum

Grønlendskt er eitt serligt mál, men tað finnast tó onnur tungumál, ið kunnu metast at vera málsligir ættfelagar. Málfamiljan kallast eskimoisk-aleutisk, og verður brúkt av 100.000 fólkum, harav helmingurin er grønlendingar. Hini fólkini, sum brúka hetta málið eru spjadd yvir eitt stórt øki á norðurhálvuni úr Sibiria í Russlandi umvegis Grønland til Kanada og Alaska í Norðuramerika. Næststørsta eskimoisk-aleutiska málið eitur inukitut, og verður brúkt av uml. 20.000 fólkum í Kanada. Grønlendskt, inukitut og onnur mál í hesi familjuni minna so mikið nógv um hvørt annað, at til ber skilja tey sínámillum.

 

Fyri allar grønlendingar er tað tó ikki heilt einfalt at skilja hvønnannan. Munirnir millum tær vesturgrønlendsku og eysturgrønlendsku dialektirnar eru stórar, og tað er kanska ikki so løgið, tá hugsað verður um stóru landafrøðiligu frástøðurnar. Grønland er hóast alt, við sínum meira enn 2 milliónum ferkilometrum, heimsins størsta oyggj.

 

Tá Grønland gjørdist danskt hjáland í 1700-talinum, fekk grønlendskt stóra kapping frá donskum. Hetta var ikki orsaka av eini stórari danskari tilflyting (tað búgva ikki meira enn 7.000 danir í Grønlandi), men heldur ein avleiðing av, at danska málið varð brúkt í almennum samanhangi. Av tí at tað ikki varð tosað grønlendskt í skúlunum, í kirkjunum, í vinnulívinum og av teimum ráðandi politikarunum, komu heldur ikki nýggj orð og hugtøk. Grønlendskt gjørdist eitt mál, ið bert varð brúkt heima og í privatum viðurskiftum.

 

Men tað vóru danir, ið høvdu áhuga fyri tí lokala málinum. Ein teirra var trúðboðarin Paul Egede, sum flutti til Grønlands sum barn, og var millum teir fyrstu danirnir, ið lærdi seg grønlendskt sum annað mál. Miðskeiðis í 1700-talinum gav hann út ta fyrstu grønlendsku orðabókina og fyrstu grønlendsku mállæruna. Seinni eru komnar nógvar ymsar orðabøkur og mállærur. Sammett við fleiri onnur norðamerikansk frummál, er grønlendska málið tískil væl skjalprógvað.

 

Nógv er gjørt fyri at styrkja og varðveita grønlendska málið hesi seinastu 40 árini. Grønlendskt varð lýst sum almenna málið í Grønlandi saman við donskum, tá grønlendingar fingu heimastýri í 1979. Støðan hjá grønlendska máliðum varð styrkt enn meira við eini serligari mállóg, tá heimastýrið varð umskipað til sjálvstýri í 2009. Grønlendskt er nú einasta almenna málið í Grønlandi, og øll børn fáa undirvísing í grønlendskum. Málið verður eisini brúkt á lærda háskúlanum í Grønlandi (Ilisimatusarfik) og í landstinginum (Inatsisartut). Unesco metir grønlendskt at vera eitt hótt mál, men málið hevur tað í dag betri enn nakrantíð fyrr. Grønlendskar bókmentir eru eisini í framgongd.

 

 

Hesin teksturin er týddur til øll tey norðurlendsku málini. Ferðast runt á síðunum og sammet grønlendskt við hini norrønu málini:

 

Svenskit, norskit qallunaallu imminnut paaseqatigiilluarsinnaapput, Islandimiulli oqaasiinik paasinninnissaq ajornartorsiutiginerusarlugu, uffa ukiut tusindit matuma siorna Skandinaviami oqaatsinut Islandimiut oqaasii assingugaluartut. Islandimiut oqaasiinut qaninnerpaat tassaapput Savalimmiormiut oqaasii, taamaakkaluartorli oqaatsit ima assigiitsiginngillat Islandimiup Savalimmiormioq ajornartorsiuteqanngitsumik paasisinnaallugu. 


Finskit oqaasii Estlandimiut oqaasiinut eqqaanarnersaapput, aammali saamiit oqaasiinut assingullutik. Assersuutigalugu, finskit oqaasiini saamiillu oqaasiini oqaatsit takisuunngorsinnaapput, naanerit oqaatsip nagguianut ilannguttakkat tapiliunneqarnerini. Kisiannili oqaatsit takisuut pineqartillugit kalaallit oqaasii immikkooruteqarluinnarput, tassami oqaatsit allat oqaaseqatigiit ilivitsut atorlugit oqaatigisaat kalaallisut oqaatsimik ataatsimik oqaatigineqarsinnaammata.

 

Myndir

25632681.601.png