Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Læraravegleiðing

Um svenskt

Floksstig: 4.-6. flokkur 7.-10. flokkur Lærugrein: Færøyskt Lærumál: Vitan um norðurlendsk mál Høvuðsevni: Norðurlandamálin Evni: Svenskt Slag: Tekstur

Mál: Svenskt

Hvussu nógv tosa máið: Uml. 10 milliónir

Útflutningsorð: Ombudsman, Smörgåsbord og Glögg

Soleiðis heilsast tey: Hej, Hallå og God dag

Truplast at siga: Sju sjösjuka sjömän sköttes av sjutton sköna sjuksköterskor

 

 

Størsta mál í Norðurlondum

Við tíggju milliónum er svenskt tað størsta tungumálið í Norðurlondum. Málið, ið vanliga verður nevnd ríkissvenskt, byggir á eina dialekt, ið varð tosað í Miðsvøríki í 1800-talinum. Dialektin hevur spjatt seg um alt landið, hóast dialektirnar framvegis finnast. Skánskt og gotlendskt eru tvey dømi um týðuligar svenskar dialektir. Skánskt er lætt at kenna við sínum skurrandi r-um frá tungurótini, meðan gotlendskt er kent fyri sínar sjálvljóðssamansetingar, tvíljóðini (tað eitur tildømist ’haust’ heldur enn ’höst’ og ’stain’ heldur enn ’sten’).

 

 

Sí film um svenskt


 

300.000 tosa svenskt í Finnlandi

Svenskt er eisini eitt stórt minnilutamál í Finnlandi. Tí hevur Finnland tvey almenn mál – finskt og svenskt. Øll finsk børn skulu hava svenskt í minst trý ár í skúlanum. Í Álandi hevur svenska málið so sterka støðu, at børnini har ikki nýtast at læra finskt. Fyri nógv ung í Álandi er tað tí eitt natúrligt val at flyta til Svøríkis eftir miðnám.

Fyri mangar norðbúgvar er svenska dialektin, ið verður tosað í Finnlandi, finnlandssvenskt, lættari at skilja, enn tað svenska, ið verður tosað í Svøríki. Orsøkin kann vera, at framburðurin liggur nærri skriftmálinum. Hinvegin eru fleiri orð, sum merkja nakað heilt annað á finnlandssvenskum enn á ríkismálinum. Okkurt, ið er ’råddigt’ (rótut) er ’stökigt’ (trupult), ein ’semla’ (føstulávintsbolli) er ein ’smörgås’ (smyrjibreyð), ein ’aula’ er ein forstova heldur enn ein salur og ’att kila’ (kíla, bora) er at "tränga sig före" (troðka seg fram).

 

 

Hvussu skilist svenskt?

Tá sviar tosa, hava tey lyndi til at leypa bókstavir um og hála orðini saman. ’Vasaru’ skal skiljast sum ’Vad sa du’ og ’Vaffschkaduntegåmä’ merkir ’Varför ska du inte gå med’. Fyri óvanda oyrað kann tað vera trupult at skilja. Tað eru eisini fleiri ljóðleysir bókstavir á svenskum, til dømis tað fyrsta hjáljóðið í orðum sum hjälpdjup og ljum. G verður ofta framborið sum eitt j-ljóð, eitt nú framman fyri bleytum sjálvljóði. Lurta eftir orðunum við at trýsta á tey. Sje-ljóðið vantar ofta ein sjálvstøðugan bókstav. Sama ljóð verður skrivað við fleiri ymsum hjáljóðsamansetingum, eittnú sk-, sj-, stj- og skj-. Sammet til dømis ljóðini á teimum ymisku orðunum skinkasjuttiostjärna og skjuta

  

Svenski stílurin er ofta so óformellur, at onnur kunnu fata málið sum um tað er fylt við slang og serorðum. Skriftmálið er gerandisligt, sjálvt í teimum hátíðarligu støðunum. Heilsanin ’hej’ riggar allastaðni, og orð sum ’kille’, ’tjej’, ’fralla’ og ’fika’ eru fult loyvd, sjálvt í skriftmálinum.

 

 

Sammet málini

 Hesin teksturin er týddur til tey norðurlendsku málini. Finn líkleikar og munir við at trýsta runt á síðunum um mál. Her er svenska útgávan:

 

Svenskar, norrmän och danskar förstår varandra ganska bra. De har större problem med isländska, trots att isländskan liknar det skandinaviska språk som talades för tusen år sedan. Isländskans närmaste släkting är färöiskan, men språken är inte så lika att en islänning förstår en färing utan problem.


Finskan påminner om estniskan, men det finns också likheter med de samiska språken. I både finska och samiska kan man till exempel skapa långa ord genom att lägga böjningsändelser till ordstammen. Men när det gäller långa ord är grönländskan i en klass för sig. Där andra språk behöver en hel mening räcker det ibland med ett enda grönländskt ord

 

 

Tað eru nógv ting, ið tú kanst leggja merki til. Her eru nøkur dømi:

 

Svenski teksturin er fullur í a’um – 44 tilsamans! Í donsku og norsku útgávunu eru tey bert 27. Orsøkin er fyri ein part, at navnorðini í fleirtali ofta enda –ar (sum í ’svenskar’ og ’danskar’), og fyri ein part, at lýsingarorðini í fleirtali enda við –a (tað eigur ’långa ord’ og ’samiska språk’), og fyri ein part, at sagnorðini í tátíð enda -ade (som i ’talade’).

 

’Exempel’ stavast við x, eins og nógv onnur orð á svenskum. Á norskum og donskum er tað meira vanligt at brúka ks.

 

Tað eru fleiri langar samansetingar av hjáljóðum í svenskum – á grønlendskum kunnu tey hava seks hjáljóð upp í saman. So langar samansetingar eru óvanligar í nógvum málum, ikki minst á finskum (sí finska teksdømið).

 

Hvat annað fært tú eyga á?

Myndir

Svensk_flagg_1815.png