Fredrik Harstad
Svenskt, norskt og danskt eru nær skildir málsligir grannar og mynda, saman við íslendskum og føroyskum, tey norrønu málini. Í filminum kjakast Amie, Sandra og Johannes um virðið av málsliga felagsskapinum í Norðurlondum, og hví tað er av týdningi at brúka móðurmálið, tá ein hittir norðurlendskar grannar.