Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Læraravegleiðing

Um finskt

Mál: Finskt

Tal av fólkum, ið tosa málið: Uml. 5,5 milliónir

Útflutningsorð: sauna, sisu, rapakalja, rapakivi

Soleiðis heilsast tey: Hei, Hyvää päivää

 

 

Finskt verður fyrst og fremst tosað í Finnlandi og er móðurmál fyri uml 4,9 mió. finnar (uml. 90%). Finnland hevur tvey almenn mál; finskt og svenskt (svenskt er móðurmál fyri umleið 300.000 finnar – 5,3%). Uttan fyri Finnland, er finskt eitt av almennu minnilutamálunum í Svøríki. Tað eru uml. 700.000 fólk í Svøríki, sum hava finskar røtur, og helmingurin av teimum tosa finskt. Tað finnast eisini finskir minnilutar í Noregi, Russlandi og Estlandi.

 

Finskt hoyrir til uralsku málfamiljuna. Málið er tætt knýtt estiskum og sámiskum, og er ikki í slekt við hini málini í Norðurlondum.

Finskt skriftmál hevur ment seg lutfalsliga seint. Fyrstu prentaðu tekstirnir komu eftir trúðbótina – mest átrúnaðarligir tekstir, lógir og reglugerðir. Politiska og hugmyndasøguliga menningin í 1800-talinum skapti nýggjar fyritreytir fyri málmenningini. Sambært eini málkunngerð frá 1863 skuldi finska málið um 20 ár gerast til alment mál á jøvnum føti við svenskt.

 

 

Serlig eyðkenni við finskari mállæru 

Finsk mállæra er øðrvísi enn hini norðurlendsku málini. Finsk orð hava einki kyn, og heldur ikki óbundnar ella bundnar formar. T.d. verður orðið ’han’ (3. pers. eintal) brúkt fyri bæði hann og hon. 

Finskt er eitt sonevnd agglutinerandi mál – t.v.s. eitt mál, har orð hava ymsar merkingar, tá endingar verða lagdar afturat stovninum. Sagnorðini verða bend í persóni, eintal og fleirtal, eins og í tíð og huglagi. Orðaraðið er ógvuliga frítt í mun til nógv onnur mál.

 

 

Skrift og framsøgn

Bókstavarøðin hevur 29 bókstavir:

A B C D E F G H I J K L M N O P Q R S T U V W X Y Z Å Ä Ö

 

Bókstavirnir b, c, f, q, w, x, z og å finnast tó ikki í orðum, ið hava sín uppruna í finskum. Ljóðið x verður vanliga skrivað við bókstavunum ks og verður bert brúkt í svenskum nøvnum ella tøkuorðum frá øðrum málum.

 

Í skrift og talu umboðar ein bókstavur vanliga eitt ljóð. Long og stutt sjálvljóð finnast ikki, men eitt langt a-ljóð verður skrivað ’aa’. Sjálvt hjáljóðini eri einføld; t.d. ’k’ og ’kk’. Herðingin av orðinum er altíð á fyrsta stavilsi.

 

 

Orðatilfeingi 

Finska orðatilfeingið veksur bæði við nýggjum orðum og tøkuorðum. Tøkuorð frá øðrum málum (fyrr baltiskum, svenskum og russiskum, og í dag eisini enskum) eru vanliga tillagað finskum framburði (glas – lasi, post – posti, klokkur – lukkari). Orsaka av longu felags søguni við Svøríki, er talið av tøkuorðum frá svenskum til finskt størst við uml. 4.000. Talið av finskum tøkuorðum í svenskum er munandi minni, men nøkur dømi eru. ’Poika’ – ’en pojke’ (drongur) og ’kenkä’ – ’en känga’ (styvli).

 

Nógv nýggj orð eru skapt við finskum sum stovni. Í staðin fyri ’bibliotek’ varð orðið ’kirjasto’ smíðað av orðinum ’kirja’, ein bók. Telefon eitur á finskum ’puhelin’ og orðið kemur frá sagnorðinum ’puhua’ – at tosa. Fyri fartelefon varð fyrst orðið ’matkapuhelin’ smíðað, beinleiðis týtt til ein ferðatelefon. Tað varð tó skjótt avloyst av einum øðrum uppskoti: ’kännykkä’ – eftir orðinum ’känny’, ið er ein formur av orðinum ’käsi’, ein hond.

 

Dømi um ketumyndandi – agglutinerandi – mál:

 

Juoksentelisinkohan?
=  Eg hugsi um, um eg kanska skuldi runnið eitt sindur runt?

 

Eitt vælkent, argandi dømi er ein setningur á tvey orð, sum kann hava 9 ymiskar týdningar:

 

1. Kuusi palaa = ein grann brennur. (T.d. eitt jólatræ í ljósum loga)
2. Kuusi palaa. = Handan grannin vendir aftur. (T.d. gran sum byggitilfar)
3. Kuusi palaa. = Nummar seks brennur. (6 = Kuusi)
4. Kuusi palaa. = Nummar seks vendir aftur. (Um ein t.d. sipar til fótbóltsspælaran við nr. 6)
5. Kuusi palaa. = Seks av teimum brenna. (T.d. seks av teimum 10 húsunum í økinum.)
6. Kuusi palaa. = Seks av teimum venda aftur. (6 av 10 fólkum, ið júst eru farin)
7. Kuusi palaa. = Tín máni brennur. (Kuu = ein máni, eftirskoytið si = tín)
8. Kuusi palaa. = Tín máni vendir aftur.
9. Kuusi palaa. = Seks petti. (Eitt petti = pala, + a, ending fyri partingarhvørsfall)

 

Eitt dømi um orð uttan hjáljóð:
Hääyöaie (ein brúdleypsnáttarætlan)

 

Long samansett orð koma ofta fyri – og tað kann elva til misskiljingar, um orðið verður fatað rangt:
Aamupalaverihuone
Aamu-Palaveri-huone = morgun-fundar-rúm
Aamupala-veri-huone = Morgunmat-blóð-rúm

 

Ein venjing í framburði:

Yksikseskös yskiskelet, itsekseskös itkeskelet?
(Ert tí í gongd við at hosta einsamøll/-mallur, grætur tú einsamøll/-ur?)

Myndir

flag-160481_960_720.png