Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Læraravegleiðing

Um Norskt – bokmál og nýnorskt

Mál: Norskt

Fólk, ið tosa málið: Uml. 5 milliónir

Útflutningsorð: Slalom, Fjord og Quisling

Soleiðis heilsast tey: Hei og God dag

Truplast at frambera: Ibsens ripsbusker og andre buskvekster

 

 

Norskt kann skrivast upp á tveir mátar

Norska málstøðan er serstøk. Norskt kann nevniliga skrivast við tveimum ymsum skriftmálum – bókmáli og nýnorskum. Sum norskur skúlanæmingur kanst tú velja, hvat av málunum tú vilt brúka sum høvuðsmál. Í dag eru tað uml. 90 prosent, ið velja bókmál og umleið 10 prosent, ið velja nýnorskt.

 

Bakgrundin er søgulig. Í 300 ár var Noreg ein partur av Danmark, og danskt var almenna skriftmálið í Noregi. Eftir loysingina í byrjanini av 1800-talinum vildu norðmenn hava eitt sjálvstøðugt, norskt skriftmál. Tað hendi við tveimum uppskotum, sum kappaðust. Annað uppskotið tillagaði tað danska, so at tað nærkaðist tí norska talumálinum (soleiðis skaptist núverandi bókmálið). Hitt var eitt heilt nýtt skriftmál, ið tók útgangsstøði í norskum bygdarmálum (soleiðis skaptist núverandi nýnorska málið).

 

Tað eru bæði fyrimunir og vansar við at skriva norskt upp á tveir ymsar mátar. Ein av fyrimununum er, at norðmenn kunnu velja eitt skriftmál, ið liggur tætt teirra egna bygdarmáli - dialekt. Ein av vansunum er, at skipanin gerst dýr og fløkjaslig, tí allar lærubøkur, myndugleikaskjøl og onnur skjøl av týdningi skulu gevast út á báðum málunum. Bæði bókmál og nýnorskt hava íðin viðhaldsfólk, sum stundum fara í stríð um nakað, ið best kann lýsast sum eitt málkríggj. Onnur hava roynt at fáa semju í lag, og eru komin við uppskotum um hvussu skriftmálini kunnu sameinast, men tað hevur bert ført til fleiri valmøguleikar og ruðuleika um, hvussu nýnorskt og bókmál í roynd og veru skal skrivast.

 

  

Sí film um norskt


 


Serkar dialektir

Sammett við Danmark, Svøríki og nógv onnur lond, er tað eydnast norskum at varðveita nógvar av dialektunum. Bygdarmálsligu eginleikarnir í málinum eru nógvir og týðuligir, og tað merkir, at ein norðmaður avdúkar meira um, hvaðani hann kemur, tá hann tosar. Orsøkin er lutvíst ein tilvitaður málpolitikkur, og lutvíst at norska landafrøðin hevur elvt til størri fjarstøðu millum fólk. Bygdarmálini kunnu í høvuðsheitum býtast upp í fýra høvuðsøki –østlandsmål, vestlandsmål, tröndermål og norðurnorskt.

 

 

Hvussu skilir ein norskt?

Tað eru fleiri vanlig orð í nýnorskum dialektum, sum eru trupul at skilja fyri aðrar norðbúgvar. Tað er galdandi fyri fornøvn so sum me (=vit), dykk (=tit) og hennar (=hennara). Tað er eisini galdandi fyri spurnarorð sum korleis (=hvussu) og kvifor (=hví). Samansett sjálvljóð, sokallað tvíljóð, eru meira vanlig á norskum enn á donskum og svenskum. Tað er galdandi t.d. fyri ei, øy og au (nei heldur enn nej, øy heldur enn ø, aust heldur enn øst). Aðrir norðbúgvar plaga at hava trupult við at frambera norsku tvíljóðini. Au skal eitt nú heldur framberast sum æu. Lurta til dømis eftir norska orðinum hauk.

 

 

Sammet málini

Hesin teksturin er týddur til øll norðurlendsku málini. Finn líkheitir og munir við at skifta runt á øllum síðunum um málini. Her er norska útgávan:


Svensker, nordmenn og dansker forstår hverandre ganske bra. De har større problemer med islandsk, til tross for at islandsk ligner det skandinaviske språket man snakket for tusen år siden. Islandskens nærmeste slektning er færøysk, men språkene er ikke så like at en islending forstår en færing uten problemer.


Finsk minner om estisk, men det fins også likheter med de samiske språkene. I både finsk og samisk kan man for eksempel lage lange ord ved å legge bøyingsendelser til ordstammen. Men når det gjelder lange ord, er grønlandsk i en klasse for seg. Der andre språk trenger en hel setning, holder det iblant med ett eneste grønlandsk ord.

 

Norski teksturin er fullur við bókstavinum e – ikki færri enn 82 (sammett við bert 47 í tí svenska!) Orsøkin er í stóran mun tær málfrøðiligu endingarnar – navnorð í fleirtali enda ofta –er, sagnorð í navnhátti enda ofta við e (t.d. lage) og lýsingarorðini enda ofta við einum e áðrenn navnorð (skandinaviske og lange). Men orsøkin er eisini, at norskt og danskt ofta verður stavað við e, har svenskt brúkar bókstavin ä.

 

Í orðinum ’hverandre’ er h’ið ljóðleyst – tað verður ikki framborið. Soleiðis hevur verið á svenskum eisini, men tey ljóðleysu h’ini vórðu tikin út í eini rættskrivingarábót í 1906. Framburðurin er tó hin sami. 

 

Fleiri orð eru eins á donskum og norskum, men øðrvísi á svenskum. Tað er t.d. galdandi fyri ’setning’ (heldur enn ’mening’). At danskt og norskt hava fleiri felags orð byggir á, at norska skriftmálið er bygt á tað danska.

Myndir

norgga_leavga2.jpg