Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Læraravegleiðing

Um sámiskt

Mál: norðursámiskt, suðursámiskt, lulesámiskt, enarsámiskt, eystursámiskt/skoltesámiskt, pitesámiskt, umesámiskt, akkalasámiskt, kildinsámiskt, tersámiskt
Brúkarar: Millum 20.000 og 30.000
At heilsa á sámiskum: Buorre beaivi (‘Góðan dagin’ á norðursámiskum)

 

 

FLEIRI SÁMISK MÁL

Sámar eru upprunafólkið á Norðurkolli og sámiska málið er spjatt tvørtur um landamørkini millum Noreg, Svøríki, Finnland og Russland. Í dag eru umleið 100.000 sámar, harav 30% tosa sámiskt og 10% brúka skrivtmálið. Sámiskt er ógvuliga ymiskt frá teimum skandinavisku málunum, tí tað hoyrir til finsk-ugrisku málfamiljuna, eins ungarskt og finskt. Eins og á finskum verður herðingin løgd á fyrsta stavilsi í orðinum. Tað eru so stórir munir á teimum sámisku dialektunum, at málið verður býtt upp í heili tíggju ymsar sámiskar málbólkar. Munirnir kunnu vera eins stórir og millum norskt og íslendskt.


Norðursámiskt er tann størsti málbólkurin, og verður brúkt av teimum flestu sámunum, sum búgva í Noregi. Teir tíggju sámisku málbólkarnir kunnu býtast í tveir bólkar; vestursámiskt og eystursámiskt. Norðursámiskt, lulesámiskt, suðursámiskt, pitesámiskt og umesámiskt eru vestsámisk mál, meðan enaresámiskt, skoltesámiskt, akkalasámiskt, kildinsámiskt og tersámiskt eru eystursámisk. Kildinsámiskt hevur, eins og russiskt, eitt kyrilliskt stavrað, meðan hinir sámisku málbólkarnir taka útgangsstøði í latínska stavraðnum – júst sum hini norðurlendsku málini. Harafturat verða hesir bókstavirnir brúktir í teimum ymsu málbólkunum:

  • Suðursámiskt: Ïï
  • Lulesámiskt: Áá Ŋŋ
  • Norðursámiskt: Áá Čč Đđ Ŋŋ Šš Ŧŧ Žž
  • Enaresámiskt: Áá Ââ Ää Čč Đđ Šš Žž
  • Skoltesámiskt: Áá Ââ Čč Ʒʒ Ǯǯ Đđ Ǧǧ Ǥǥ Ǩǩ Ŋŋ Õõ Šš Žž Åå Ää  

 


SÍ FILMAR UM SÁMISKT


(TAKK TIL: Galdu – Kompetansesenteret for urfolks rettigheter, sum í dag er ein partur at tjóðskaparliga norska stovninum fyri mannarættindi)

 



EITT RÍKT NÁTTÚRUMÁL

Sámarnir eru upprunaliga eitt frumfólk, og málið ber boð um serlig viðurskifti við natúruna. Sámiskt er í stóran mun eitt mál við orðum og hugtøkum, ið lýsa náttúru og djóralív, nakað, ið hevur verið gagnligt fyri sámarnar í sambandi við veiðu og fong. Til dømis hava sámar 300 orð fyri kava og ís.


Sámisku málbólkarnar hava ongi málfrøðilig kyn ella bundin og óbundin kenniorð, men eru hinvegin munnlig mál, ið eru serliga bundin av rørslu. Tað merkir, at við at leggja aftur at endingum á einum sagnorði, ber til at broyta bæði týdningin av orðinum, og nágreina neyvt hvat ein ynskir at siga. Tak til dømis útgangsstøði í ‘njuikut’, sum merkir ‘at hoppa’. Verður orðið broytt til ‘njuiket’ fær tað týdningin ‘at hoppa bara einaferð. ‘Njuikkodit’ hinvegin merkir ‘at hoppa áhaldandi’. Skalt tú nágreina, at talan er bert um eitt lítið hopp eina ferð, verður ‘njuikestit’ brúkt. Er hoppið áhaldandi og við fleiri hoppum í eina avmarkaða tíð, eitur tað ‘njuikkodit’.

 



EITT STRÍÐ FYRI AT VERJA MÁLIÐ

Sámisku málini hava havt trupul vilkor. Serliga í Noregi, har flestu sámarnir búgva, hava myndugleikarnir arbeitt ímóti menningini og røktini av sámiskum. Tað at samiskt frá politiskari síðu hevur ligið undir norska málinum, hevur í rættiliga stóran mun verið við til at gera málið veikari. Eitt úrslit av hesum er, at fleiri av sámisku málunum eru um at doyggja út, og verða roknað sum ‘álvarsliga hóttir málbólkar’.


Neyðugt er at gera munandi átøk fyri at halda einum minnilutamál livandi saman við einum meirilutamáli. Í dag verður áhaldandi arbeitt fyri at varðveita og stimbra tey sámisku málini. Eitt nú verður ein puristiskur sámiskur málpolitikkur førdur. Tað merkir, at tey, eins og við íslendskum, royna at smíða og seta inn sámisk orð og heiti heldur enn at brúka útlendskt ella læna orð frá meirilutamálinum. Sámiskt hevur í dag eina sterkari støðu umvegis lógir og fyriskipanir, sum verja málið. Í kommunum har sámiskt er alment mál, ber til at krevja undirvísing í sámiskum og vænta at sámiskt kann brúkast í samskifti við almennar myndugleikar.

Myndir

standard_Sami_flag.svg.png