Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Læraravegleiðing

Lærumál

{{learningObjectiv.description}}

Uppgávan er nú innlatin

{{assignment.Index}} {{assignment.Type}}

Viðmerkingar

Uppgávur

{{assignment.Comment}}

Rigsfællesskabets historie 1 - Det vanskelige møde

 

 

Innrita fyri at síggja meira

Leikstjóri: Martin Breum & Jakob Gottschau

Námsfrøðiligir ráðgevar: Niels Vinther

Uppgávur

  • 1Uppgáva 1

    Tit skulu nú vera lærarar fyri tykkara floksfelagar og menna ein máta at viðgera part av setninginum (Rigsfællesskabets historie- del 1) við flokkinum.

    • Setið tykkum saman í bólkar, og velji eitt kut, hægst 6 minuttir, burtur úr heimildarfilminum.
    • Kjakist um, hvussu tit kunnu menna undirvísingartilfarið um sendingina til flokkin.

    Tit hava uml. 45 minuttir at fyrireika tilfarið, meðan uppgávan skal loysast av tykkara næmingum upp á uml. 15 minuttir.

    • Hvør bólkur leggur sítt hugskot fram.
    • Flokkurin atkvøður um besta uppskotið.
    • Flokkurin arbeiðir nú við vinnandi uppgávuni.
    • Øll savnast, og og tit taka samanum í felag, undir leiðslu av antin læraranum ella tykkara bólki.
  • 2Uppgáva 2
    • Nær komu skandinavarnir fyrstu ferð til Grønlands?
    • Byrjanin til tað meira skipaða danska landnámið í Grønlandi verður sett til ár 1721. Men hvat hendi hetta árið?
    • Hvussu stórt var fólkatalið í Grønlandi í 1721?
    • Hvat merkir orðið «inuit»?
    • Lýs nærri hvat eitt ”landsråd” er.
  • 3Uppgáva 3
    • Greið nærri frá, hvussu hugtakið 'Ríkisfelagsskapur' skal skiljast.
    • Greið frá hugtakinum merkantilisma og umhugsa hvønn leiklut merkantilisma hevur spælt í donsk-norðurlendsku landnámssøguni? Brúka alfrøðibøkur og støðisbøkur til at svara uppgávuni.
    • Umhugsið, grundgevið og kjakist um ríkisfelagsskapurin hevur verið ein fyrimunur fyri Danmark?
    • Umhugsið, grundgevið og kjakist um tað framvegis er grundarlag fyri einum ríkisfelagsskapi?