Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Læraravegleiðing

Lærumál

{{learningObjectiv.description}}

Uppgávan er nú innlatin

{{assignment.Index}} {{assignment.Type}}

Viðmerkingar

Uppgávur

{{assignment.Comment}}

print

Hvussu ávirkast náttúran av veðurlagsbroytingunum?

Floksstig 7.-10. flokkur Lærugrein Náttúrufrøði Lærumál Náttúra og umhvørvi Høvuðsevni Tilfeingi Evni Veðurlag Djór Vistskipanir Slag Tekstur
pexels-photo-165852.jpeg

Broytingarnar í arktisku kryosferuni hava stóra ávirkan á plantur og djór, ið hava lagað seg til eitt lív í kuldanum. Sløg, ið flyta (t.e. svimja, ganga ella flúgva) til Arktis um summarið, verða ávirkað. Broytingarnar í kava- og ísviðurskiftunum oyðileggja tilhaldslendi. Her kunnu tit lesa dømir um, hvussu arktiskar vistfrøðiskipanir verða ávirkaðar.

 

Kavi

Hvussu nógv lendið er fjalt av kava, og hvussu leingi kavaklæðingin varar, eru týðandi faktorar fyri arktisku planturnar og djórini á landi. Jú styttri kavin liggur, tess longur er vakstrartíðin (har tað er nóg mikið av hita í luft og mold til at planturnar kunnu grógva), og tá vakstrartíðin verður longd, broytist plantumeingið eisini. Til dømis koma fleiri runnaplantur og minni av reindýraskón. Hesar broytingar merkja meira mat til summi sløg, og minni til onnur. 

 

Meiri hiti ger, at avfallið í størri mun kemur sum regn heldur enn kavi. Regn á kava skapar eina ísskón á yvirflatuni á kavanum, sum ger tað truplari fyri plantuetandi djór (eitt nú reinsdjór og moskusneyt) at koma til planturnar undir kavanum. Veturin 2003 doyðu uml. 20.000 moskusneyt á Banks Island, norðarlaga í Kanada, tí tey ikki kundu bróta seg gjøgnum tjúkku skónina av ísi oman á kavanum, og harvið koma at føðini. 

 

Í økjum, har kavin verður tjúkkari, eru jarðarløgini betri vard og bjálvað móti kuldanum í luftini omaná. Eitt djúpari lag av kava merkir eisini betri verju hjá smáum súgdjórum, ið liva og nørast undir kavanum (t.d. læmingar). Viðhvørt kann táveður koma um veturin og leggja stór øki tá ella kavaleys. Tá frostið kemur aftur, vantar tað bjálvandi og verjandi lagið av kava, og frosturin drepur runnar og trø.

 

Permafrost

Tiðnandi permafrost ávirkar serliga vistfrøðiskipanirnar í Arktis umvegis broytingarnar í ringrásini hjá vatninum. Nógvir av hyljunum og smáu vøtnunum, ið eru týðandi heimvistir hjá skordýrum, ið verða etin av m.a. nógvum fuglum, tornað upp um summarið, tá permafrosturin undir teimum hvørvur, og vatnið verður leitt burtur. Serliga slagið av vátlendi, palsa-mýrin, hevur ovurstóran týdning sum búsetur hjá fleiri hundrað milliónum flytifuglum, ið flúgva til Arktis um sumrarnar. Um palsa-mýrarnar, sum væntað, eru horvnar um 30-40 ár, kann hugsast, at tað fær stóra ávirkan á alheims stovnin av fleiri vaðfuglasløgum, sum einans flyta til økir við palsa-mýrum.

 

Í øðrum økjum koma nýggj vátlendi, tá jarðarlagið mettast av vatni orsaka av vantandi natúrliga burturveiting frá økjum, har permafrosturin nýliga er tiðnaður.

 

Havísur

Evarska smáar verur av plantuæti liva í sjónum við ísrondina og eru týðandi lutir í føðsluketuni fram við ísbrúnni. Minni av havísi merkir minni av plantuæti niðjast í føðsluketuni, og harvið minni av føði til fugl, kóp, hval og fisk, ið leita sær føði í ella nærhendis økjum við ísi. Tað er hinvegin eisini fiskasløg, hvørs heimvistir víðkast, tá havísurin minkar, og nakrir fiskastovnar gerast tí størri.

 

Havísurin er ein serstøk heimvist, og er tí av týdningi fyri at nógv sløg kunnu yvirliva; hetta er taldandi fyri t.d. hvítabjørnina og fleiri sløg av kópi. Bløðrukópur, grønlandskópur og ringkópur føða hvølpar sínar úti á havísinum. Onnur djórasløg brúka havísin til hvíld; t.d. roysningur, ið etur krækling á havsins botni, og hvílir seg millum kavini á havísinum fyri at sodna. Minkandi havísur vil av sonnum hava við sær færri djór, ið hava tillaga lív sítt á ella nærhendis havísinum.

 

(Kelda: AMAP - Arktiska Ráðið)

Innrita fyri at síggja meira

Myndir

Fig 9.29 - illustrasjon_bloom_v2.png