Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Læraravegleiðing

Lærumál

{{learningObjectiv.description}}

Uppgávan er nú innlatin

{{assignment.Index}} {{assignment.Type}}

Viðmerkingar

Uppgávur

{{assignment.Comment}}

Far til uppgávur
print

Granskarar eru ósamdir

forskerneeruenige.jpg

Tað eru neyvan nógv onnur økir, ið eins og veðurlagskjakið, kunnu fáa luttakandi partarnar til at vísa kenslur. Tað er á ein hátt ein mótsøgn, tí veðurlagskjakið er eitt kjak, har tað mesta snýr seg um vísundaligar próvgrundir.

 

Leitar ein eftir ”veðurlagskjakinum” á internetinum, so er tað lætt at finna nógv kjak millum fólk eins og tú og eg, ið kjakast um hvørt alheims upphiting er verulig, um hon er skapt av menniskjum og hvat hon í veruleikanum hevur at týða fyri okkum. Tá kjakið gerst heitt, so skyldast tað kanska, at tað snýr seg um mátan, vit liva.

 

Um tað er rætt, at vit við okkara livihátti dálka og oyðileggja jørðina – skulu vit so gevast við at koyra bil? Gevast við at flúgva á feriu – ella at keypa grønmetið alt árið í handlunum? Veðurlagskjakið er sostatt týðandi í spurninginum um, hvussu vit menniskju skulu liva okkara lív.

 

Vísindaligt samráð


Av tí at spurningurin setur so mangar spurdómar, samdist ST í 1987 um at stovna IPCC. IPCC stendur fyri Intergovernmental Panel on Climate Change, og er nú staðið, har tann mesta granskingin um veðurlag verður savnað og viðgjørd. Tað er ikki IPCC, ið stendur fyri granskingini, men tey gjøgnumganga við jøvnum millumbilum alt hvat tey kunnu finna – fyri síðan at gera viðmerkingar til tað, og koma við tilmælum um, hvat ið gerast skal.

 

Umleið fimta hvørt ár koma sokallaðu Assessment Reports. Tað eru stórar, savnandi frágreiðingar um veðurlagið á jørðini. Arbeiðið er býtt upp í tríggjar partar: Orsøkirnar, avleiðingarnar og møguleikarnir fyri at gera nakað við veðurlagsbroytingar.

 

IPCC hevur higartil givið fimm slíkar frágreiðingar (1990, 1995, 2001, 2007 og 2013). Í oktober 2014 vóru nógvir av heimsins leiðarum savnaðir í Keypmannahavn fyri at kjakast um frágreiðingina frá 2013.

 

Henda frágreiðingin er tann av teimum fimm, ið er mest týðulig. Frágreiðingin sigur, at um vit ikki av álvara gera nakað fyri at spara orku og skerja CO2 útlátið, so kann hitin økjast við heilt upp í 4,8 stig í mun til hitalagið fyri 100 árum síðani. Sum vit longu síggja nú, ávirkar tað stóra CO2-útlátið, at hitalagið á jørini veksur, og harvið at ísurin við jarðarinnar pólar, Grønland og Antarktis, bráðnar. Hetta hevur við sær, at havið fløðir. Veðurlagssamráðið metir, at havið fer at fløða millum 26 og 82 sentimetrar fram móti endanum av øldini.

 

Avleiðingin er, at veðrið gerst meira óstøðugt og ógvusligt. Tað koma fleiri hitabylgjur, og tær verða longri. Alsamt sum jørðin hitnar, fara tey økini, sum nú eru vát, at fáa meira regn og tey turru økini gerast enn turrari. Nógv fólk verða noydd til at flyta, og jørðin gerst lívssør, so tað verður trupult at fáa til vega mat. Tað kann elva til kríggj og stórar streymar av flóttafólkum, og hetta fær avleiðingar yvir tað mesta av jørðini.


Vísindi og fólk

 

Meira enn 90 prosent av heimsins vísindafólkum eru samt í niðurstøðunum hjá IPCC. Men nógv fólk hava kortini fingið varhugan av, at tað er ótryggleiki ella ósemja millum veðurlagsgranskararnar um, hvørt tað hendir ein øking í hitalagnum, og hvørt henda upphiting er mannaskapt. Tað er ikki lætt at skilja hvat veðurlagsbroytingar eru. Og vit kunnu heldur ikki síggja tær. Nøkur summur, tá tað regnar alla tíðina – ella tá tað als ikki kemur kavi ein heilan vetur – so tosa nógv fólk um veðurlagsbroytingarnar. Men tá tað so næsta ár liggur kavi, so hugsa mong – nei, tað var helst kortini ikki rætt við veðurlagsbroytingunum. Veður og veðurlagsbroytingar eru nevniliga nakað, ið bæði er ymiskt og eins. Tá arbeitt verður við veðurlagsbroytingum, so verður hugt eftir einum miðaltali fyri nógv tøl. Hugt verður eftir nógvum árum og nógvum økjum undir einum. Tað er millum annað hetta, ið ger tað so trupult at skilja. Sum menniskju uppliva vit jú bara veðurlagið júst har, sum vit eru stødd.

 

Í eini kanning frá 2009 millum 3.146 granskarar, svaraðu 90 prosent ja til, at miðalhitin á jørðini var hækkaður síðan 1800-talið, og 82 prosent søgdu, at virksemið hjá menniskjunum var ein týðandi orsøk. Aðrar kanningar vísa, at tað í fólkinum sum heild er ein heilt onnur uppfatan. Ein amerikansk kanning vísti samstundis, at bert 58 prosent av amerikanarunum halda, at virksemið hjá menniskjum er orsøk til alheims upphitingina. Ein nýggj donsk kanning vísir, at 71 prosent av fólkinum í Danmark eru heilt ella lutvíst samd í, at miðalhitin á jørðini er hækkandi, meðan 60 prosent eru heilt ella lutvíst samd í, at upphitingin er menniskjaskapt.

 

Ósemjurnar

 

Sum sagt, eru tað eisini vísindafólk, sum eru ósamd í niðurstøðunum hjá IPCC. Tíverri hevur hetta kjakið ikki verið eitt gott, vísindaligt kjak, har ósemjurnar hava ført til betri próvgrundir í einum góðum tóna. Hinvegin er tað blivið til eitt kjak millum mótsetningar, ið ikki torga hvønn annan.

 

Yvir av teimum granskarum, sum taka undir við, at núverandi veðurlagsbroytingarnar fyrst av øllum skyldast mannakspt útlát av vakstrarhúsgassinum CO2, stendur ein bólkur av granskarum, ið heldur, at veðurlagsbroytingar, vit uppliva í hesum tíðum, ikki í alstóran mun eru øðrvísi enn tær veðurlagsbroytingar, sum vit hava sæð tey seinastu tveyhundrað árini, ella meira.

 

Høvuðsboðskapurin frá mótstøðufólkunum er, at hitalagsbroytingarnar í størri mun enn útlát av vakstrarhúsgassum heldur eru komnar orsaka av øktum ella minkandi virksemi á sólini. Tað er nevniliga samanhang millum kosmiska geisling – sum fyrst av øllum kemur frá sólini, og hvussu lofthavið kring jørðina háttar seg. Hesir granskarar vísa til dømis á, at hækkingar og lækkingar í hitalagnum gjøgnum longri tíð hava samband við nøgdina av kosmiskari geisling á jørðini.

Innrita fyri at síggja meira

Uppgávur

  • Fleirvalauppgávur

  • Temauppgáva

    • 1Temauppgáva

       

      Leita á netinum eftir IPCC. Hvat er hetta fyri ein felagsskapur? Hvussu nógvar limir hevur hann? Hvat gera tey?

    • 2Temauppgáva

       

      Leita á netinum eftir ”ipcc 5th report on climate change”. Tað er fimta frágreiðingin hjá IPCC, sum kom út í 2013 og 2014. Lýs høvuðsúrslitið í frágreiðingini.

  • Vinaflokkur

    • 1Vinaflokkur

       

      Leitið á netinum eftir "global warming" og "climate" og finnið kjak í t.d. bløðum, har vanlig fólk kjakast um veðurlagstrupulleikar. Finnið nøkur eykend íkast og lesið tey ígjøgnum.

      Lýsið kjakið, er tað í góðum tóna? Tykist tað sakligt? Sendi dømini til tykkara vinaflokk og samanlíkin við tykkara egnu.