Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Læraravegleiðing

Lærumál

{{learningObjectiv.description}}

Uppgávan er nú innlatin

{{assignment.Index}} {{assignment.Type}}

Viðmerkingar

Uppgávur

{{assignment.Comment}}

Far til uppgávur
print

Framtíðar orkukeldur

Fremtidensenergi.jpg

Bæði í Norðurlondum og í Evropa, ja í øllum heiminum, er orkunýtslan til alt frá ljósi, flutningi, matgerð og framleiðslu vaksin við ógvusligari ferð tey seinastu gott og væl hundrað árini. Tað er undarligt at ímynda sær ein heim uttan sjónvarp og teldur – men tað er tað enn fólk, ið minnast. Um vit royna at ímynda okkum ein heim uttan bilar, telefonir og elektriskt ljós, so eru vit knapt nokk hundrað ár afturi í tíðini. Hartil skal leggjast alt frá heitum vatni í krananum og køliskáp og frystiboksir til tónleik, ið verður spældur á øðrum enn akustiskum ljóførum – live. Alt hetta krevur eitt fyri at rigga; orku.

 

Heimsins orkuveiting í dag er heilt fullkomuliga bundin av at brenna olju, kol og gass. Alt tað, vit kalla steinrunnið brenni. Tað vit brenna, er í veruleikanum deyð djór og plantur, ið hava verið goymd undir trýsti í nógvar milliónir ár.


Orka til framtíðina

 

Fólk flest hava ikki hug til at vera nýmótans ting og hentleikar fyri uttan, og tí er tað av týdningi, at tað verður arbeitt við at finna alternativ til steinrunnið brennievni. Steinrenningar hava tveir trupulleikar. Í fyrstu atløgu lata tær nógv CO2 frá sær, tá tær verða brendar. CO2 er ikki eitrandi, men um ov nógv CO2 verður latið út í luftina – ella lofthavið – enn tað verður í dag, so gerst jørðin alsamt heitari. Fyri okkum her í Norðurlondum hevur tað kanska ikki so nógv at týða – tað verður kanska beinleiðs fittligt, um hitalagið hækkaði eini 3-4 stig – men fyri stóran part av heiminum fær tað ógvusligar avleiðingar við vatnflóð, turkri, hungursneyð og stór landaøki kunnu hvørva, tí at so nógvur ísur bráðnar á Norðurpóli og Suðurpóli, at høvini fløða og fjala landaøkir, ið ikki liggja nærmast sjóvarmálan.

 

Hin trupulleikin er meira einfaldur. Tað gerst truplari og truplari at finna nýggjar olju- og gasgoymslur, og einaferð er uppi.

 

Granskarar meta, at í 2030 verða tey 27 londini í Evropeiska Samveldinum noydd at innflyta 93 % av oljuni, tey hava brúk fyri. Alternativini og loysnin upp á tað stóra brúkið av steinrunnum brennievnum eru t.d.:

 

Vindur og sólorka

 

Framleiðslan av streymi við at gagnnýta at vindurin blæsur og sólin skínur. Hesar tøknir hava longu stóra útbreiðslu. Tað hevur verið trupult einans at brúka hesar orkuhættir, tí at streymur bert verður framleiddur í ávísum tíðum av samdøgrinum.

 

Biomassi


Gagnnýting av avlopsúrdráttum frá landbúnaðarframleiðsluni kann brennast og brúkast til framleiðslu av streymi, men eisini umgerast til bioethanol, ið kann brúkast í staðin fyri bensin og diesel í framtíðarinnar bilum. Avbjóðingin er, at um okkara orkunýtsla áhaldandi veksur, so skulu vit eisini brúka meira og meira av okkara búnaðarjørð til at framleiða grøði, sum skal brennast ístaðin fyri at etast.

 

Kjarnorka

Í øllum Norðurlondum er mikið kjak, um kjarnorka kann loysa okkara framtíðar orkuavbjóðingar. Kjarnorka letur minni CO2 frá sær enn steinrunnið brenni, men ger eisini geislavirkin evni, ið eru ógvuliga vandamikil. Í Finnlandi og Svøríki verður stórur partur av elframleiðsluni gjørd við kjarnorku, meðan Danmark, Noreg, Ísland, Føroyar og Grønland ikki brúka kjarnorku.

 

Samrunaorka

 

Tað verður granskað dúgliga í, um til ber at framleiða orku á sama hátt, sum í sólini. Tað krevur heilt serlig virki og ógvuliga høgan hita, men okkurt týðir upp á, at tað kanska finst ein loysn í framtíðini.

 

Vetnisorka

 

Vetni er eitt spreingjandi gass, sum kann brúkast til at goyma orku frá eitt nú vindmyllum og sólkyknum, so møguligt er at fáa fatur á orkuni, tá hon skal brúkast. Tøknin finst í dag, og er ógvuliga rein. Trupulleikarnir í dag eru, at brennikyknurnar, ið skulu brúkast fyri at fáa orkuna úr vetninum, eru ov skroypiligar, og at orkumongdin er ov lítil fyri hvørja einstaka brennikyknu.


Harumframt finst eisini fleiri minni kendir møguleikar, sum t.d. at gagnnýta aldumegi. Les meira um ymsu møguleikarnar fyri orkukeldum undir evninum: Orkukeldur

Innrita fyri at síggja meira

Uppgávur

  • Fleirvalauppgávur

  • Temauppgáva

    • 1Temauppgáva

       

      Ger eina talvu fyri ein dag, har tú kanst lýsa, hvussu nógva orku frá ravmagni og hita tú brúkar. Být talvuna upp í morgun, dag og kvøld. Byrja t.d. við at hugsa um, tá tú vaknaði og fórt upp. Tendraði tú ljósið, sjónvarpið? Var tað heitt inni, hóast tað var kalt úti? Hvussu komst tú í skúla? Hevur tú løtt fartelefonina? At enda, kjakast um hvussu lívið hevði verið uttan hesar orkukeldur.

    • 2Temauppgáva

       

      Vel eina av framtíðar orkukeldum og lýs, hvaðani orkan kemur, og hví tú heldur, at tað er ein góð orkukelda í framtíðini. Ger eina framløgu fyri flokkinum.

    • 3Temauppgáva

       

      Kanna hvussu skúlin verður hitaður upp í dag og lýs, hvørji tiltøk eru sett í verk fyri at tryggja, at so lítil orka sum møguligt fer til spillis. T.d. bjálving, vindeygu og útluftingsskipanir. Kjakast og lýs, um tað kunnu gerast onnur ting fyri at tryggja, at orkan ikki fer til spillis

  • Vinaflokkur

    • 1Vinaflokkur

       

      Sendið úrslitini um upphitingina av skúlanum (Evnisuppgáva 3) til vinarflokk tykkara. Hvørjir eru munirnir og líkleikarnir? Hví eru munir?

    • 2Vinaflokkur

       

      Gerið ein stuttan leik, ið vísir, hvussu tað vildi verið at komið í skúla, um tað knappliga ikki var nakað ravmagn ella hiti. Takið leikin upp vil telefon ella líknandi og sendi til vinarflokkin. Gerið viðmerkingar til myndbondini hjá hvørjum øðrum.

    • 3Vinaflokkur

       

      Gerið ein lista yvir tær framtíðar orkukeldur, tit kunnu koma til hugs - og velji tær tríggjar, tykkum dámar best. Grundgevið hví og sendi til tykkara vinarflokk. Eru tit samd?