Flokka
Plast varð uppfunnið longu í 1800-talinum, tí tey vildu finna eitt annað tilfar enn fílabein til at framleiða nakað so eksotiskt sum biljardkúlur. Í 1920'unum fóru tey undir at gera plast úr ráolju. Harvið byrjaði eisini framleiðslan og brúkið av plasti, sum av álvara tók dik á seg eftir 2. heimsbardaga. Í dag brúka vit rættiliga nógv plast í heiminum. Í teimum norrønu londunum verða ikki minni enn 700.000 tons av plasti tveitt út um árið saman við húsarhaldsburturkastinum.
Í temanum 'Plast í sjónum' kanst tú lesa spennandi fakgreinir ætlaðar náttúru- og samfelagsfakunum, arbeiða við atknýttum undirvísingaruppleggum í flokkinum og síggja spennandi filmar. Í hesum sambandi fært tú meira at vita um m.a. mikroplast, avbjóðingarnar við plasti fyri djóralívið í sjónum og um, hvussu vit minka um nøgdina av plasti í náttúruni.