Havsins týdningur fyri menniskjað hevur gjøgnum tíðina verið ovurstórur, bæði til flutnings og sum kelda til føði, ítróttir og frægd. Hetta er eisini galdandi fyri fólkið í Norðurlondum í dag, tí øll Norðurlond hava strandalendi. Ísland, Føroyar og Grønland hava fiskivinnu sum týdningarmestu vinnuna í landinum, og ein stórur partur av útflutningsinntøkuni hjá hesum londum er tengdur til fiskivinnuna - í Føroyum er tað yvir 80% av útflutningsinntøkunum. Júst tí er tað týdningarmikið, at havið hevur tað gott.
Eisini djóralívið í og nærhendis sjógvin er tengt av, at vit ansa væl eftir havumhvørvinum. Men amerikanskar kanningar vísa, at vit í øllum heiminum tveita umleið 8 milliónir tons av plastburturkasti á sjógv hvørt ár, og tølini væntast at økjast til tað tvífalda tey komandi tíggju árini, um tað ikki eydnast okkum at fáa vent gongdini.
Burturkast á sjónum
Burturkast á sjónum vísir seg at vera tilfar, ið er trupult av niðurbróta. Talan er um tilfar, ið fólk tveita út á landi ella beinleiðis á sjógv. Mest vanliga burturkastið, sum er á sjónum er plast, gummi. pappír, metall, træ, glas, klæðir o.s.fr. Burturkastið kann bæði vera sjónligt við berum eygum, men kann eisini vera trupult at fáa eyga á ella heilt ósjónligt. Hetta seinasta kallast mikroplast.
Skaðaárinið frá plastinum og ávirkanin á náttúruna, djóralívið og fólk er tengt av, hvat tilfar og hvat slag av djórum vit tosa um. Til dømis verða skjaldbøkur lumpaðar til at eta plastposar, tí teir líkjast hvalspýggjum, meðan fuglar ofta verða fangaðir í gomlum fiskigørnum. Summi evni eru eisini meira skaðilig enn onnur, og burturkast úr plasti er ein stórur trupulleiki. Gera vit ikki nakað, verður tað meira plast enn fiskur á sjónum í ár 2050.
Hvussu endar plastið á sjónum?
Tað hevur týdning at vita, hvussu plastið endar á sjónum, um vit hava eitt ynski um at gera nakað við trupulleikan. Burturkast úr plasti finst allastaðni í havumhvørvinum; framvið strendurnar, úti á miðjum havi, í vatnskorpuni og á havsins botni. Nógvar kanningar verða gjørdar burtur úr plastinum fram við strendurnar, men truplari er at kanna plastið í sjónum og á botni, og tí eru fáar kanningar - og harvið minni vitan - gjørdar viðvíkjandi plastinum her. Tó vita vit, at plastið kann hópast upp nærhendis har tað verður tveitt, men eisini at tað kann flóta langt burtur frá upprunastaðnum. Hvussu plastburturkastið ferðast, er tengt av nógvum ymsum ávirkanum, so sum t.d. regni, havstreymum, áum, vindi og landslagi. Eisini hvussu væl plastið heldur sær.
Í 1992 hvarv ein bingja við 29.000 gulum plastdunnum mitt úti í Kyrrahavinum undir flutningi úr Hong Kong, og síðan tá eru gulu plastdunnurnar funnar kring allan heim. Summar eru skolaðar upp á strendurnar á Hawaii, Alaska og Suðuramerika, meðan aðrar eru funnar frystar inni í ísinum í Arktis, í Skotlandi og úti í Atlantshavinum.
Burturkast, sum endar á sjónum, stendst í høvuðsheitum av skeivari ella vánaligari handfaring av burturkasti og av spillvatnsútláti frá bæði fólkum á landi og umborð á skipum. Umhvørvisætlanin hjá Sameindu Tjóðum, UNEP, metir, at 80% av burturkastinum á sjónum kemur frá virksemi á landi, eitt nú tyrvingarplássum, ídnaði og ferðafólkavinnu, meðan hini 20% koma frá virksemi til havs, eitt nú fiskivinnuni, ferðafólkaskipum og boripallum. Fiskimenn tveita reiðskap og gørn í havið. Siglarar missa last og tveita burturkast fyri borð. Boripallar sleppa sær av við útgerð og pakning. Ferðafólk tveita burturkast frá sær við strendurnar.