Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Yrkisbókmentir
Læraravegleiðing

Gloymt loyniorð?

 

Lærumál

{{learningObjectiv.description}}

Uppgávan er nú innlatin

{{assignment.Index}} {{assignment.Type}}

Viðmerkingar

Uppgávur

{{assignment.Comment}}

Far til uppgávur
print

Hvat er plastik?

Floksstig 7.-10. flokkur Lærugrein Náttúrufrøði Lærumál Tøkni og framleiðsla Høvuðsevni Tilfeingi Evni Evnafrøði Plast Slag Tekstur
shutterstock_169794539.jpg

Plastik er eitt evni, sum finst í nógvum skapum og litum. Bæði í Norðurlondum og í restini av heiminum verður plastik, ella plast, sum tað eisini kallast, brúkt til alskyns vørur, til dømis innpakking, møblar, hvítvørur, leikur og elektronikk. Plast er eitt ógvuliga haldgott evni, og kann endurbrúkast fleiri ferðir, um tað verður handfarið rætt. Men um plast ikki verður brúkt á rættan hátt, endar plastið sum dálking í náttúruni.

 

Hvat er plast gjørt av?

Plast verður framleitt úr antin ráolju ella jarðgassi. Ráolja er ein blanding av fleiri ymsum evnum, og fyri at gagnnýta hesi evni, skal oljan reinsast í stórum virkjum. Tað eru ikki øll Norðurlond, ið framleiða plastvørur, men í Finnlandi, Svøríki og Noregi verður rá plastvøra framleidd.

Alt eftir hvørja viðgerð ráoljan verður útsett fyri, verður ymist slag av plasti gjørt. Tað finnast fleiri túsund ymisk sløg av plasti við ymsum eginleikum, so sum t.d. haldbæri, útsjónd og smidleiki. Men plastið kann býtast upp í tveir høvuðsbólkar:

  • Termoplast, ið gerst bleytt, tá tað verður hitað og hart aftur, tá tað verður niðurkølt.
  • Hert plast, ið aldri gerst bleytt aftur, tá tað fyrst hevur fingið ein form, og kann tí ikki bræðast av nýggjum.

 

PVC-plast og merking

Eitt av teimum vanligastu sløgunum av plasti, er PVC (Poly-Vinyl-Chlorid), sum finst í eitt nú regnklæðum, leikum og urtagarðsmøblum. PVC er eitt ógvuliga haldbært slag av plasti, men tá tað verður til burturkast, gerst tað eitrandi fyri náttúruna. Tað er tí av týdningi, at PVC-plast verður latið til endurnýtslu. Tað er eisini av týdningi at halda eyga við bloyttum PVC-plasti, tá slíkt PVC oftast er gjørt bleytt við hjálp av hormon-órógvandi evnum, kallað ftalatir, ið eru skaðilig fyri okkum menniskju.

Hygg til dømis eftir einum tríhyrningi við einum 3-tali í. Tað merkir, at plastið inniheldur PVC. Merkingin er tó sjálvboðin, so tað er ikki altíð, at hetta merkið er at síggja.

 

Tað er tí ikki alt plast, ið kann brúkast til mat og drykkivørur. Men um plasttilfarið, t.d. ein plastspann, er merkt við einum glas- og gaffilmerki, kann tað brúkast at goyma mat í. Merkið er tó ikki á vørum, sum eygsýnliga eru ætlaðar til mat, t.d. plastborðiskar, plastbestikk o.s.fr. Slíkt plast nýtist ikki at latast til endurnýtsluplássið.

 

Vørur úr plasti


Í Norðurlondum brúka vit nógvar ymsar plastvørur hvønn dag. Frá tí at vit fara upp um morgunin og busta tenn við tannbust úr plasti, til vit sita við telduna, sum er gjørt úr plasti, og til vit fara til songar og sløkkja lampuna úr plasti við songarborðið.

 

Sumt slag av plasti kann brúkast aftur og aftur, um tað verður rætt endurbrúkt. Tað er til dømis galdandi fyri plast, ið verður brúkt til flutningskassar og íløt í ymsum støddum, t.d. øl- og sodavatnskassar og sodavatnsfløskur. Annað plast, eitt nú tað, sum matur er pakkaður inní, verður bert brúkt ta einu ferðina. Slíkt plast kann brennast.

 

Tá vit brúka fleiri av heimsins natúrligu ráevnunum til at framleiða pakkitilfar burturúr, er tað ein fyrimunur at spara upp á plastið. Nýtslan av plasti er tó alsamt vaksandi, og tøl frá 2014 vísa, at vit í Norðurlondum tveita 70.000 tons av plasti burtur hvørt ár. Nýtslan av plasti kann avmarkast við at brúka aðra vøru, so sum glas, metall og reint papp. Hesi evnini kunnu tíbetur brúkast aftur, so at vi á tann hátt spara upp á tilfeingið.

 

Bioplast og plast, ið kann niðurbrótast lívfrøðiliga


Bioplast er gjørt burtur úr lívfrøðiligum tilfari, t.d. maisi, korni ella sukurrørum, og kann í flestu førum niðurbrótast lívfrøðiliga. Tað at tilfarið kann niðurbrótast lívfrøðiliga vil siga, at smáar verur eta alt tilfarið og alt tí verður endurnýtt og niðurbrotið. Tilfarið, ið verður brúkt til at framleiða bioplast, kundi verið brúkt til matvørur, og tað er vert at hugsa um í einum heimi, har 790 milliónir fólk svølta.

 

Lívfrøðiliga niðurbrótiligt plast er gjørt úr vanligum plasti, har serligt evni er latið í, sum ger, at tað undir serligum umstøðum kann niðurbrótast til koltvísúrni (CO2) og vatn. Tú kanst sostatt ikki bara tveita hetta plastið frá tær - tað tekur fleiri ár at bróta niður í náttúruni, tí tað krevur eitt serligt umhvørvi við hita, súrevni, UV-ljósi og/ella ensymum at broyta plastið. Umskapanin fer fram í ídnaðarligum sankutaðarvirkjum har umhvørvið er slavið og heitt. 

 

Mikroplast


Tveitir tú ein plastposa, ið er niðurbrótiligur, á sjógv, verður hann niðurbrotin til elasmá petti. Tá pettini gerast undir 5 millimetrar, kallast tað mikroplast. Tað eru eisini aðrar keldur til mikroplast á sjónum, nevniliga klæði og onnur pløgg, ið lata frá sær milliónir av plastfiprum, tá tey verða vaskað, og fiprini enda umsíðir á sjónum. Mikroplast verður eisini beinleiðis framleitt, og latið í tannkrem, húðkrem og máling fyri at geva ein skrubbandi virknað Tað kann sostatt vera plast í tínum tannkremi, sum, tá tú spýtir út, endar á sjónum. Tað kunnu vera upp í 350.000 elasmá petti av plasti í einum kremdunki.

 

Mikroplast í sjónum merkir, at djórini í havinum eta plastið, t.d. hava yvir 90% av øllum sjófuglum plast í maganum, og plastið endar á okkara matvørum, eitt nú í hunangi, øli og víni.

Innrita fyri at síggja meira

Visti tú, at...

Orðið plastik stavar frá grikska orðinum plastikos, sum merkir, “ið kann skapast”.

Uppgávur

  • Fleirvalauppgávur

  • Temauppgáva

    • 1Temauppgáva

      Hvussu endurnýtsluvinarlig er tín kommuna?  

      • Far á granskingarferð á tínum skúla. Hvussu skilir skúlin burturkastið?  
      • Hvat hendir við burturkastinum í tínari kommunu? Finn kunning á internetinum um, hvussu kommunan skilir burturkastið. 
      • Skilja og endurnýta tit plast heima hjá tykkum? Greið tínum síðufelaga frá, hvussu tit handfara plastið har, ið tú býrt.  
    • 2Temauppgáva

      Hvussu lítið av plasti kanst tú brúka ein skúladag? 

      • Ger eitt yvirlit yvir, hvørji ting úr plasti, tú vanliga vilt brúka ein skúladag. Hvussu lítið plast kanst tú brúka gjøgnum ein dag?
      • Minkaði tú plastnýtsluna gjøgnum skúladagin? Ger ein lista yvir, hvat tú ikki brúkti, ella hvat tú brúkti ístaðin fyri plast tann dagin. 
      • Sammet títt úrslit við úrslitið hjá tínum floksfeløgum.  

       

       

  • Vinaflokkur

    • 1Vinaflokkur

      Kannið hvussu nógv plast tit hava í flokshølinum. 

      • Gerið ein lista yvir tey ting úr plasti, sum tit finna í flokshølinum.
      • Er nakað av plastinum merkt? Hvørji súmbol finna tit? 
      • Deilið listan við tykkara vinarflokki.  
      • Latið vinarflokkin koma við uppskotum og hugskotum til, hvussu tit kunnu minka um brúkið av plasti í flokkinum. Er okkurt, ið kann býtast um við onnur lættari niðurbrótilig evni? Hvat kann flokkurin gera við plastið, sum ikki longur verður brúkt?