Sum tilfar kann plast brúkast til nógv; tað heldur væl, tað økir um reinførið, eitt nú við matvørum, og tað er lagaligt at brúka. Men tá tað endar sum burturkast í náttúruni, kann tað hava álvarsligar avleiðingar fyri umhvørvi, djór og menniskju.
Sundurbróting av plasti og øðrum burturkasti
Av tí at plast er gjørt til at halda væl, tekur tað eisini rættiliga langa tíð fyri tilfarið at verða týnt í náttúruni. Í sambandi við vatn, vind, hita og UV-geislingar frá sólarljósi, eru tað fleiri sløg av plasti, ið verða brotin sundur til smærri petti (ella mýl), men tað gongur rættiliga long tíð, innan plastið er heilt burturi. Henda gerðin nevnist sundurbróting.
Tá eitt tilfar er bio-sundurbrótiligt, eru tað smáar lívverur, ið eta tilfarið, og alt verður tí endurnýtt og sundurbrotið. Tað er eitt nú galdandi fyri súreplaskrokkar, men nógv tey flestu sløgini av plasti eru ikki bio-sundurbrótilig.
Áðrenn burturkast verður tveitt í náttúruna, er tað vert at hugsa um, hvussu langa tíð tað tekur burturkastinum at verða sundurbrotið. Talvan her vísir, hvussu long tíð vanliga gongur, áðrenn ymist tilfar og ráevni eru sundurbrotin í sjógvi:
Tilfar | Sundurbróting í sjónum |
Blað | 6 vikur |
Kjarnhúsi á súrepli | 2 mánaðir |
Handskar úr bummull | 1-5 mánaðir |
Ullhandskar | 1 ár |
Krossviður (finér) | 1-3 ár |
Málaður viður | 13 ár |
Dós úr tin | 50 ár |
Dós úr aluminium | 80-200 ár |
Plastfløska | Fleiri hundrað ár |
Hvussu avmarka vit plasti í náttúruni
Burturkast til havs stavar í høvuðsheitum frá skeivari handfaring av ruskinum og útlátinum frá spillvatni, t.d. kloakk. Men tað er trupult at siga heilt neyvt, hvar trupulleikin við útláti og burturkasti er størstur, og tí er tað trupult at gera nakað við avbjóðingina.
Ein av trupulleikunum er tó ivaleyst okkara hugburður til burturkast í náttúruni. Vit eiga tí øll at hugsa nærri um, hvat vit tveita í vaskið, vesið ella beinleiðis í náttúruna. Ein evropisk kanning frá 2008 vísti, at hugburðurin til at tveita burturkast í náttúruna er rættiliga ymiskur í Norðurlondum: Yvir 80% av dønum í kanningini vóru samd í, at tað ongantíð er nøkur umbering fyri at tveita skrell í náttúruna, meðan tað í eitt nú Finnlandi og Svøríki bert var umleið 50 %, sum hildu tað sama.
Í høvuðsheitum kann sigast, at okkara nýtsla av vørum og mati eru tengd saman við mongdini á burturkasti. Jú meira, vit brúka, tess meira burturkast skapa vit. Um vit vilja minka um brúkið av plasti, kann tað vera eitt hugskot at avmarka brúkið av vørum og mati yvirhøvur - og serliga okkara brúki av pakkitilfari.
Góð, umfatandi lóggáva er eitt týðandi amboð í stríðnum fyri at minka um burturkast á sjónum. Havstreymar og vindur gera, at plast, ið er tveitt út í einum parti av heiminum, kann enda í einum heilt øðrum heimsparti, og trupulleikarnir við burturkasti eru tí ein altjóða trupulleiki. Sostatt eigur lóggávan á økinum eisini at vera altjóða. Í dag eru rættiliga nógvar ymsar lógir viðvíkjandi burturkast í havumhvørvinum. Tær eru fløkjaligar, og eru galdandi bæði í landspørtum, londum og eisini millumtjóða. Kortini eru trupulleikar við at handhevja lógirnar, t.e. at støðga teimum, ið ikki halda seg til viðtøkurnar.
Handfaring av burturkasti
Tað eru ymiskar viðtøkur, hvussu skiljing av burturkasti fer fram í Norðurlondum. Hesar viðtøkur hjálpa okkum at ansa sum best eftir náttúruni.
Besti háttur at minka um burturkast á sjónum er tó við at fyribyrgja, at burturkastið yvirhøvur endar í náttúruni. Tað kunnu vit eitt nú gera við, at vit hugsa meira um, hvussu burturkastið verður handfarið í gerandisdegnum: Eitt pappírspetti frá onkrum góðgæti kann t.d. leggjast í lumman til ein kemur fram á eitt ruskílat. Tá ein reisist frá sínum plássi á strondini ella í náttúruni, eigur ein at taka alt við sær, so at einki fýkur út á sjógv. Endurnýt tínar plastposar og hugsa um, hvussu nógvan innpakning tú brúkar. Tú kanst eisini bjóða teg fram til at savna burturkast í náttúruni hjá einum av felagsskapunum, ið arbeiða fyri eini reinari náttúru.
Sí filmin hjá norsku strandaruddingarverkætlanini Ren Kyst í Tromsø her (á norskum):