Plastpettir undir fimm millimetrar kallast mikroplast. Tað eru elasmá plastpetti, ið kunnu vera trupul at síggja við berum eygum. Summi eru ósjónlig fyri okkum menniskju. Tað finnast tvær keldur til mikroplast:
- Uppruna mikroplast, ið er framleitt sum smá plastpetti og m.a. finnast í smyrslum, tannkremi og reinsikremi fyri at geva ein skrubbandi virknað.
- Tilkomið mikroplast, ið er plastpetti, ið eru pettað úr øðrum vørum, eitt nú klæðum, ið eru vaskað, ella størri plastpettum, ið eru brotin niður.
Tað verður latið meira út av tilkomnum mikroplasti enn uppruna mikroplasti. Vit vita, at nógv av havsins djórum og verum eta mikroplastið ótilvitað, og plastið harvið verður tikið upp í føðiketuna. Enn er óvist hvørja ávirkan hetta plastið hevur á føðiketuna, men ST slær fast, at plastdálkingin av høvunum er "ein felags ampi fyri mannaættina".
Orsaka av havstreymunum savnast mikroplastið í sonevndum plastsuppum. Tað finnast fimm ovurstórar suppur við stórari miðsavnan av mikroplasti, ið flýtur beint undir havskorpuni. Støddin á hesum suppum er at sammeta við Afrika. Tær íkoma tí havstreymarnir súgva burturkastið inn móti miðjuni, og harvið sleppur plastið ikki burtur aftur.