Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Yrkisbókmentir
Læraravegleiðing

Gloymt loyniorð?

 

Lærumál

{{learningObjectiv.description}}

Uppgávan er nú innlatin

{{assignment.Index}} {{assignment.Type}}

Viðmerkingar

Uppgávur

{{assignment.Comment}}

Far til uppgávur
print

Plast, djór og menniskju

Floksstig 7.-10. flokkur Lærugrein Náttúrufrøði Lærumál Tøkni og framleiðsla Høvuðsevni Orkukeldur Evni Vistskipanir Plast Havið Slag Tekstur
Steven Siegel.jpg

Dálking av plasti hevur stóra ávirkan á djóralívið í og kring havið. Djór hava, eins og menniskju, tørv á einum heilsugóðum og tryggum umhvørvi fyri at liva væl. Plast og annað burturkast, sum endar á sjónum, kann skaða djórini á fleiri mátar; tey kunnu t.d. skera seg, sita føst, ella kvalast

 

Plast er vandamikið fyri havsins djór


Djór eru forvitin av náttúru og verða drigin at, tá tey finna okkurt nýtt í teirra nærumhvørvi - tey spæla t.d. við burturkast ella brúka tað til skjól. Harvið koma tey heilt nær at burturkastinum og koma í vanda fyri at fløkjast inn í tað ella skera seg av tí. Djór, ið verða fløkt inn í burturkast, kunnu sita føst ella verða særd. Tað merkir, at evnini at svimja, finna føði og flýggja undan ránsdjórum avmarkast.

 

Nógv av havsins djórum eta plastið, sum endar á sjónum. Tey gera tað antin av óvart, ella tí tey blanda plastið við teirra vanligu føði. Skjaldbøkur eta til dømis plastposar, sum tær halda vera lívrætturin; hvalspýggjur. Tá djór fáa plast niður í seg, kann tað elva til at tey kvalast, tí plastið setir seg fast í svølgrúminum. Tey kunnu eisini vera í vanda fyri ikki at fáa nóg mikið av føði ella at svølta, tí plastið forðar fyri matinum. Hvøss ting, so sum metall ella hart plast, kunnu skaða djórini, og elva til infektión og pínu.

 

Burturkast í sjónum kann eisini elva til, at summi djórasløg í havinum verða førd hagar tey ikki natúrliga hoyra heima. Tað hendir, tá djórini sita føst í burturkasti, ið rekur við havstreymunum. Á teimum nýggju støðunum, kunnu fremmandu djórasløgini órógva vistskipanina í teimum nýggju økjunum, tey enda í. Hetta fyribrigdið kallast innrás av fremmandum djórasløgum, og kann vera orsøk til stórar skaðar á tað upprunaliga lívfjølbroytni.

 

Plast í føðiketuni


Enn vantar gransking um plast í føðiketuni, men tekin eru um, at fiskarnir eta mikroplastið í sjónum. Harvið er møguleiki fyri, at plastið verður tikið upp í føðiketuna. Kanningar vísa, at hundrað milliónir tons av plasti í havinum hevur ógvusligar, neiligar avleiðingar fyri vistskipanina í havinum. Til dømis er plast at finna í nógvum kræklingum, og tað ávirkar teirra møguleika at nørast. Granskarar hava funnið plast í meira enn fjórðu hvørjari sild í Danmark, og hjá havfuglum er tað yvir 90 %, sum hava plast í maganum.

 

Plast og menniskju


Burturkast í havumhvørvinum - á strondini og í sjónum - er ikki einans skemmandi, tað ger eisini strendurnar minni lokkandi fyri fólk at brúka. Strandarsamfeløg kunnu missa týðandi inntøkur, um ferðafólkini halda seg burtur orsaka av burturkasti, og tey kunnu tí verða noydd at brúka nógvar pengar til upprudding.


Plast og burturkast fram við strondunum kann eisini skapa trupulleikar fyri okkara heilsu. Ein kann til dømis skera seg av hvøssum kantum, froskmenn kunnu gerast fastir í fiskigørnum og -línum og skitið burturkast, t.d. burturkast frá heilivági, kann smitta strandargestir, um teir nerta við tað.


Mikroplast finnur veg til okkara matvørur og kann eitt nú sporast í øli, hunangi og víni. Tað er tí sannlíkindi fyri, at tú kanst fáa plast niður í teg, uttan at tú veit av tí. Hvørja ávirkan tað fær fyri kroppin, vita granskararnir ikki enn. Spurningurin er, um tú hevur hug til at taka kjansin.

Innrita fyri at síggja meira

Teknari/Mynd: Steven Siegel/Marine Photobank

Útgevari: Norden i Skolen

Skrivað ár: 2016

Uppgávur

  • Fleirvalauppgávur

  • Temauppgáva

    • 1Temauppgáva

      Hvussu kann flokkurin endurnýta plastburturkastið frá skúlaøkinum?

      • Farið saman í bólkar og finnið plast á skúlaøkinum
      • Takið plastið við aftur til flokshølið, setið tykkum saman í bólkinum og endursniðgevið plastið til eina vøru, ið kann brúkast í flokshølinum
      • Gerið eina tíðarlinju við menningini av plastinum frá tá tit funnu tað til ta lidnu vøruna
      • Leggið tíðarlinjuna og vøruna fram fyri hinum bólkinum
    • 2Temauppgáva

      Hvønn týdning hevur havið fyri eldru ættarliðini?

      • Gerið samrøðu við ein vaksnan ella eldri persón um, hvønn týdning havið hevur havt í lívinum hjá viðkomandi?
      • Hvat vita tey um hvussu plastið dálkar havið? Og hvørjar tankar hava tey gjørt sær um, hvat unga ættarliðið kann gera fyri at verja jørðina móti burturkasti og dálking?
      • Spyrjið eftir minst trimum góðum ráðum til, hvat konkret kann gerast fyri at ansa betur eftir okkara gongustjørnu
      • Skrivið samrøðurnar og ráðini niður, og hangið tey upp í flokshølinum
  • Vinaflokkur

    • 1Vinaflokkur

      Hvørjir býir eru teir týdningarmestu strandarbýirnir í tínum landi?  

      • Býtið flokkin upp í fýra bólkar, sum hvør velur ein strandarbý at kanna
      • Kannið hvønn týdning havið hevur fyri inntøkukeldurnar og menningina hjá strandarbýunum 
      • Gerið eina samanklipta mynd (kollasju) við myndum og teksti, ið lýsa strandarsamfelagið
      • Takið myndir av øllum kollasjunum og deilið tær við einum vinarflokki