Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Læraravegleiðing

Lærumál

{{learningObjectiv.description}}

Uppgávan er nú innlatin

{{assignment.Index}} {{assignment.Type}}

Viðmerkingar

Uppgávur

{{assignment.Comment}}

Far til uppgávur
print

Matoyðsl í heiminum

Billede 18-08-15 15.42.31.jpg

Í dag hava vit 7,3 milliardir fólk í heiminum, og okkara jørð skal veita mat til øll. Heimurin hevur í løtuni ikki mat til øll. Men vit brúka ikki heimsins tilfeingi nóg væl. Í dag fer 1/3 av øllum mati, ið verður framleiddur, til spillis, tó at hann væl kundi verið brúktur sum føði til fólk.

 

Matframleiðsla krevur nógv tilfeingi. Vatn skal brúkast til at dyrka, og orka til at heysta og framleiða. Um vit lata matin fara til spillis, so verður veðurlagið á jørðini tyngt við vakstrarhúsgassum og CO2. Vit missa tilfeingi hjá jørðini og missa pengar – til onga verðsins nyttu. Tað kunnu vit gera nakað við!

 

Um bert ein fjórðingur av matinum, sum nú fer til spillis í heiminum, verður bjargaður ístaðin, vildi tað verið nóg mikið av mati til 870 milliónir svong fólk.

 

Í vesturheiminum er tað serliga hjá okkum brúkarum, at maturin fer til spillis. Í øðrum pørtum av heiminum fer størsta matoyðslið fram, tá maturin verður heystaður, framleiddur og fluttur til brúkaran. Vit, ið búgva í vesturheiminum, hava tí ein týðandi leiklut í at minka um matoyðslið. Tí skulu vit øll hugsa meira snilt.


Hvussu kanst tú stríðast móti matoyðsli í heiminum?

  • Hugsa um, hvaðani maturin, ið tú etur, kemur frá
  • Ansa serliga væl eftir, at matur, ið kemur av longum vegi, ikki fer til spillis
  • Kanna staðarbundna og árstíðarbundna matin

 

Visti tú...?

  • Ein triðingur av øllum mati til fólk á heimsstigi fer til spillis. Tað svarar til uml. 1,3 milliardir tons – hvørt ár.
  • Næstan helmingurin av allari frukt og grønmeti, sum verða framleidd á heimsstigi, fer til spillis.
  • Matur fer fyri skeyti ella til spillis í allari flutningsketuni; frá dyrkan og framleiðslu av mati til brúk í heimunum
  • Matoyðsl kostar fleiri hundrað milliardir krónur og er heimsins 3. størsti CO2 syndari

(Kelda: ST og stopspildafmad.dk)

Innrita fyri at síggja meira

Uppgávur

  • Fleirvalauppgávur

  • Temauppgáva

    • 1Temauppgáva

       

      Tað verður brúkt vatn, orka og ofta eisini spræningarevni til at dyrka mat, men 1/3 av heimsins mati fer beinleiðis í ruskspannina - tað kunnu vit gera nakað við! Skriva minst trý átøk, ið tín flokkur kann gera fyri at minka um matoyðslið í heiminum.

    • 2Temauppgáva

       

      Finnið eitt heimskort og heingið tað upp í flokkinum. Skrivið niður minst 5 sløg av rávørum, sum tú etur nógv av á skúlanum. Hvaðani koma hesar rávørur? Set merki á heimskortið, har matvørurnar, tú etur, eru dyrkaðar.

  • Vinaflokkur

    • 1Vinaflokkur

      Skrivið minst tríggjar matrættir niður, sum hava rávørur frá tykkara landi, og finnið eina mynd av hvørjum rætti. Deilið við vinarflokkin