Oversættelse mangler
Oversættelse mangler
Oversættelse mangler
Oversættelse mangler
Oversættelse mangler
Oversættelse mangler
Oversættelse mangler

Anguniakkat

{{learningObjectiv.description}}

Suliaq tunniunneqarpoq

{{assignment.Index}} {{assignment.Type}}

Oqaaseqaat

Suliassat

{{assignment.Comment}}

Vinalag (læraravegleiðing)

INNLEIÐSLA

”At taka vinalag frá lívinum er eins og at taka sólina frá jørðini”, skrivaði rómverski heimspekingurin Cicero í ár 30 f.Kr. Evnið Vinalag setir sjóneykuna á, hvønn týdning vinalag hevur fyri menniskju. Hvat hevur tað at siga at vera vinir? Hvat skulu vinir brúkast til? Hvat er eitt gott vinalag?

 

Í Vinalag er undirvísingartilfar á grannamálunum donskum, norskum og svenskum, ið viðger evnið um vinalag og samband millum menniskju. Menniskju eru sosialar verur, sum tørvar onkran at dáma og onkran, ið dámar ein, fyri at trívast. Vinalag tekur til umhugsunnar leiklutin hjá vinalagnum í lívinum hjá fólki. 

 

 

ENDAMÁL

Endamálið við evninum Vinalag er, at næmingarnir fáa innlit í ymiskar kenslur og royndir, ið knýta seg at vinaløgum. Næmingarnir verða eggjaðir til at hugsa um og kjakast um, hvørja ábyrgd vit sum menniskju hava í mun til vinir og onnur menniskju. Í evninum koma næmingar í samband við grannamálini danskt, norskt og svenskt í skrivaðum og tosaðum formi. Evnið fer í síni heild at styrkja grannamálsfatanina hjá næmingunum og víðka teirra fatan av, hvønn týdning menniskju hava fyri hvørjumøðrum.

 

 

 

BYGNAÐUR

Í Vinalagi eru stuttfilmir við undirtekstum og tilhoyrandi niðurskrivaðum samrøðum umframt brot úr skaldsøgum og stuttsøgum við upplestri. Tað er ikki neyðugt at arbeiða við øllum tilfarinum í evninum. Norden i Skolen mælir til tvær ymsar leiðir; Vinur ella fíggindi ella Vinalag og ábyrgd. Sum lærari kanst tú velja aðra av leiðunum ella velja frítt í tilfarinum, alt eftir tørvinum hjá tínum flokki.

 

Leið 1: ’Vinur ella fíggindi´

  • Vel norska stuttfilmin ’To mot en’, donsku stuttsøguna ’Veninder’, svensku stuttsøguna ’Liten julnovell’ og danska tekstin ’Blå øjne’. Tilhoyrandi uppgávurnar seta fokus á vinalag, happing og kapping, og hvussu vit øll hava ein leiklut at spæla í mun til hvør annan. Eru stundir, kann leið 2 eisini knýtast uppí.

 

Leið 2: ’Vinalag og ábyrgd´

  • Vel danska stuttfilmin ’Akvarium’, svensku stuttsøguna ’Miriam och jag och världen’ og brotið úr norsku skaldsøguni ’Ingen dager uten regn’. Atknýttu uppgávurnar vísa á styrkina av at koma hvørøðrum við og hjálpast at. Uppgávurnar lata upp fyri at hugsa um ábyrgdina, vit hava fyri hvør øðrum sum vinir og medmenniskju. Harumframt er tað viðkomandi at síggja stuttfilmin ’To mot en’ fyri at fáa meira dýpd í evnið vinalag og ábyrgd.

 

 

UPPGÁVUR OG LJÓÐORÐABÓK

At tilfarinum eru knýttar fýra sløg av uppgávum, sum kunnu síggjast sum vegleiðandi sundurbýti:

 

  • Mál og mentanarfatan (Fokus á málið og mentanina)
  • Inn í tekstin (Upplýsingarpartur)
  • Niður í tekstin (Greiningarpartur)
  • Út úr tekstinum (Perspektiveringspartur)

 

Í tekstinum liggur ein innbygd ljóðorðabók, har næmingarnir kunnu velja at gera brúk av hjálpini. Við at trýsta á orðini, sum eru appelsinlitt, verður ein kassi latin upp, har ein kann hoyra orðið og síggja týðingarnar á donskum, svenskum, bókmáli og nýnorskum.

Loginerit takusaqarnerorusullutit

: Stefan Åge Hardonk Nielsen

Saqqummersitsisoq: Norden i Skolen

Saqqummerfia: 2018