4fod
{{learningObjectiv.description}}
{{assignment.Comment}}
INNLEIÐSLA
Evnið Lygn og sannleiki setir sjóneykuna á tvístøðuna millum rætt og rangt - hvat, ið er lygn, og hvat, ið er sannleiki. Lygn og sannleiki eru mótsetningar, men er lygnin altíð tað øvugta av sannleikanum? Er sannleikin tengdur at støðuni, ella finst ein objektivur sannleiki?
Í Lygn og sannleika er eitt úrval av frálærutekstum, ið viðgera etiskar og moralskar tvístøður í gráa økinum millum tað, ið er satt og falskt. Í ævintýrinum 'Nýggju klæði keisarans' hjá H.C. Andersen, er tað bert tann lítli drongurin, ið torir rópa sannleikan, tá øll onnur hava góðtikið eina lygn. Um nóg mikið av fólkum halda nakað, merkir tað so, at tað er satt?
Evnið tekur til umhugsunnar, hvussu menniskju taka støðu til sannleikan.
ENDAMÁL
Endamálið við evninum Lygn og sannleiki er at lýsa gráa økið millum lygn og sannleika í okkara lívi. Næmingarnir verða bidnir um at taka til umhugsunnar hvat er rætt og skeivt í fleiri ymsum støðum, ið verða bornar fram í tilfarinum. Næmingarnir nema her kunnleika til grannamálini danskt, norskt og svenskt í skrivaðum og tosaðum formi. Allir tekstirnir eru lisnir inn, so teir kunnu hoyrast, og næmingarnir uppliva lokala máltónan. Næmingarnir verða gjørdir varugir við líkleikar og munir millum grannamálini umvegis ferðsluljósháttin í uppgávunum. Evnið vil í síni heild vera við til at menna fatanina av grannamálunum, og víðka teirra fatan av, hvat sannleiki er.
BYGNAÐUR
Við í Lygn og sannleika eru stuttfilmar, eitt sjónbandalag, brot úr skaldsøgum, ævintýr, stuttsøgur og ein faktekstur. Ikki er neyðugt at arbeiða við øllum tilfarinum. Norden i Skolen mælir til tríggjar leiðir: 'Svik', 'Sannleikin er illa lýddur' og 'Títt sanna eg'. Tú kanst sum lærari velja eina av leiðunum ella velja sum tær lystir í tilfarinum, alt eftir hvat hevur týdning fyri tín skúlaflokk.
Leið 1: 'Svik'
Leið 2: 'Sannleikin er illa lýddur'
Leið 3: 'Títt sanna eg'
UPPGÁVUR OG LJÓÐORÐABÓK
At tilfarinum eru knýttar fýra sløg av uppgávum, sum kunnu síggjast sum vegleiðandi sundurbýti:
Í tekstinum liggur ein innbygd ljóðorðabók, har næmingarnir kunnu velja at gera brúk av hjálpini. Við at trýsta á orðini, sum eru appelsinlitt, verður ein kassi latin upp, har ein kann hoyra orðið og síggja týðingarnar á donskum, svenskum, bókmáli og nýnorskum.