Oversættelse mangler
Oversættelse mangler
Oversættelse mangler
Oversættelse mangler
Oversættelse mangler
Oversættelse mangler
Suliaq pillugu atuakkiat
Ilinniaetitsunut ilitsersuut

Glemt password?

 

Anguniakkat

{{learningObjectiv.description}}

Suliaq tunniunneqarpoq

{{assignment.Index}} {{assignment.Type}}

Oqaaseqaat

Suliassat

{{assignment.Comment}}

Vit eru útnorður

INNLEIÐING OG ENDAMÁL

Verkætlanin ’Vit eru Útnorður’ vendir sær til børn og ung í 7.-10. flokki í Føroyum, Íslandi og Grønlandi, og setur fokus samleikan í Útnorði. Hvat merkir tað at vera úr Útnorði? Finst ein felags útnorðurlendskur samleiki, og er hann kanska ólíkur felagsskapskensluni, sum ein kann hava mótvegis hinum Norðurlondunum? Eru útnorðurlendskur samleiki og tjóðarsamleiki bert tvær síður av somu søk? Og hvussu er við persónliga samleikanum – er pláss fyri honum?

Ígjøgnum verkætlanina koma næmingarnir at fáast við ymisk sjónarmið og ymiskar tilgongdir til hugtakið samleiki. Ígjøgnum útvald útnorðurlendsk verk (partur 1) koma næmingarnir at arbeiða við og hugleiða um Útnorður og seg sjálvan sum part av einum mentanarligum felagsskapi. Hetta arbeiðið skapar grundarlagið til part 2, har næmingarnir framleiða sínar egnu stuttfilmar, sum verða lagdir á felags síðuna á Norden i Skolen, har næmingar tvørtur um landamørk fáa atgongd til filmarnar hjá hvørjum øðrum. Á Útnorðurdegnum tann 23. september verður eitt útnorðurlendskt skúlakjatt (partur 3) fyri føroyskar, íslendskar og grønlendskar flokkar, har næmingar fáa høvi at hitta hvønn annan tvørtur um útnorðurlendsku landamørkini.

Í verkætlanini ’Vit eru Útnorður’ koma næmingarnir at møta føroyskum, íslendskum og grønlendskum/donskum í bæði talu og skrift. Í síni heild fer verkætlanin at styrkja kunnleikan hjá næmingunum til mál í Útnorði og at víðka um teirra (út)norðurlendsku mentanarfatan.

 

BYGNAÐUR

Partur 1: Útnorðurlendsk verk (uml. 4-6 undirvísingartímar)


Fyri at skapa eitt grundarlag til kjak um útnorðurlendskan samleika, líkheitir og munir eru fylgjandi útnorðurlendsku verk útvald, sum tit koma at arbeiða við: 

  1. 'Mítt land’ av Eyðun Nolsøe (føroyskt tónleikalag, 4 min.) – undirtekstur á øllum málunum.
    Tilhoyrandi uppgávur seta fokus á tjóðarromantiskar áskoðanir viðvíkjandi tjóðskapi og samleika, og kunnu næmingarnir soleiðis skapa sær eina nútímans fatan av tjóðarsamleika. Í hesum samanhangi leggja uppgávurnar upp til, at næmingarnir lesa, lurta eftir og arbeiða við uppgávum í sambandi við útnorðurlendsku tjóðsangirnar (Tú alfagra land mítt, Lofsöngur, Nunarput utoqqarsuanngoravit). Fyrsta uppgávan til ’Mítt land’ snýr seg um føroyska málið og gevur næmingum frá hinum londunum eina málsliga tilvitan um skyldskapin hjá føroyskum við hini norðurlendsku málini.
    Mett tíð: 1 undirvísingartími (uttan tjóðsangir) / 2-3 undirvísingartímar (við tjóðsangum)
  2. ’Half & half’ av Aká Hansen (grønlendskur stuttfilmur, 3 min.) – undirtekstur á øllum málunum.
    Stuttfilmurin og tilhoyrandi uppgávur umrøða tað at hava ein deildan samleika, og hvussu tað kann kennast at vaksa upp ímillum tvær mentanir.
    Í ’Half & half’ tosa tey bæði danskt og grønlendskt. Tað er upplagt fyri føroyskar og íslendskar næmingar at leita sær meiri kunning á internetinum um málslig viðurskifti í Grønlandi.
    Mett tíð: 1 undirvísingartími
  3. Góðir gestir’ av Ísold Uggadóttir (íslendskur stuttfilmur, 20 min.) – undirtekstur á øllum málunum. Stuttfilmurin og tilhoyrandi uppgávur varpa ljós á tað at standa við sín egna samleika í eini frammanundan ráðandi mentan. Har hini verkini hava snúð seg um tjóðarsamleika og einstaklingsins sjálvsfatan í hesum sambandi, so snýr hetta verkið seg meira um persónliga samleikan hjá hvørjum einstøkum og rættin til at vera tann, ein er – í summum førum í stríð við (tjóðar)defineraðar mentanarligar normar.
    Fyrsta uppgávan viðger íslendska málið, og gevur næmingum frá hinum londunum eina málsliga tilvitan um skyldskapin hjá íslendskum við hini norðurlendsku málini.
    Mett tíð: 2 undirvísingartímar

Tosið saman í flokkinum, um verkini úr grannalondunum vildu verið tey somu ella vildu farið fram á sama hátt, um tey vóru skapt ella høvdu gingið fyri seg í tykkara landi.

 

 

Partur 2: Filmframleiðsla: ”Mítt norðurland” (uml. 6 undirvísingartímar)

 

Nú er tíðin komin at gera egnar næmingafilmar. Filmarnir kunnu vera upp til 1 minutt til longdar, og niðanfyristandandi krøv viðvíkjandi innihaldi og skapi mugu fylgjast. At enda skal filmurin leggjast á síðuna Norden i skolen, har hann saman við hinum filmunum kemur at vera við til at geva eina spennandi og livandi mynd av Útnorði og teimum mongu hugsanum, kenslum og hugskotum, sum finnast á hesum breiddarstigum. Tað er faktiskt heilt einfalt – vís okkum eitt lítið petti av tínum norðurlandi!

Soleiðis gert tú:
Við filminum skalt tú vísa á og greiða frá einum staði, har tú býrt ella ert, sum tú heldur er serstakt. Hvat er hetta fyri eitt stað, og hví hevur tað nakað serligt at týða fyri júst teg? Staðið kann vera so nógv. Tað kann vera einfaldi grasbletturin, har tú fekst fyrst kossin, ella vakra náttúran, sum bergtekur teg, hvørja ferð tú ert eitt ávíst stað. Tað kann vera tónleikarúmið í skúlanum, tí tú elskar at spæla gittar, ella fótbóltsfelagið, har tú heldur teg í form og styrkir tíni vinarbond, ella kanska tað er loyndarliga staðið aftan fyri skúrin, har tú venur at standa á einum beini! Faktiskt kann tað vera vindeygakarmurin í tínum kamari, har kaktusin, sum tú hevur havt, síðani tú vart lítil, enn grør, ella sjóvarmálin, har tú stúrir fyri plastdálking. Tað týdningarmikla er, at staðið hevur ein serligan týdning fyri teg – óansæð um tað er tengt at gleði, sorg, stuttleika, álvara, frælsi, ella øðrum, og óansæð um tað er stórt ella lítið.


Innihaldskrøv:

Tín filmur eigur at innihalda fylgjandi (les tó ikki spurningarnar upp í filminum, og minst til at tosa á føroyskum):

  • Hvar eru vit? (greið frá/vís hyggjaranum, hvar vit eru, og møguliga eisini hvat hendir her – royn og lýs staðið og vís staðið, soleiðis at hyggjarin veruliga merkir tað).
  • Greið frá/vís, hví hetta staðið hevur serligan týdning fyri teg. Hvat merkir tú, tá tú ert her? Hvat er her, sum tú heldur vera áhugavert?
  • Hvørjar vónir hevur tú fyri hesum staði í framtíðini? Greið frá/vís.
  • Enda filmin við at siga júst hendan setning: ”Eg eiti xxx (títt navn!) – hetta er mítt norðurland”.

Góð ráð og krøv viðvíkjandi skapi:

  • Byrja við at gera eitt søguborð – á enskum ’storyboard’, sum er ein visuel framløga av, hvussu filmurin skal síggja út
  • Filmurin má vera í mesta lagi 1 minutt til longdar. 
  • Filmurin skal takast upp á ’serliga’ staðnum.
  • Filmurin skal enda við, at hyggjarin hoyrir teg siga fylgjandi setning: ”Eg eiti xxx (títt navn!) – hetta er mítt norðurland”.
  • Filmurin kann takast upp antin við telefon, teldli, filmtóli ella øðrum. Týdningarmikið er, at tikið verður upp við ’landscape view’, t.v.s. at tólið er vatnrætt, meðan filmað verður.
  • Tað er ein fyrimunur, um tit arbeiða saman tvey og tvey, soleiðis at tit kunnu skiftast um at filma hvønn annan.
  • Tosið saman í flokkinum um, hvussu tit kunnu tryggja tykkum gott ljóð á filminum, um tað t.d. er nógvur vindur, og títt stað er uttandura. Kann ljóðið kanska takast upp aftaná og síðani verða sett saman við filmupptøkuni?

Tá tit eru liðug við filmarnar, leggja tit teir á Norden i Skolen. Her kunnu tit síðani fara inn og hyggja at øllum hinum filmunum. Hvørjar líkheitir og munir munnu finnast í Útnorði? 


Partur 3: Luttak í útnorðurlendskum skúlakjatti á Útnorðurdegnum (1 undirvísingartími) 

Á 15. oktober verður útnorðurlendskt skúlakjatt fyri næmingum í 7.-10. flokki (= 8.-10. flokki í Íslandi). Í skúlakjattinum møta tit javnaldrar frá hinum báðum londunum og fáa møguleikan at skapa tykkara egnu royndir við ’Útnorði’.

 

Útnorðurlendska skúlakjattið verður mest møguligt á skandinaviskum (danskt, norskt ella svenskt). Allir 7.-10. flokkar í Íslandi, Grønlandi og Føroyum kunnu luttaka – eisini teir, sum ikki hava luttikið í parti 1 og 2 av verkætlanini.

 

Meldið tykkum til (út)norðurlendskt skúlakjatt her, og fyrireikið tykkum til Spyrjitíman her

 

Loginerit takusaqarnerorusullutit