Oversættelse mangler
Oversættelse mangler
Oversættelse mangler
Oversættelse mangler
Oversættelse mangler
Oversættelse mangler
Suliaq pillugu atuakkiat
Ilinniaetitsunut ilitsersuut

Glemt password?

 

Anguniakkat

{{learningObjectiv.description}}

Suliaq tunniunneqarpoq

{{assignment.Index}} {{assignment.Type}}

Oqaaseqaat

Suliassat

{{assignment.Comment}}

Læraravegleiðing til stuttfilmir

Innleiðsla

Í hesari tilgongdini læra næmingarnir eina røð av norðurlendskum stuttfilmum at kenna. Filmir, ið snúgva seg um kollveltandi hendingar, summar lættar at kenna aftur, aðrar meira óvanligar, ið hoyra barndóminum, ungdóminum og byrjanini av vaksna lívinum til; forelskilsi og fyrstu kynsligu kenslurnar, sakloysismissur, valdsgerðir og at gerast við barn ung, samleikaskapan og samleikatrupulleikar, samlívstrupulleikar, hjartasorg og sorg yvir deyða. Gongdin nemur við filmir úr nærum øllum Norðurlondum, og kann síggjast við undirtekstum á øllum norrønu málunum.

 

Endamál

Ætlanin er, at næmingarnir skulu venja seg við stuttfilmir sum filmsgrein, og finna fram amboð til at gera eygleiðingar og kenna ávirkanarmegina hjá filmum til at grunda teirra greining. Gongdin leggur upp til, at lærarin sjálvur miðlar ástøðir um fiksjónsfilmir, stuttfilmir og filmiska ávirkanarmegi í mun til tað, sum er atgeingiligt í lærubókum skúlans.

 

Samstundis geva filmir næmingunum møguleika at læra hini norðurlendsku málini at kenna, bæði munnliga og á skrift, og stutti formurin gevur eitt nú møguleika fyri fyrst at síggja filmin við talu og teksti á upprunamálinum, og síðan við teksti á móðirmálinum hjá næmingunum. Tað er upplagt, tá arbeitt verður við filmi á grannamáli, at lata næmingarnar fara í dýbdina við avskrivaðum teksti ella brúka tað, ið næmingarnir hoyra í filminum sum útgangsstøði fyri at tosa um munir og líkheitir millum málini.

 

Bygnaður

Gongdin, sum sæst herundir, hevur átta modul. Fyrsta modul er ein innleiðsla til stuttfilmir, har næmingarnir sjálvir, við støði í trimum ávísum stuttfilmum, royna at finna felags brøgd og seta orð á hesi. Síðan eru tvey modul, sum leggja dent á ymisk sjónarhorn í filmsgreining, og síðan trý modul, har næmingarnir venja teirra kunnleika til filmiska ávirkan í greining av trimum ymsum stuttfilmum. At enda er eitt modul, har kjakast verður um blandið millum fiksjón og fakta í stuttfilmi og tilgongdin endar við, at næmingarnir framleiða eitt poddvarp, har tey í bólkum kjakast um ein stuttfilm, tey sjálvi hava valt. Til allar stuttfilmirnir eru uppgávur, sum kunnu vera við í modulunum, hetta er to ikki neyðugt (t.d. í førsta moduli). Tær síggjast í ætlanini herundir. Síðan verður latið upp fyri, at broyta fokus ella arbeiða sjálvstøðugt við einstakum filmum.

 

PDF Ætlan fyri tilgongd

 

 

 

Loginerit takusaqarnerorusullutit

Saqqummersitsisoq: Norden i Skolen

Saqqummerfia: 2021

Perorsaanermut tunngassutininnut ilitsersuisoq: Anne Sofie Skemt Hjuler