Egon Mathiesen
{{learningObjectiv.description}}
{{assignment.Comment}}
INNLEIÐSLA
Evnið Lille Nord er eitt savn við kendum teknifilmum og sangum fyri yngstu næmingarnar í skúlanum. Filmarnir eru klárir at vísa, og uppgávurnar eru einfaldar og kunnu lættliga brúkast í flokkinum. Næmingarnir kunnu eitt nú uppliva donsku klassikararnar Vitello og Apuna Osvald, svenska klassikaran Alfons Åberg umframt rithøvundin, sum hevur yrkt norska tjóðsangin, Bjørnstjerne Bjørnson.
ENDAMÁL
Endamálið við evninum Lille Nord er, at næmingarnir í yngstu flokkunum læra grannamálini danskt, norskt og svenskt at kenna á ein einfaldan og viðkomandi hátt. Næmingarnir fáa møguleika at síggja, hoyra og syngja við á skandinavisku málunum. Evnið kann við fyrimuni brúkast í samstarvi við tónleikalæraran.
BYGNAÐUR
Í Lille Nord eru stuttir teknifilmar, barnasangir og ein yrking við tilhoyrandi uppgávum. Tað ber til, um tað gevur meining fyri næmingabólkin, at brúka undirtekstirnar, ið finnast á teimum níggju norðurlendsku málunum. Tað er ikki neyðugt at arbeiða við øllum tilfarinum í evninum. Norden i Skolen mælir til tvær ymsar leiðir: Norðurlendskir klassikarar og Norðurlendskur lýrikkur. Tú kanst sum lærari velja aðra av leiðunum, ella velja frítt millum tilfarið í evnunum, alt eftir hvat er mest viðkomandi fyri tín flokk.
Leið 1: 'Norðurlendskir klassikarar'
Leið 2: 'Norðurlendskur lýrikkur'
UPPGÁVUR OG LJÓÐORÐABÓK
Til alt tilfarið eru uppgávur knýttar at. Í uppgávunum verður dentur lagdur á bæði mál, mentan og tekstagreining.
Í tekstunum er ein ljóðorðabók innbygd, sum næmingarnir kunnu brúka til hjálp. Við at trýsta á orðini, sum eru appelsingul, letur ein kassi seg upp, har ein kann hoyra orðini og síggja týðingarnar á donskum, svenskum, bókmáli og nýnorskum.