Pil Maria Gunnarsson og Rum Malmros
{{learningObjectiv.description}}
{{assignment.Comment}}
INNLEIÐSLA
Evnið Kærleiki og vinalag setir sjóneykuna á størri børn og hvussu tey uppliva kenslur og markamótið millum vinalag og kærleika í 10-12 ára aldrinum. Hvussu kennist tað at vera forelskað/ur? Hvussu verður svartsjúka handfarin? Hvussu kann vinalag orðast?
Kærleiki og vinalag viðger kenslur, ið standast millum bestu vinir, fyrsta kærleikan og tað at vera nýggjur í einum bólki. Evnið hevur frálærutilfar á skandinavisku málunum umframt finskum.
ENDAMÁL
Endamálið við evninum Kærleiki og vinalag er, at næmingarnir fáa kunnleika til ymsar kenslur og royndir knýttar at vinarløgum og kærleika. Næmingarnir fáa møguleika at kjakast um evni so sum vinalag, kærleika, svartsjúku, misskiljingar, hvat er rætt og skeivt og ymisk viðbragdarmynstur. Í evninum møta næmingarnir donskum, norskum og svenskum í skrivaðum og tosaðum formi, og høvi verður eisini at lurta eftir finskum. Evnið vil í síni heild vera við til at styrkja grannamálsfatanina og víðka fatanina hjá næmingunum fyri, hvussu kenslur kunnu broytast, mennast og slókna.
BYGNAÐUR
Kærleiki og vinalag hevur fimm stuttfilmar við undirtekstum. Hartil finst samtalan niðurskriva. Eisini eru brot úr tveimum stuttsøgum. Ikki er neyðugt at arbeiða við øllum tilfarinum. Norden i Skolen mælir til tríggjar ymsar leiðir: Fyrsti kærleikin, Tær truplu kenslurnar ella Tann góði lærarin - tann góði flokkurin. Tú kanst sum lærari velja eina av leiðunum, ella velja frítt í tilfarinum, alt eftir hvat er mest viðkomandi fyri tín flokk.
Leið 1: 'Fyrsti kærleikin'
Leið 2: 'Tær truplu kenslurnar'
Leið 3: 'Tann góði lærarin – tann góði flokkurin'
UPPGÁVUR OG LJÓÐORÐABÓK
Afturat tilfarinum er ein uppgáva, sum bæði leggur upp til sjálvstøðugt arbeiði og bólkaarbeiði. Í uppgávunum verður denturin lagdur á mál, mentan og vanligar greiningaruppgávur.
Í tekstunum liggur ein orðabók, sum næmingarnir kunnu velja at brúka. Við at trýsta á orðini, ið eru appelsingul, letur ein kassi seg upp har til ber at hoyra orðini og síggja týðingarnar á bókmáli, donskum, nýnorskum og svenskum.