Tekst
Video
Spill og lek
Konkurranse
Lydinnspilling
Oppgave
Faglitteratur
Lærerveiledning

Glemt passord?

 

Læringsmål

{{learningObjectiv.description}}

Oppgaven er nå levert

{{assignment.Index}} {{assignment.Type}}

Kommentar

Oppgaver

{{assignment.Comment}}

Lygn og sannleiki (læraravegleiðing)

INNLEIÐSLA

Evnið Lygn og sannleiki setir sjóneykuna á tvístøðuna millum rætt og rangt - hvat, ið er lygn, og hvat, ið er sannleiki. Lygn og sannleiki eru mótsetningar, men er lygnin altíð tað øvugta av sannleikanum? Er sannleikin tengdur at støðuni, ella finst ein objektivur sannleiki?

 

Í Lygn og sannleika er eitt úrval av frálærutekstum, ið viðgera etiskar og moralskar tvístøður í gráa økinum millum tað, ið er satt og falskt. Í ævintýrinum 'Nýggju klæði keisarans' hjá H.C. Andersen, er tað bert tann lítli drongurin, ið torir rópa sannleikan, tá øll onnur hava góðtikið eina lygn. Um nóg mikið av fólkum halda nakað, merkir tað so, at tað er satt?

 

Evnið tekur til umhugsunnar, hvussu menniskju taka støðu til sannleikan.

 

 

ENDAMÁL

Endamálið við evninum Lygn og sannleiki er at lýsa gráa økið millum lygn og sannleika í okkara lívi. Næmingarnir verða bidnir um at taka til umhugsunnar hvat er rætt og skeivt í fleiri ymsum støðum, ið verða bornar fram í tilfarinum. Næmingarnir nema her kunnleika til grannamálini danskt, norskt og svenskt í skrivaðum og tosaðum formi. Allir tekstirnir eru lisnir inn, so teir kunnu hoyrast, og næmingarnir uppliva lokala máltónan. Næmingarnir verða gjørdir varugir við líkleikar og munir millum grannamálini umvegis ferðsluljósháttin í uppgávunum. Evnið vil í síni heild vera við til at menna fatanina av grannamálunum, og víðka teirra fatan av, hvat sannleiki er.

 

 

 

BYGNAÐUR

Við í Lygn og sannleika eru stuttfilmar, eitt sjónbandalag, brot úr skaldsøgum, ævintýr, stuttsøgur og ein faktekstur. Ikki er neyðugt at arbeiða við øllum tilfarinum. Norden i Skolen mælir til tríggjar leiðir: 'Svik', 'Sannleikin er illa lýddur' og 'Títt sanna eg'. Tú kanst sum lærari velja eina av leiðunum ella velja sum tær lystir í tilfarinum, alt eftir hvat hevur týdning fyri tín skúlaflokk.

 

 

Leið 1: 'Svik'

  • Vel svenska stuttfilmin ’Mini’, danska ævintýrið ’Kejserens nye klæder’ og norska stuttfilmin ’Et plagieringseventyr’, sum øll hava lygn og svik sum tema. Atknýttu uppgávurnar eggja næmingunum at hugsa um rætt og rangt. Evnið leggur upp til eitt kjak um, hvørt vegurin til eitt gott úrslit kann ganga út yvir sannleikan.

 

Leið 2: 'Sannleikin er illa lýddur'

  • Vel norska skaldsøgubrotið 'Fuglen' (á bókmáli), norsku stuttsøguna 'Guten og sanninga' (á nýnorskum) og norska faktekstin 'Sannheter om løgn' (á bókmáli). Atknýttu uppgávurnar lýsa millum annað ymisk støði av lygn og teirra avleiðingar. Leiðin er eitt gott útgangsstøði til eina samrøðu í flokkinum um grásonuna og etisku tvístøðuna, ið stendst millum lygn og sannleika.

 

Leið 3: 'Títt sanna eg'

  • Vel danska sjónbandalagið 'Dyret i spejlet', svenska tekstin 'Sagan om den fule Manfred', finska stuttfilmin 'Lygnarin' og dansk-norsku yrkingina 'Smeden og Bageren'. Leiðin viðgerð tvístøðuna í, hvussu vit røkja sannleikan. Atknýttu uppgávurnar bjóða næmingunum til at hugsa um, hvørji tey eru - hvat er teirra sanna eg, og hvørji vilja tey vera?

 

 

 

UPPGÁVUR OG LJÓÐORÐABÓK

At tilfarinum eru knýttar fýra sløg av uppgávum, sum kunnu síggjast sum vegleiðandi sundurbýti:

 

  • Mál og mentanarfatan (Fokus á málið og mentanina)
  • Inn í tekstin (Upplýsingarpartur)
  • Niður í tekstin (Greiningarpartur)
  • Út úr tekstinum (Perspektiveringspartur)

 

Í tekstinum liggur ein innbygd ljóðorðabók, har næmingarnir kunnu velja at gera brúk av hjálpini. Við at trýsta á orðini, sum eru appelsinlitt, verður ein kassi latin upp, har ein kann hoyra orðið og síggja týðingarnar á donskum, svenskum, bókmáli og nýnorskum.

Logg inn for å lese mer

Utgiver: Norden i Skolen

Pedagogiske konsulenter: Stefan Åge Hardonk Nielsen

Utgitt: 2018