Tekst
Video
Spill og lek
Konkurranse
Lydinnspilling
Oppgave
Lærerveiledning

Læringsmål

{{learningObjectiv.description}}

Oppgaven er nå levert

{{assignment.Index}} {{assignment.Type}}

Kommentar

Oppgaver

{{assignment.Comment}}

Miriam og jeg og verden

dujeg.jpg
Få teksten lest opp

Eg stóð og gleivaði tvørtur um súkkluna uttan fyri garasjuna hjá Miriam og teimum og bíðaði eftir, at hon skuldi verða liðug. Tað var tíðliga um morgunin og rættiliga kalt úti. Smáar frostrósur høvdu bitið seg fastar á bilrútunum, og eg helt fast um róðrið, tað føldist, sum hendurnar gjørdust heitari av . Miriam prátaði inni frá gongini, og eg sá, at hon bant skógvarnar stramt og læt seg í bæði húgvu og vøttir. Hon sá álvarsom út, og tað haldi eg eisini, at eg gjørdi, tað vóru álvarslig ting, vit skuldu fáast við henda dagin.

"Vit fara á farstøðina fyrst," segði Miriam. Allir pendlarnir koma skjótt, og so mugu vit geva teimum okkurt at hugsa um beinanvegin í morgun. Tá tey so fara heim um fimmtíðina, so fanga vit tey aftur, og so fara tey sikkurt at skriva undir. Eg meini, tað noyðast tey at gera. Annars eru tey býtt.

Hon vísti mær listarnar, hon hevði gjørt. "Bjarga ping­vin­unum!" stóð ovast á einum, og "Bjarga tikarunum!" á einum øðrum.

"Tað er bara so sjúkt," segði hon. Eg las, at tað bara eru einir 3000 tikarar eftir í verðini. Tað er púra galið. Og menniskjuni, tey verða bara fleiri og fleiri og eta meir og meir og lata út enn meira koltvíevni. Og so duga vit ikki so frægt sum at syrgja fyri, at djór­ini sleppa at liva. Vit áttu at farið inn á kommunuskriv­stovuna og noytt øll út at gingið mótmælisgongu. Tað hevði verið tað rætta.

Andadrátturin stóð út úr henni, hon tosaði, og eg sá, at rørslurnar um munnin blivu eitt sindur stívari , hon kom út í kuldan. Eg var køld, og kanska vildi eg inn at verma meg eina løtu, men eg sá, at Miriam var íðin eftir at sleppa avstað, og eg skilti, at eg ikki átti at forða henni.

"Eg skal bara inn at pissa," segði eg og skundaði mær so nógv, sum til bar, so at tað ikki skuldi blíva so seint. Tá ið tað heita vatnið rann niður yvir tær frystu hendurnar, kundi eg ikki lata vera við at blunda, og eg stóð kanska í so leingi, men tað var so deiligt at føla hitan tiðna fingrarnar.

Tá ið eg kom út, sá eg Miriam standa droymandi uppi yvir myndini av Sagar. Hon var faddur at Sagar, sum búði í India. Hann var fýra ára gamal og elskuligur sum ein lítil íkorni. Á mynd­ini stóð hann skóleysur í einari heldur stórari skjúrtu framman fyri húsini, har hann búði saman við mammu og mammu­beiggja sínum. Hann hevði myrkt hár, sum kom næstan niður um eyguni á honum, og hann var skitin á knøunum og í andlitinum. Hann stardi inn í myndatólið við hálvopnum munni, og tað var ilt at siga, um hann fór at verða standandi, eftir at myndin var tikin, ella um hann fór at skunda sær at boyggja seg niður og fylla mold upp í hendurnar og spela avstað. Við hvørt flenti Miriam, hon sá myndina av Sagar, við hvørt fekk hon tár í eyguni.

Í fyrstani hevði hon verið faddur hjá mammu Sagar. Hon var bara eitt ár eldri enn Miriam og eg, hóast hon sá nógv yngri út. Hon var rak og hungrað. Uppvaksin á barnaheimi, eingin visti, hvar foreldrini vóru. Mamma Sagar sá altíð glað út, men so ein dagin varð hon neyðtikin av einum fyristøðumanni á barnaheiminum, so hon varð noydd at flýggja og eiga barnið úti á gøtuni. Felagsskapurin, sum tók sær av faddurbørnunum, tók sær av henni og hjálpti henni at finna mammubeiggja sín. Og búði hon har, og Miriam var sloppin at fáa Sagar sum fosturbarn í staðin.

"Ókey, so fara vit," segði Miriam og legði myndina niður í jakka­lumman. Eg mátti stríðast fyri at fylgja við, vit súkklaðu, og júst klokkan tjúgu minuttir í átta stóðu vit til reiðar, ið tann fyrsti bólkurin av pendlarum skundaði sær yvir til gongu­teigin.

"Vilt vera við til at bjarga heimsins tikarum frá at doyggja út?" segði Miriam og rætti listan fram móti einum manni við gráum skeggi og brúnari tasku. Maðurin risti bara við høvdinum og helt leiðina fram út á gongubreytina.

"Men hvat so við pingvinunum?" helt Miriam fram. "Veitst ikki, at rættiliga nógvir havfulgar eru í vanda fyri at verða týndir?"

Maðurin svaraði ikki, skundaði sær bara víðari og hvarv síðani. Miriam suffaði móti mær og ypti øksl.

"Eingin orsøk at spilla tíðina uppá idiotar."

Vit fylgdust yvir til eina konu, sum sat og át eina banan yviri við kioskina.

"Bananir," teskaði Miriam, tær koma frá Dominikanska Lýð­veldinum. Fyristilla tær, hvussu nógv CO2 kemur av . Bara so vit kunnu sita her og halda, at vit hava okkurt slag av rættindi til at eta bananir 365 dagar um árið.

"Men hon kann vera umhvørvis- og rættvísis­merkt," mutl­aði eg og hugsaði um bananina, sumí taskuni.

"Men tað er háárstíð fyri svensk súrepli," mutlaði hon aftur­ímóti. "Tað veit handa konan helst. Hon leggur bara onki í tað."

Konan smíltist til okkara, vit komu yvir. Hon helt kanska, at vit fór at spyrja um veg, og gjørdist eitt sindur bilsin, ið Miriam í staðin spurdi hana, hvat hon helt, at mann skuldi gera við CO2-útlátið.

"Ja," segði hon. "Tað veit eg ikki heilt. Men mann kann ansa eftir ikki at dálka náttúruna og kanska sløkkja eftir sær har heima."

Eg sá, at Miriam varð ørg. Tað var akkurát hetta, hon plagdi at kalla Svenssonssamvitsku, men hon smíltist framvegis og greiddi konuni frá um Antarktis og ísin og vatnflóðirnar og oyðingina av heimsins tilfeingi. Eg sá, at konan tók seg eitt sindur aftur og setti taskuna í fangið.

"Tað er stuttligt, at gongur so høgt uppí hatta," svaraði hon, ið Miriam tagdi fyri at draga ondina. "Men áttu tit ikki at verið í skúla ?"

Hon hugdi heldur strangliga upp á okkum, og eg vágaði mær at smílast, flokkurin hjá mær hevði sovimorgun í dag. Men Miriam skulkaði, og eg visti, at hon ikki helt tað vera líka týdningarmikið at fara í skúla sum at royna at bjarga verðini.

 Vit høvdu sitið so nógv kvøld uppi á kamarinum hjá Miriam á hvør sínari ríspútu, og hon hevði fortalt mær, hvat var í ferð við at henda við gongustjørnuni. Sjálvandi hevði eg sæð filmin hjá Al Gore í skúlanum; og í landalæru og samfelagsfrøði høvdu vit tosað um, hvat fór at henda, ið Asia fór at vera undir í vatni, og ein rúgva av fólki vóru noydd at flýggja. Men alt tað, sum veruliga hevði týdning, og sum hevði gjørt okkum so óðar og so keddar, at vit grótu saman, tað hevði eg lært frá Miriam. Hon hevði fortalt mær um børn, sum doyðu, bara at tey ikki kundu fáa tann vanligasta heilivágin, og um børn, sum vóru noydd at arbeiða sum trælir dag og nátt og fingu eygnalokini bundin upp, so tey ikki skuldu sovna. Og spurdi konan, hví vit ikki vóru í skúla!

"Mann skal ikki tveita nakað so týdningarmikið sum skúlan burtur," segði konan og snerkti at okkum.

"Nei, og mann skal heldur ikki tveita heimsins tilfeingi burtur," segði Miriam og smíltist, so kjálkabeinið mundi sett seg fast.

"Nei, men sovorðið hava vit politikarar til at orðna fyri okk­um."

Konan reistist og slættaði rukkurnar á frakkanum.

"Um veruliga tekur skúlan í álvara, so verður kanska ein dugnaligur politikari einaferð."

Hon blakaði bananskalið í pappírskurvina og nikkaði eitt sindur sigandi til okkara, hon fór avstað.

"Býtta kona," físti Miriam. "Hon hevur helst ongantíð hoyrt um kompost."

Sólin var komin fram aftan fyri skýggini, men tað var rættiliga nógvur vindur, og eg var framvegis køld.

"Vit áttu kanska alíkavæl at farið í skúla," segði eg. "Vit byrja skjótt."

Miriam klappaði mær á armin.

"Far ," segði hon. "Eg má vera her."

Eg hugdi leingi inn í eyguni á henni at vita, um hon var vónsvikin av mær, men eg sá, at hon skilti. Hon visti, at eg fór at føla meg illa, um eg ikki fór í skúla, og ivaleyst skilti hon eisini, at eg ikki brendi líka nógv fyri sakini, sum hon gjørdi, hóast eg sjálvandi eisini vildi, at ommubørnini hjá mær skuldu kunna liva her á jørðini.

"Tað er í lagi, Anna," tók hon uppaftur. Sum fyri at gera tað greiðari. "Eg veit, at vilt hetta her líka so nógv sum eg."

Eg nikkaði. Hon hugdi at mær, og síðani hugdi hon til viks.

"Eg havi so undarligar tankar um náttina," segði hon. "Onkun­tíð fái eg ikki sovið, eg hugsi so nógv."

"Um hvat?" spurdi eg og føldi, hvussu góðan hug eg hevði at klemma hana, men tað gjørdi eg ikki.

"Áh," segði hon og ypti øksl. "Tað er bara líkasum, líkasum bara eitt sovorðið stórt, brúnt hol. Tú veitst, sum skógurin sær út í november, áðrenn kavin kemur. So forbankað deytt. Og so mitt í øllum hoyri eg eina rúgvu av røddum, sum skrála, at tað er mín skyld, um tað verður so."

Hon hugdi niður ognæstan út sum Sagar á myndini.

"Men tað er tað ikki," teskaði eg. "Tað kann ikki vera tín skyld."

Hon ypti aftur øksl.

"Nei, eg veit," segði hon. "Men tað kennist so."

Vit tagdu eina løtu. Miriam stóð og lútaði við akslunum, og eg skavaði eitt sindur við fótinum í skervinum.

"Hevur nakran mat við tær?" spurdi eg. "Um skalt standa her allan dagin?"

Hon risti við høvdinum. Eg tók bananina hjá mær upp.

Hon segði einki um, at hon hevði ferðast túsindatals míl, og at hon ikki var umhvørvis- og rættvísismerkt. Hon tók bara ímóti henni, og onkrastaðni innan í mær kendist tað væl. Eg visti, at vildi hon, so kundi hon keypt sær onkran mat, men kanska vildi eg vísa henni, at øll ábyrgdin ikkiá hennara herðum. Okkurt kundi vera mín skyld eisini.

Vit skiltust har við busssteðgiplássið, og eg sá, at hon ongantíð hugdi eftir mær, eg fór. Tað bilti kanska ikki so nógv, men eg hugsaði alíkavæl um tað, eg kom í skúlan. Í teimum fyrstu tímunum tann dagin slapp eg mær bara undan og segði ikki nógv við nakran. Eg vildi helst hugsa um Miriam. Eg skammaðist, eg ikki var so djørv sum hon.

Men ið døgurðasteðgurin var, og eg kom inn í matarhølið, tímdi eg sjálvandi ikki at sita einsamøll longur, so eg fór yvir til Ninu og Vilmu, sum vóru mínar bestu vinkonur, eg var lítil.

"Hey," segði eg, og tveitti meg á ein stól undir liðini á Vilmu. Hon hugdi eitt sindur troytt at mær og suffaði næstan, hon heilsaði aftur. Bæði hon og Nina prikaðu niður í talerkarnar við gaflinum.

"Ikki eta hetta her," segði Vilma við meg. "Hetta er ræðu­ligt."

Eg hugdi niður á fiskarættin, sumog svam millum útkókað epli á talerkinum. Tað sá kanska ikki so lekkurt út, men Miriam hevði lært meg altíð at vera takksom fyri matin, eg fekk. Serliga aftaná ta hendingina, hon skrivaði eitt bræv til starvsfólkini í kantinuni við kravi um, at tey keyptu meira vistfrøðiliga inn. Brævið setti kokkurin seinni upp á veggin. Har gjørdist ikki tann stóra broytingin í matarskránni, men Miriam var nøgd og vildi ikki viðganga, at hon nakrantíð helt, at maturin smakkaði illa.

Eg hugsaði um plakatina, sum Miriam hevði sett upp á vegg­in í køkinum við teimum afrikansku børnunum, sum ótu við fingrunum úr einari stórari grýtu. Eg vildi vera takksom.

"Ah," segði eg. "Bara mann koyrir eitt sindur salt í, so verður tað sikkurt ókey."

Eg sá úr eygnakrókinum, at Vilma og Nina hevjaðu eygna­brýrnar eftir mær.

"Er Miriam ikki saman við tær í dag?" spurdi Nina.

Eg risti við høvdinum og fekk mær ein stóran bita av hvíta fiskinum. Eg mátti blunda eina løtu, meðan eg svølgdi hann.

"Plaga tit ikki altíð at eta saman?"

"Sum oftast," svaraði eg og royndi at látast líkasæl. Eg veit ikki ordiliga hví, men eg varð altíð illa við, ið onnur tosaðu um Miriam.

"Er hon í tíma?"

"Kanska."

"Eru tit óvinir?"

"Nei," segði eg bilsin og hugdi upp. Ein kaldur eplabiti var um at seta seg fastan í hálsinum.

Nina sá út, sum varð hon illa við og legði gaffilin frá sær og skumpaði talerkin yvir hinumegin á borðinum.

"Altso, orsaka, eg ætlaði ikki at blanda meg uppí. Eg helt bara, at tað var løgið, at tit ikki vóru samanog Miriam er eitt sindur serlig."

Meðan hon segði hatta seinasta, hugdi hon gjøgnumgatandi at mær. Eg visti ikki, um hon bara vildi vera órein, ella um tað var okkurt, hon vildi hava meg at siga.

Eg hevði ikki hug at tosa um Miriam, men tað tyktist ikki, sum Nina var nøgd við mítt svar.

"Er hon ikki eitt sindur for nógv?"

Hon ljóðaði uppøst.

"Vilma segði, at hon hevði sæð hana niðri á farstøðini við onkrum lista, sum fólk skuldi skriva seg uppá. Fyristilla tær, hvussu mega flóvisligt tað er."

Nina togaði nakrar hárlokkar burtur, sum komu niður í eyg­uni á henni, og hugdi uppá Vilmu. Vilma nikkaði og setti seg afturá í stólinum.

"Gott, at ikki vart við í hvussu er, Anna. Tað er einki so strævið sum sovorðnir aktivistar. Teir eru bara alla­staðni og skulu meina nakað um alt, og man bara. My God, slappa av."

Hon vendi eygunum og físti. Nina smíltist vælnøgd, vendi sær móti mær og segði spakuliga:

"Men, sum sagt, tíbetur vart ikki við."

Eg føldi, hvussu illsinnið kókaði innan í mær, og eg vildi bara reisa meg upp og verja. Men eg gjørdi tað ikki. Eg sat bara har og át fisk, og eg mátti koyra enn meira salt og eitt sindur av hvítpipari eisini á fiskin.

"Heldur , hatta smakkar væl?"

Vilma hugdi við vanvirðing at restunum, sum eg tugdi í meg.

Eg ypti øksl.

"Tað er ókey."

Tær suffaðu báðar. Kanska hildu tær, at tað nyttaði onki við mær. Vit tríggjar, sum høvdu verið bestu vinkonur leingi, langt áðrenn Miriam kom upp í leikin.

"Kemur við at shoppa í vikuskiftinum? Vit fara við buss­inum, og so ætlaðu vit at fara í biograf eisini."

Báðar tvær hugdu at mær, sum um tær veruliga vóru áhugaðar í, hvat eg fór at svara. Tær vistu tað frammanundan. Tær vistu, at eg vildi vera saman við Miriam.

"Eg kann ikki," segði eg. "Vit fara í summarhúsið."

"Skal Miriam við?"

Spurningurin kom beinanvegin. Sum ein stoytur. Sum ein stoytur, mann bara vil rista av sær.

Eg nikkaði. Tær hugdu hvør at aðrari aftur. Nina beit seg spakuliga í vørrina.

"Tað er langt síðani, at vit vóru har. Vit tríggjar."

Tað mintist eg eisini. Fyri bara nøkrum árum síðani var tað tað besta, eg visti, um eg slapp at fáa Ninu og Vilmu við mær í summ­arhúsið. Og vit svumu og runnu millum sandheyggjarnar, og keyptu ís og lúrdu eftir dreingjunum, sum búðu longri yviri.

Men seinni lærdi eg Miriam at kenna, og við henni var tað, sum verðin kom inn í høvdið á mær. Við eitt bleiv alt so t.d.­ingarmikið, og tað var soleiðis, eg helst vildi hava tað. Kanska bleiv tað syrgiligari eisini, men tað var í øllum førum Miriam, eg helst vildi hava við mær í summarhúsið. Og tað var Miriam, eg vildi sova hjá og hyggja at filmum saman við og ringja til mitt um náttina.

Eg vildi hugsa um, hvussu hon hugdi uppá meg við sínum álvarsomu brúnu eygum, og hvussu hon lurtaði eftir øllum, eg segði. Hvussu hon hugsaði seg um, eg segði okkurt, og hvussu hon svaraði mær við eini rødd, sum gjørdi meg heita innan.

Eg hugsaði um, at hon ikki hevði hugt eftir mær, eg gekk burtur frá busssteðgiplássinum.

 

Aftaná seinasta tíman hálaði Nina í armin á mær.

"Kemur við at hyggja at filmi? Tú og eg og Vilma. Vit tríggjar."

Eg segði nei.

 

Allan vegin heim hugsaði eg um Miriam. Eg hugsaði um, hvussu tað hevði gingist hjá henni. Um hon hevði fingið nøkur nøvn á listan. Um hon var glað og væl nøgd. So fór hon at bríksla og gera fruktsalat. Um hon var kedd, fór eg at fáa te.

Eg ringdi beinanvegin, eg kom heim. Miriam svaraði ikki.

 

Eg ringdi dagin eftir eisini. Men hon svaraði heldur ikki . Eg byrjaði at hava ófrið á mær, eg sá hana ikki í skúlanum. So mitt í samfelagsfrøði, vit lósu um ST, smeyg eg mær út og ringdi. Tá svaraði hon.

"Hey," segði hon. Og eg hoyrdi, at hon græt.

"Hvat feilar, Miriam? Hvat er hent?"

Hon fór aftur at gráta, og eg føldi, at eg bleiv eitt sindur óð, hon ikki hevði ringt til mín. Eg hevði hugsað so nógv um hana.

"Hvat feilar?" næstan skríggjaði eg.

"Sagar," hoyrdi eg hana hvína. "Tað er Sagar."

"Hvat feilar honum? Hvat feilar Sagar?"

Miriam fór at gráta so illa, at eg næstan ikki hoyrdi, hvat hon segði.

"Hann er deyður!" hoyrdi eg hana siga. Tað ljóðaði sum eitt skríggj, hóast hon bara teskaði.

Eg leyp inn í flokkin og tók taskuna. Tey høvdu drigið gardin­urnar fyri og hugdu at tíðindum. Eg segði við læraran, at eg hevði ilt í høvdinum. Hann nikkaði, og aftan fyri hanneg eina velduga flóðaldu skola inn yvir India. Fólkni bóru tingini hjá sær oman á høvdinum, vatnið kom heilt upp á akslarnar. Flugur surraðu runt og fóru inn í eyguni á børnum, og eg visti, at Sagar lá har, onkustaðni undir øllum vatninum.

"Vilt heim við í dag?" teskaði Vilma til mín. "Vit fara at hyggja eftir einum øðrum filmi."

Eg svaraði ikki.

 

Eg súkklaði so skjótt, sum beinini orkaðu. Tað føldist, sum stóð tað um lív, hóast onkur longu var deyður. Eg hugs­aði um tað brenda, svarta holið hjá Miriam, sum kom til hennara um náttina. Eg sá, hvussu Sagar varð drigin inn í hetta holið, og eg hugsaði, at Miriam helst ongantíð fór at koma yvir tað. Hon hevði ongantíð hitt hann. Ongantíð tosað við hann. Men hon hevði brævið hjá honum í einari dós i køkinum, og hon fór altíð at bera hann við sær. Yvir sær. Á herðum sínum skuldi hon bera hann, hóast hann var deyður.

Eina løtu hugsaði eg, at hon kundi komið við heim til Ninu og hugt eftir filmi. Eina løtu hugsaði eg tað, áðrenn eg skilti, at so hevði eg bara komið enn longri burtur frá henni. Tað var ikki tað, eg vildi. Eg vildi, at Miriam skuldi vera vinkona mín. At hon framvegis skuldi hyggja at mær við sínum brúnu eygum. At hon skuldi lurta eftir , eg segði, soleiðis sum bara hon kundi lurta.

Hevði tað bara ikki verið hatta svarta holið hjá Miriam. Tað svarta, brenda holið, sum hon altíð hevði innaní sær, og sum gjørdi eygu hennara so syrgin. Sum skógurin í november, hevði hon sagt. So deytt var tað. Eg vildi, at hon ikki skuldi vera bangin.

Tá ið eg kom til húsini hjá Miriam og teimum, hevði eg súkklað so skjótt, at kjálkarnir brendu. Eg leyp tvørtur um inn­koyr­ing­ina; eg visti, hvussu kedd hon fór at vera, eg kom inn.

Eg mátti anda djúpt. Eg vildi so fegin siga við Miriam, hvussu góð eg var við hana. Eg visti, hvussu ræðuliga kedd hon var um Sagar, og eg fór ongantíð at kunna geva henni hann aftur, hvussu fegin eg so vildi. Men eg var har enn, og eg vónaði, at tað fór at vera nóg mikið.

Eg skræddi hurðina upp.

"Kom," skríggjaði eg, "kom!"

Hon hugdi undrandi at mær, men skundaði sær at lata seg í jakka og skógvar. Eg tók í hondina á henni og rann.

"Hvar fara vit?" rópti hon. "Hvar fara vit?"

Eg svaraði ikki. Eg bara rann. Eg vildi vísa henni, at hon ikki skuldi vera bangin.

Vit fóru av vegnum og hildu fram inn millum furutrø og granntrø. Eg skumpaði hana frammanfyri mær. Slepti henni ongantíð. Av og á datt hon. Hon fekk vátar blettir á knøini. Men eg slepti henni ikki.

At enda duttu vit báðar útlúgvaðar niður á vøllin. Mosin var vátur, og vætan kom inn gjøgnum cowboybuksurnar, og tað bleiv so kalt. Eg andaði niður í svørðin. Tað luktaði av rotnum bløðum og heysti. Miriam blundaði. Síðani græt hon. Eg haldi, hon græt í ein heilan tíma, at. Eg smoygdi mær inn at henni og helt um høvdið á henni. At enda sissaðist hon.

"Ert bangin her?" spurdi eg og legði meg niður á ryggin undir liðini á henni. Himmalin var púra svartur, og langt har uppi lýstu stjørnur. Somu stjørnur, sum lýsti uppi yvir Sagar, har hanndeyður onkrastaðni hinumegin jørðina undir eini rúgvu av vatni.

Tað var november. Tey køldu trøini stóðu púra still uttan um okkum. Ongin vindur tók í nakað sum helst. Tað kendist, sum vóru bara vit til undir stóra himmalinum uppi yvir okkum.

"Veitst , hvat tað merkir?" teskaði hon.

"Hvat?"

"Navnið á honum. Sagar. Veitst , hvat tað merkir?"

Tað visti eg ikki.

"Hav," teskaði hon. "Tað merkir hav."

Eg fekk tár í eyguni, hon segði tað. Tað føldist sum ein klumpur í hjartanum, at Sagar skuldi doyggja av , sum var hansara egna navn. Og kanska var tað okkara skyld. At tey doyðu aðrastaðni, var alt okkara skyld, hevði Miriam lært meg. At havið kom og tók tey. At vit geispaðu, meðan havið kom og tók tey.

Eg blundaði fast og ynskti kanska eitt sindur, at verðin ikki skuldi krúpa so tætt inn á okkum. Kanska hugsaði eg, at eg kundi sitið heima hjá Ninu í staðin. Eg kundi sitið har heitt og gott og einki lagt í, hvat hendi aðrastaðni. Tað var líkasum ov stórt. Verðin var ov stór, og har var alt ov nógv at skilja.

Eg lúrdi eftir Miriam. Hon lá púra still, útstrekt og hugdi upp á himmalin. Eg visti ikki, hvat hon hugsaði. Visti ikki, um hon var bangin ella djørv.

"Tað er gott, at ert her, Anna," segði hon. "Tað er gott, at ert her hjá mær."

Eg fór upp at ristast. Eg veit ikki, um tað var orsakað av , hon segði, ella um tað var , at jørðin var so ísakøld, og eg var blivin dýggjvát inn á bein. Hon legði hondina á sær inn í mína. Vit vóru báðar í tjúkkum vøttum. Kortini helt hon fast í mær.

Leingi lógu vit soleiðis. Leingi lógu vit soleiðis við velduga himmalinum uppi yvir okkum.

Logg inn for å lese mer

Forfatter: Annelis Johansson

Oversatt av: Susanne Vebel

Utgiver: Bokförlaget Opal AB

Innspilt av: Johanna Hinteregger

Oppgaver

  • 1Språk- og kulturforståelse

    Formålet her er å åpne for nabospråket gjennom forskjellige språklige innganger. 

     

    To og to:

    • Velg teksten på et nabospråk. Den ene leser første avsnitt av novellen høyt for den andre (Dere må gjerne hjelpe hverandre med uttalen).
    • Hva får vi vite i første avsnitt? Hvis det er ord dere ikke forstår, eller som dere ikke kan forstå ut fra konteksten, kan dere gjerne bruke ordboken.
    • Diskuter hvordan det var "å smake" på det andre språket.
    • Gå tilbake til det avsnittet dere akkurat har jobbet med, og oversett teksten til deres eget språk.
    • Hvilke likhetstrekk ut over ordforråd får dere øye på? Noter likheter og forskjeller.
    • Les resten av teksten. Følgende adjektiver brukes i den svenske originalteksten for å beskrive Miriam:
      • allvarlig
      • ivrig
      • drömmande
      • irriterad
      • engagerad
      • förtvivlad
      • besviken
      • tacksam
      • nöjd
      • speciell
      • pinsam
      • ledsen
      • förvånad
      • rädd
    • Undersøk hvordan Miriam er beskrevet på nabospråkene.
    • Sammenlikn ordlistene og diskuter ordene med gruppen din.
    • Hvor mange av ordene er de samme (det er likegyldig om de staves forskjellig)?
    • Les setningene som de inngår i, og diskuter setningene.

     

  • 2Inn i teksten

    To og to:

    • Har dere hatt en venn som dere ville ha gjort alt for?
    • Hva var det med denne vennen, som gjorde at dere hadde det sånn?
    • Har en venn noensinne lært dere eller introdusert dere for noe helt nytt?
    • Hva lærte det dere?
    • Har dere noensinne forsvart en venn?
    • Beskriv hva dere gjorde.
    • Har en venn noensinne forsvart dere?
    • Beskriv hva han eller hun gjorde.
    • Skriv ned noen tanker om historiens figurer (kort):
      • Miriam
      • Anna (jeg)
      • Vilma og Nina
    • Sammenlikn med andre i klassen. Har dere samme tanker, eller er de forskjellige? Hvorfor?

     

  • 3Ned i teksten

    To og to:

    • Hvorfor skal Miriam og Anna til stasjonen?
    • Hvem er Sagar?
    • Hvorfor synes Miriam at tanta skal spise eplet i stedet for bananen?
    • Hvordan vil dere beskrive et "Svenssonsamvete" (linje 39)?
    • Hvorfor prøver Anna å spise lunsjen selv om ikke synes den er noe god?
    • Hvorfor følte Anne "hus ilskan kokade inom" hende da hun snakket med Nina og Wilma?
    • Hvorfor griner Miriam da Anna får tak i henne på telefonen?
    • Hvorfor tenker Anna at det kanskje er deres skyld at Sagar er død?
    • Hvem er Miriam?
    • Velg ti sitater fra teksten som dere synes beskriver Miriam som person.
    • Skriv ned to adjektiver som dere synes beskriver Miriam. F.eks: "-Jag tänker så konstiga saker på nätterna, sa hon. Ibland kan jag inte ens sova för att jag tänker så mycket." (linje 62) - urolig.
    • Sammenlikn adjektivene deres med et annet pars adjektiver. Er beskrivelsene deres noenlunde like, eller er de veldig forskjellige? Hvorfor?
    • Velg ut ti sitater som dere synes beskriver relasjonen mellom forskjellige personer i teksten.
    • Sammenlikn sitatene deres med andres.
    • Velg en relasjon som dere sammen beskriver på ti setninger.

     

  • 4Ut av teksten

    Plenum:

    • Historien handler om to tenåringsjenter. Den foregår i nåtidens Sverige. Hvordan tror dere at historien hadde vært hvis den i stedet:
      • Handlet om to gutter?
      • Handlet om en gutt og en jente?
      • Handlet om studenter på rundt 20 år?
      • Foregikk i et annet land (ikke i Norden)?
      • Foregikk for 100 år siden?

     

    Gruppe:

    • Se gjennom siste ukes aviser. Finn artikler som handler om miljø. Skriv korte eller muntlige eller skriftlige referater av hva de skriver om. Er det positive eller negatuve nyheter?
    • Er dere like redde for miljøet som Miriam? Hvorfor? Hvorfor ikke?
    • Hva synes dere man skal gjøre for å forurende mindre?
    • Gjør dere noe for å hjelpe miljøet? Hva?
    • Hvilke miljøorganisasjoner finnes i ditt land? Hvordan arbeider de?