Text
Video
Spel och lekar
Tävling
Ljudinspelning
Uppgift
Facklitteratur
Lärarvägledning

Glömt lösenordet?

 

Inlärningsmål

{{learningObjectiv.description}}

Uppgiften har delats ut

{{assignment.Index}} {{assignment.Type}}

Kommentar

Uppgifter

{{assignment.Comment}}

Norrønar frásagnir (lærarafegleiðing)

INNLEIÐSLA

Evnið Norrønar frásagnir setir sjóneykuna á norðurlendska fólkaævintýrið - borið fram í ættarlið eftir ættarlið. Frásøgnin av mannamunni var serliga í 1800-talinum savnað og skrivað niður um øll Norðurlond. Dømi um stórar innsavnarar av ævintýrum eru í Danmark Evald Tang Kristensen, í Noregi Asbjørnsen og Moe og í Finnlandi Elias Lönnrot. Kanska kennir tú ævintýrið 'Askeladden som kappåt med trollet' ella 'Kalevala'? Í evninum Norðurlendskar frásagnir ber til at lesa, lurta og síggja dømi um spennandi norðurlendsk ævintýr.

 

 

ENDAMÁL

Endamálið við evninum Norrønar frásagnir er at økja um tilvitanina og vekja til lívs norðurlendska forteljarasiðin og økja um fatanina hjá næmingum fyri frásøgukynstrinum. Evnið heldur seg serliga til fólkaævintýr úr Danmark, Svøríki og Noregi. Mentanarliga eru ævintýrini tætt skild, og tað er tí áhugavert at grunda yvir, hvussu Norðurlond sóu út tá fólkaævintýrini vóru í hæddini. Í evninum hitta næmingarnir skandinavisku málini, bæði skrivað og frásagd. Allir tekstir eru lisnir upp á upprunamáli við hjálpandi tekstum á donskum, svenskum, bókmáli og grønlendskum. Evnið vil í síni heild vera vi til at økja um grannamálsfatanina hjá næmingunum og víðka norðurlendsku mentanarfatanina. 

 

BYGNAÐUR

Við í Norrønum frásagnum eru átta fólkaævintýr og ein samiskur teknifilmur. Ikki er neyðugt at arbeiða við øllum tilfarinum í evninum. Norden i Skolen mælir til tríggjar ymsar leiðir: Fýra ymiskar frásagnir, Asbjørnsen og Moe og Pylsan á nøsini. Tú kanst sum lærari velja eina av leiðunum ella velja frítt í tilfarinum, alt eftir hvat er viðkomandi fyri tín flokk.

 

 

Leið 1: 'Fýra ymsar frásagnir'

  • Vel svenska ævintýrið 'Kung Lindorm och kung Trana', danska ævintýrið 'Padden' og norska ævintýrið 'Lurvehætte', umframt samiska filmin 'Den magiske tid'. Tilfarið vísir frásagnir frá fýra ymsum økjum, og upplagt er at leita eftir hvat er felags í frásagnarhátti og innihaldi.

 

Leið 2: 'Asbjørnsen og Moe'

  • Vel norsku ævintýrini 'Den syvende far i huset', 'Pjaltehætte' og 'Herremandsbruden'. Allar frásagnirnar eru savnaðar inn av  Asbjørnsen og Moe, sum hava havt stóra ávirkan á menningina av norska málinum. Teir miðsavnaðu seg um málið, men varðveittu eisini forteljaraháttin. Asbjørnsen og Moe eru stórmenni í Noregi, og ein lærir nógv um norska mentan at arbeiða við hesum persónum.

 

Leið 3: 'Pylsan á nøsini'

  • Vel ævintýrið hjá Charles Perrault 'Pølsen på næsen eller de tre ønsker'. Ævintýrið finst í fýra útgávum. Ein upprunaútgáva við donskum teksti og upplestri, umframt tríggir videofilmar har ung endurfortelja søguna á donskum, norskum og svenskum. Tað eru ikki uppgávur til hesar fýra útgávurnar, men tær kunnu brúkast til at finna málslig frábrigdi og fáa grannamálsuppliving við hoyrnini.

 

 

UPPGÁVUR OG LJÓÐORÐABÓK 
Afturat tilfarinum er ein uppgáva, sum bæði leggur upp til sjálvstøðugt arbeiði og bólkaarbeiði. Í uppgávunum verður denturin lagdur á mál, mentan og vanligar greiningaruppgávur.

 

Í tekstunum liggur ein orðabók, sum næmingarnir kunnu velja at brúka. Við at trýsta á orðini, ið eru appelsingul, letur ein kassi seg upp har til ber at hoyra orðini og síggja týðingarnar á bókmáli, donskum, nýnorskum og svenskum.

Logga in för att se mer

Utgivare: Norden i Skolen

Pedagogiska konsulenter : Stefan Åge Hardonk Nielsen

Utgivet: 2018