Text
Video
Spel och lekar
Tävling
Ljudinspelning
Uppgift
Facklitteratur
Lärarvägledning

Glömt lösenordet?

 

Inlärningsmål

{{learningObjectiv.description}}

Uppgiften har delats ut

{{assignment.Index}} {{assignment.Type}}

Kommentar

Uppgifter

{{assignment.Comment}}

Norðurlendsk realisma (læraravegleiðing)

Innleiðsla

Hetta frálærutilfarið er ein innførsla í realismu sum sið í norðurlendskum bókmentum við støði í samtíðar frambrotinum. Meginparturin av gongdini hevur fokus á bókmentir frá seinastu áratíggjunum, men alla tíðina við møguleika fyri at venda aftur til byrjanina til realistisku bókmentirnar og credo Georg Brandes um, at bókmentir skulu skapa kjak til tess at gerast livandi. Tað er tankin, at næmingarnir í nýggju tekstunum fáa møguleika fyri at kjakast og 'spegla' bókmentir í verkum úr hinum Norðurlondunum, eins og royna lesiførleikarnar á grannamálum. Um tíðin loyvir tí, er upplagt at fara í dýbdina við einum einstøkum verki, og lesa eina heila skaldsøgu sum verkætlan. Tilgongdin kann eisini enda við, at næmingarnir lesa eitt realistiskt norðurlendskt verk, tey sjálvi hava valt. Fyrsti partur um realismu-siðin kann útbyggjast, um neyðugt, ella leggjast burturúr, áðrenn farið verður víðari til nýggjari bókmentirnar.

 

Endamál

Endamálið við tilgongdini er at skapa innlit í realismuna sum bókmentalig siðvenja, og hyggja nærri at, hvussu hon er evnað og ment innan norðurlendskar bókmentir hesi seinastu áratíggjuni. Harnæst er ætlanin við tekstaúrtøkunum, at næmingarnir her fáa eitt støði fyri at samanbera ymsar veruleikar tvørtur um Norðurlond. Eisini skulu tekstirnar geva møguleika fyri eini kanning av, hvørjum veruleikum, sagt verður frá. Tað nýggjari tekstatilfarið er valt til tess at geva eitt innlit í ymsar norðurlendskar veruleikar, og valdir eru lætt atgeingiligir tekstir, har tað ikki verða gjørdar royndir við forminum. Skaldsøgubrotini hava tað til felags, at tey snúgva seg um spurningar um samleika í mun til lívfrøðiligt, landafrøðiligt og sosialbúskaparligt upphav, eins og viðurskiftini millum minnilutar og meirilutar og ymsk dømi um sosialar vandar spæla ein leiklut. Við øðrum orðum, er talan um bókmentir, ið geva innlit í royndirnar av at vera menniskja í Norðurlondum í dag.

 

Bygnaður

Gongdin av frálæruni kann tillagast sum einum lystir, men skotin verður upp ein beinagrind fyri eini tíðarrás, ið bæði innførir næmingarnar í nýggja gjøgnumbrotið, og gevur eina nágreiniliga innleiðslu í nýggjari norðurlendska realismu. Tað eru uppgávur til allar tekstir, ið eru á pallinum undir hvørjum einstøkum teksti, og ofta eru eisini uppskot til skriviroyndir ella skapandi uppgávur, sum kunnu loysast, um tíðin og raðfestingin loyvir tí.

Teigurin Innihald lýsir yvirskipaða evnið (markað við feitari skrivt) og eina nøkulunda ætlan fyri gongdini. Roknað verður við modulum á 90 minuttir, men fleiri av modulunum kunnu, um ynski er at kava djúpari í evnið, býtast í tvey. Teigurin Tilfar lýsir hvørjir tekstir á pallinum, kunnu brúkast til gongdina. Nakrar ferðir verður víst á valfrælsi, eins og tað kann vera uppskot um víðari lesna. Teigurin Skúlating vísir, hvat næmingarnir skulu lesa heima.



Tilgongdarætlan PDF

 

 

Logga in för att se mer

Utgivare: Norden i Skolen

Utgivet: 2021

Pedagogiska konsulenter : Anne Sofie Skemt Hjuler