Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Yrkisbókmentir
Læraravegleiðing

Gloymt loyniorð?

 

15-02-2016

Næmingar og lærarar á Westendinpuiston kuolo fara í Stríð móti Matoyðsli

Næmingar og lærarar á Westendinpuiston kuolo fara í Stríð móti Matoyðsli

Í farnu viku stríddust næmingarnir á Westeninpuiston kuolo í Espoo saman móti matoyðsli í einum dysti, sum skúlar í øllum Norðurlondum luttaka í. Í stríðnum móti Matoyðsli á nordeniskolen.org skulu mæmingarnir viga teirra matoyðsl og sama kanna, hvussu nógv tey kunnu minka um henda partin av máltíðini, sum annars fer í ruskílatið - til fyrimuns fyri bæði pengamappuna og umhvørvið.


Ein kanning frá 2013 vísir, at ein triðingur av øllum børnum og ungum ikki hjálpa til við maðgerðini har heima - og samstundis er brúkið av liðugtgjørdum matvørum vaksandi. Tað merkir, at fleiri skúlabørn í dag vita nógv minni um, hvat maturin, tey eta, kemur frá, enn fyri bert einum ættarliði síðani. Stríðið móti Matoyðsli er eitt ókeypis undirvísingartiltak, ið setir fokus á fyrimunirnar við at minka um matoyðslið og fáa størri vitan um matin, vit koyra í munnin. Tá vit vita meira um tað tilfeingi, vit brúka, gerast vit eisini dugnaligari til at ansa eftir tí.


”Tað eru nógvir møguleikar fyri at minka um mongdina av mati, ið verður tveitt burtur", sigur Thomas Mikkelsen, menningarleiðari fyri verkætlanini Stríðið móti Matoyðsli. "Í Danmark hevur ein miðvísur innsatsur hesi seinastu 5 árini minkað um mongdina av mati, ið verður tveittur burtur, við 20%".

 

Westeninpuiston kuolo er tann fyrsti skúlin í Finnlandi, sum kemur við í verkætlanina, og hvønn dag í verkætlanarvikuni hava tey skula viga og skriva niður teirra matoyðsl. Næmingarnir eru farnir í holt við uppgávuna við stórum ídni, og tað sæst á matoyðsl-vektini, at tacos á matarskránni er betri dámt enn ertnasúpan. "Vit hava havt stóra gleði av at seta fokus á matoyðslið í skúlanum umvegis Stríðið móti Matoyðsli. Tað er við til at gera næmingarnar tilvitaðar um tað tilfeingi, ið lætt verður gloymt í einum skundmiklum gerandisdegi", sigur Merja Perkkiö, rektari.

 

Matoyðsl er nú ovarlaga á dagsskránni í øllum heiminum. Meðan 1 milliard fólk í heimshøpi hungra, fara 1,3 milliardir tons av mati fyri skjeytið. Hetta svarar til, at 40% av allari matvøruframleiðslu. Men hvat kunnu skúlanæmingar gera við tað?
Sambært Thomas Mikkelsen er tað av týdningi at vísa næmingunum á trupulleikan við matoyðsli og vísa, at vit øll hava eina ábyrgd fyri at gera nakað við tað. Tí fáa skúlarnir, sum tekna seg til Stríðið móti Matoyðsli, sendandi eitt ókeypis matoyðsl-skelti, ið kann brúkast til at fylgja við í og minka um oyðslið. "Næmingarnir á okkara skúlum er framtíðar brúkarar, og tey hava brúk fyri at kunna liva betri í samljóði við avmarkaða tilfeingið á okkara gongustjørnu. Við at viga matoyðslið hjá flokkinum, gerst evnið knappliga meira veruleikakent og gevur næmingunum eina uppliving av, at tað, sum vit sjálvi gera, ger mun", sigur hann.

 

Stríðið móti Matoyðsli er fyri skúlar í øllum Norðurlondum fram til 23. mars 2016, tá ein vinnaraflokkur úr hvørjum landi verður funnin. Hesir flokkar fáa EUR 670 til flokskassan. Stríðið móti Matoyðsli finst á læringsportalinum www.nordeniskolen.org, sum Samband Norrønu Felaganna rekur við stuðli frá Norðurlendska Ráðharraráðnum.

Mynd: Norden i Skolen: Næmingarnir á Westendinpuiston koulu, Ella Päarni, Kare Storckovics, Liina Virta og Aksel Paul, greiða frá um luttøkuni hjá skúlanum í Stríðnum móti Matoyðsli - ein av fleiri umhvørvisverkætlanum, sum skúlin hevur luttikið í.