00
00
00
00

Norrønt Skúlakjatt

NORÐURLENDSK SKÚLAKJATT Á NORÐURLANDADEGNUM 23.03.2017


Norðurlendskt Skúlakjatt er ein nýggjur háttur at hitta aðrar norðurlendskar skúlanæmingar – og samstundus ein einastandandi máti at skilja tónaløgini, líkheitirnar og ymiskleikarnar í hinum norrønu málunum. Videokjattið, ið er dagført í mun til seinasta ár, fer fram á Norðurlandadegnum hin 23.03.17. Tað verður opið í tíðarskeiðinum 11.00-13.00 (12.00-14.00 CET). Allir skúlanæmingar í Norðurlondum kunnu vera við. Tað krevst einans, at ein torir at royna seg á norskum, donskum ella svenskum. Luttøkan er ókeypis.

 

Sí kunningarsjónband (á donskum):

 

Nýggji leisturin: Geo-veiðan

Norðurlendskt Skúlakjatt er ein skipan, sum gevur næmingum møguleika fyri at tosa við aðrar næmingar í Norðurlondum í tilvildarligari røð – júst sum tá ein knappliga møtir einum tilvildarligum persóni í bussinum ella á gøtuni og fellur í tos við viðkomandi. Á skíggjanum eru tveir kjatt-gluggar – tú ert sjálv/ur í øðrum, og í hinum er ein tilvildaligur bólkur av norðurlendskum næmingum. Knøtturin "næsti" kann brúkast nær tað skal vera fyri at leypa frá einum tilvildarligum práti til tað næsta. So einfalt er tað!

 

Í ár verður Norðurlendskt Skúlakjatt skipað eftir einum nýggjum leisti, íblásturin kemur frá ‘Mystery Skype’, har forvitnir næmingar verða sendir út á eina spennandi og avbjóðandi kanningarferð um øll Norðurlond. Næmingarnir verða settir fyri landafrøðiligum avbjóðingum, tá Norðurlendskt Skúlakjatt verður hin 23. mars, og eitt ávíst granskingararbeiði skal gerast fyri at loysa avbjóðingina. Leisturin til Norðurlendskt Skúlakjatt í ár gongur nevniliga út uppá, at næmingarnir skulu gita hvar í Norðurlondum hinir næmingarnir í kjattinum eru staddir. Avbjóðingin ger, at næmingarnir royna sínar kunnleikar um m.a. norðurlendska landafrøði, mentan og mál – og tað besta er, at næmingarnir, ið luttaka í Norðurlendska Skúlakjattinum læra saman og av hvørjum øðrum.

 

Hetta eru leikreglurnar

  1. Být flokkin upp í minni bólkar á 2-3 næmingar. Allir næmingabólkarnir mugu hava atgongd til tvær teldur. Onnur teldan til at kjatta við aðrar norðurlendskar næmingabólkar, og hin til at brúka Google Maps fyri at kunna seg á einum korti.
  2. Tá næmingarnir hava fingið samband við ein annan bólk av norðurlendskum næmingum, kunnu tey geva seg til kennar við navni og floksstigi – men minst til, at næmingarnir ikki mugu siga navnið á skúlanum har tey ganga.
  3. Eftir at næmingarnir hava givið seg til kennar, fer spurnarumfarið í gongd. Annar næmingabólkurin byrjar við at seta ein spurning. Við bert at seta einfaldar JA- ella NEI-spurningar skulu næmingarnir savna inn nóg mikið av upplýsingum til at kunna gita hvar í Norðurlondum hin næmingabólkurin er staddur.
  4. Tá spurningurin er settur, skal hin næmingabólkurin svara. Minst til, at tað ikki er loyvt at svara spurninginum við øðrum enn JA ella NEI. Tá svarið er givið, skal hin næmingabólkurin seta fram ein spurning.
  5. Tá báðir næmingabólkarnir hava gitt rætt hvar hin bólkurin er staddur, er tað upp til næmingarnar sjálvar nær tey vilja siga farvæl og trýsta á “næsta” í kjattinum. Ein nýggjur næmingabólkur frá einum øðrum norðurlandi kemur síðan fram í kjattinum, og næmingarnir byrja eitt nýtt umfar fyri at finna útav, hvar í Norðurlondum hinir næmingarnir í kjattinum eru staddir.

 

Fyrireiking og prei

  1. Stovna ein brúkara á www.nordeniskolen.org í góðari tíð áðrenn tiltakið verður hildið hin 23. mars. Umframt at stovna ein skúlaflokk, skulu næmingarnir eisini skráseta seg, so at teir fáa atgongd til Norðurlendskt Skúlakjatt umvegis sín egna brúkaravanga.
  2. Undan tiltakinum kann tað vera snilt um flokkurin samstarvar um at orða rímiliga góðar kanningarspurningar at brúka í Norðurlendska Skúlakjattinum. Eitt gott prei er at byrja kjattið við at seta almennar spurningar, fyri síðan at gera spurningarnar meira nákvæmar so við og við, sum næmingarnir savna vitan um hvar í Norðurlondum hinir næmingarnir munnu vera staddir.
  3. Syrg fyri, at øll útgerðin, ið skal brúkast til Norðurlendskt Skúlakjatt, riggar sum hon skal áðrenn tiltakið byrjar.

 

Hetta tørvar tær fyri at vera við


Luttøka í Norðurlendska Skúlakjattinum krevur:

  • Teldu við myndatóli og mikrofon
  • Mælt verður til at brúka hoyritelefonir
  • Firefox ella Google Chrome verða brúkt sum kagar
  • Teldlar og snildtelefonir kunnu tíverri ikki brúkast 

 

Góður atburður og góðar upplivingar

Norðurlendska Skúlakjattið skal skapa góðar upplivingar og vinaløg - ikki tað øvugta. Norden i Skolen setir tí krav um, at allir næmingar fara við hvør øðrum við virðing og tosa ordiliga sínámillum. Vit mæla til, at tit í flokkinum tosa um góðan atburð á netinum (web-etikk), áðrenn tit fara í holt við Norðurlendska Skúlakjattið. Tosa t.d. við næmingarnar um, at tey ikki einans umboða seg sjálvi, tá tey tosa við næmingar úr øðrum Norðurlondum, men at tey eru ambassadørar fyri allan skúlan, býin og landið. 

 

Norðurlendskt Skúlakjatt hevur ikki opið alt samdøgrið, men bert í tíðarskeiðinum  12.00-14.00 CET (tað er 11.00 til 13.00 í Føroyum), tá ansað verður eftir ferðsluni. Í útgangsstøði er ongin sensurur, men um óhóskandi atburður verður staðfestur, kann Norden i Skolen beinanvegin steingja fyri tí einstaka. Tað finst eisini ein "meldi"-knøttur, ið næmingar kunnu brúka í serligum støðum, um tey uppliva grovan óhóskandi atburð.

Billeder

Chatbanner.gif