Tann stóra norðurlendska jólaavbjóðingin
JÓLAKALENDARIN HJÁ NORDEN I SKOLEN
Er ein felags norðurlendskur jólakalendari framleiddur til allar næmingar í 4. til 6. flokk.
Jólakalendarin er ein ljóðleikur samansettur av 24 pørtum, har man sum lurtari fær møguleika at hoyra barnarøddir frá ymsum norðurlendskum londum.
Hvør partur hevur eisini eina myndasíðu, har vit hava valt út og animerað eina ektaða tekning, sum er gjørd av børnum frá øllum Norðurlondum.
Harafturat finnur tú eina læraravegleiðing og eitt hefti við uppgávum til allar 24 partarnar.
Ein vanligur jólakalendari hevur 24 partar, men tit ganga sjálvandi ikki í skúla heilt fram til jólaaftan. Tí kunnu tit lurta eftir meir enn bert einum parti hvønn dag, soleiðis at tit koma ígjøgnum kalendaran. Tann einasti parturin, sum er gjørdur til ein heilt serligan dag er 13. partur, sum er til Luciadagin tann 13.12.
Søgan
100 tilvildarliga útvald børn hava fingið ein rimmar møguleika. Tey eru nevniliga útvald til Tí stóru norðurlendsku jólaavbjóðingina- eitt real life spæl, har øll sum koma ígjøgnum tað fáa sítt størsta ynski uppfylt. Børnini eru samlaði frá øllum Norðurlondum og skulu nú ferðast runt í Norðurlondum fyri at gjøgnumføra tær ymsu avbjóðingarnar. Hvør avbjóðing tekur útgangsstøði í einari lokalari jólasiðvenju- og børnini skulu bæði verða djørv og kreativ í kampinum ímóti fullum elgum, Lucia eldi og finskari sauna.
Tað er norðurlendska jólasiðvenjunnar svar uppá Squid Game og Battle Royale. Bara við børnum og væl minni av blóði