Norden i Skolen er ein kostnaðarfríur, hugsjónarligur, religións og partapolitiskt- óbundin undirvísingarpallur, sum gevur amboð til lærararar og næmingar í øllum Norðurlondum at arbeiða við, tá arbeitt verður við grannamálsfatan, norðurlendskari mentan og samfelagsviðurskiftum, í ymsum skúlaevnum. Í lærara universinum er ikki bara skúlatilfar, ið er tilevnað av didaktiskum serfrøðingum og týðandi amboðum, sum stuðla og hugkveikja lærarar í teirra dagliga yrki. Tað er eisini heimsins størsti norðurlendski stuttfilmspallur, har næmingar kunna knýta vinabond yvir landamørk og síggja seg sjálvar í einum størri samanhangi. Tilfarið vendir sær fyrst og fremst til fólkaskúlan og miðnám, og er ment við útgangsstøði úr námsætlanum og førleikamálunum frá teimum ymsu londunum. Í okkara alheimi er altíð okkurt nýtt at finna, granska ella uppliva.
"Norden i Skolen hjálpir nógv við at skapa eina fatan fyri næmingarnar um hvussu Norðurlond mentanarliga, søguliga og málsliga hava eitt felags upphav, og heimasíðan hjálpir sera nógv við at hækka kunnleikan til og forvitni um tær felags tilvísingar vit í teimum norðurlendsku londunum hava til hvønn annan."
- Lærari
Ein verkætlan við stuðli frá ráharraráðnum
Norden i Skolen verður stýrt av Norrøna felagnum, sum er samstarvsorganið hjá nationalu Norrønu feløgunum. Norrøna felagið arbeiðir fyri at styrkja ta norðurlendska samstarvið á øllum stigum og fyri at spjaða út kunnleika um norðurlendsku málini, mentanina og søguna, og somuleiðis teir møguleikar, ið norðurlendsku íbúgvararnir hava tvørtur um landamørk. Fíggingin til Norden i Skolen kemur frá norðurlendska ráðharraráðnum.
"Vit sáa eitt sáð av áhuga hjá næmingunum fyri okkara grannar, takkað verið hesum pallið."
- Lærari
Virðisløntur pallur
Við íkasti frá meira enn 20 londum, varð Norden i Skolen í 2020, tilnevnt av einari altjóða dómsnevnd, sum leiðandi innovatørar innan umráði mállæru í HundrEDs Spotlight on Bilingual Education.
"This is an innovation that is close to my heart. In a time that many have the possibility to travel far the Nordics are sometimes forgotten. I find it important to not forget what we have in common with the other Nordic countries."
- Limur í HundrEDs dómsnevndini
Í ár 2011 fekk pallurin ein prís frá norðurlendska ráðharraráðnum, sum besta úrtøka innan útbúgving við denti á at styrkja fatanina av donskum, norskum og svenskum, hjá børnum og ungum í øllum Norðurlondum.
Práta við okkum
Set teg endiliga í samband við okkum, um tú hevur spurningar, hugsanir, ella okkurt annað.
kontakt@nordeniskolen.org