Norden i Skolen verður stýrt av Norrøna felagnum, sum er eitt demokratiskt, partapolitiskt og átrúnarligt óbundið hugsjónarligt felag, sum er umboðað í teimum fimm Norðurlondunum Danmark, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki, og teimum sjálvstýrandi umráðunum Føroyar, Grønland og Áland. Endamál felagsins er at styrkja og menna tað norðurlendska samstarvið við fokus á, millum annað, skúla og útbúgving, kunning, skiftisnæmingar, vinarsamstarvna og mentan. Síðani byrjanina hevur Norrøna felagið framt samstarv og eggja tilknýti í Norðurlondum gjøgnum fundir og dialogi millum menniskju og yvir landamørk.
"Við vitan, vinalagi og samstarvi skulu Norðurlond mennast til tað landaøkið, har møguleikar standa tær í boði."
Norrøna Felagið
Virksemið verður framt lokalt, regionalt og nationalt tvørturum Norðurlond og tey baltisku londini. Virksemið ger møti møguligt, ið skapar býti av royndum, kunnleika og einari djúpri skiljan av okkara líkleikum og ólíkleikum í Norðurlondum.
Samstarviði í Norrøna felagnum verður organiserað av meginfelagnum Föreningarna Nordens Förbund, har Norden i Skolen eisini hevur skrivstovu. Størsta uppgávan hjá Föreningarna Nordens Förbund er at samskipa og stuðla arbeiði fyri einum sterkum norðurlendskum samstarvi á øllum stigum hjá nationalu feløgunum.
Søgan
Í kjalarvørrinum av fyrra veraldarbardaga, sum hevði við sær økt norðurlendskt samstarv, bleiv Norræna félagið stovnað í árinum 1919 í Danmark, Noreg og Svøríki, meðan Finnland og Ísland fóru upp í nøkur ár seinni, og somuleiðis tey sjálvstýrandi umráðini Føroyar, Áland og Grønland. Í árinum 1965 varð eitt norðurlendskt meginfelag stovnað, Föreningarna Nordens Förbund, við einari nevnd samansettari av formonnunum frá nationalu feløgunum. Harafturat fevnir felagið um eitt sjálvstøðugt ungmannafelag, Föreningarna Nordens Ungdomsförbund, og limafeløgini.
Norrøna Felagið hevur tvær ferðir, í árunum 1932 og 1933, verið tilnevnt til friðar nobelprísin, og hevði tað eisini ein aktivan lut í samband við stovnanina av norðurlendsku ráðini Norðurlendska ráðið og Norðurlendska ráharraráðið. Felagið var eisini ein partur av arbeiðnum, sum førdi til norðurlendska passsamveldi, tann almenna arbeiðsmarknaðin, sosiala sáttmálan, málsáttmálan og tankarnir um ein sameindan norðurlendskan marknað.
Limaskapur
Sum limur í Norræna félagið, vísir tú á at sambandi og vinarrelatiónirnar í Norðurlondum, skulu takast í álvara og styrkjast. Tú kanst innlimast sum privat persónur og í fleiri londum eisini sum skúli. Norræna félagið skapar sambond og upplivingar, og knýtir bond millum norðbúgvar útfrá slagorðinum: Vitan kemur frá vinarbandi. Sum limur fært tú innbjóðingar um luttøku í norðurlendskum tiltøkum, skeiðum, ferðum, ráðstevnum og tú fært møguleikan at knýta nýggj sambond. Til tín, sum er millum 16 og 35 ár, er møguleiki at blíva limur í Norrøna Ungmannafelag, sum skipar fyri mentanarligum tiltøkum fyri ung í øllum Norðurlondum.
Meira kunning um teir ymsu limaskapirnar kanst tú finna hjá Norræna félagið og ungamnnafeløgini í teimum ymsu londunum.