Fíggingin til Norden i skolen kemur frá Norðurlendska ráharraráðnum, sum er ein partur av almenna norðurlendska samarbeiðinum. Mentanin ið líkist, málsliga bakgrundin, felags søgan og landafrøðiliga støðan hevur skapað ein anda av norðurlendskari samhoyring, sum norðurlendsku londini hava valt í felags at arbeiða saman um. Tað almenna samarbeiðið verður framt í Norðurlendska ráðharraráðnum og Norðurlendska ráðnum, og er umfatað av Danmark, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki, og somuleiðis Føroyar, Grønland og Áland.
Norðurlendska ráðharraráðið – stjórnarsamstarvið
Norðurlendska ráðharraráðið er eitt politiskt organ fyri samstarvið millum stjórnirnar í teimum norðurlendsku londunum (uppítalt stýrini fyri Føroyar, Grønland og Áland). Norðurlendska ráðharraráðið arbeiðir fyri felags loysnum innan økir har tey norðurlendsku londini kunnu røkka betri úrslit við at samstarva, um at loysa uppgávur, hvør sær. Sambært núverandi málum skulu Norðurlond verða heimsins mest burðardyggu og intergreraðu landspartur í ár 2030. Høvuðsarbeiðsøkini eru búskapur, vinnulív, útbúgving, gransking, mentan, miðlar, lóg og rættur, umhvørvið og náttúra, vælferð og javnstøða, og uttanríkispolitiskt samstarv. Norðurlendska ráðharraráðið varð stovnað í 1971 og er, hóast navnið sipar til bert eitt, samansett av fleiri ráðharraráðum. Samansetingin í teimum ymsu ráðharraráðunum eru ymisk, alt eftir hvørji politisk økir tað snýr seg um, har hvørt politiskt øki hevur eitt ráðharraráð samansett av fakfelagsráðharrum frá teimum norðurlendsku londunum.
Norðurlendska ráðið – tað parlamentariska samstarvið
Norðurlendska ráðið er eldri enn Norðurlendska ráðharraráðið og bleiv stovnað í 1952, við tí fyri eyga at styrkja samstarvið millum tey norðurlendsku ráðini, og er tað samstarvsorganið fyri norðurlendsku parlamentini. Drívmegin hjá tingmonnunum í Norðurlendska ráðnum, er viljin til at Norðurlond skulu verða eitt gott økið at búgva, liva og arbeiða í. Hetta er eisini primerað málið fyri tey uppskot sum taka seg upp í Norðurlendska ráðnum. Eitt uppskot sum er veruleiki, sum kom ígjøgnum í 1954, og sum hevur givið stóra ávirkan á felagsskaparkensluna, er norðurlendska passsamveldið, sum ger tað møguligt hjá norðurlendskum íbúgvum at ferðast uttan pass í londunum.
Ráðið hevur 87 limafundir. Danmark, Finnland, Noreg og Svøríki hevur 20 limafundir hvør, harav Danmark telist við tveimum umboðsmonnum frá Føroyum og tveimum frá Grønlandi, meðan Finnland hevur tveir umboðsmenn frá Álandi. Ísland hevur sjey limafundir. Ráðslimirnir sita í tinginum í teirra egnu londum, og verða valdir av tingmonnum eftir uppskot frá flokkunum. Norðurlendska ráðið hevur ikki beinleiðis val.