Norðurlendskt skúlakjatt er ein slóðbrótandi og stuttligur máti fyri norrønar skúlanæmingar at hittast. Kjatt-tiltakið gevur næmingunum ein serstakan møguleika fyri at skilja líkleikar og munir millum skandinavisku málini.
Skúlakjattið er eitt snúningskjatt, sum gevur næmingum møguleika at tosa við aðrar næmingar í Norðurlondum í eini tilvildarligari skipan. Á skíggjanum eru tveir kjattgluggar – ein sær seg sjálvan í øðrum og ein tilvildarligan norðurlendskan næming í hinum. Allir skúlanæmingar í Norðurlondum kunnu vera við – ókeypis!
Hvussu luttaki er í Norðurlendskum Skúlakjatti við flokki mínum?
- Fyri at vera við í Norðurlendskum Skúlakjatti skalt tú hava eina skrásetta brúkarakontu á Norden i Skolen (tað er ókeypis!)
- Melda tín flokk til ta tíðina, tit vilja luttaka, við at trýsta á tilmeldingarknøttin høgru megin tiltakið. Øll tiltøkini finnur tú á heimasíðuni fyri Norðurlendska Skúlakjattið/Nordisk Skolechat.
- Tá tiltakið er, rita tit inn á Skúlakjattið. Kannið frammanundan um útgerð og net virka, sum tey skulu, og ansið eftir, at ongar blokeringar, t.d. verjugarðar, eru.
Hvussu rita næmingarnir inn á Norðurlendskt Skúlakjatt?
Næmingarnir rita inn við einum næminga-loyniorði, sum sæst á váttanini, ið verður send, tá meldað verður til eitt tiltak. Hetta næminga-loyniorðið kann brúast av øllum tínum næmingum.
Hvussu melda vit okkum frá einum kjattumfari?
Um tú vilt melda flokkin frá einum tiltaki, kann tað gerast við at trýsta á leinkið, sum stendur í váttanini, ið varð send umvegis teldupost, tá tit meldaðu flokkin til. Dagfør síðuna og kannið eftir at tykkara flokkur ikki longur stendur meldaður til tiltakið.
GÓÐUR ATBURÐUR – GÓÐAR UPPLIVINGAR
Norðurlendskt Skúlakjatt skal geva góðar upplivingar og nýggjar vinir – ikki tað øvugta. Norden i Skolen krevur tí, at allir næmingar fara væl við hvør øðrum, og tosa virðiliga saman. Vit mæla til, at flokkurin tosar um, hvat góður atburður á netinum er, áðrenn farið verður í gongd við Norðurlendskt Skúlakjatt. Tosa til dømis við tínar næmingar um, at tey ikki bert umboða seg sjálvi, tá tey tosa við næmingar úr øðrum norðurlondum, men at tey eisini eru ambassadørar fyri teirra skúla, teirra bý og teirra land.
Norðurlendskt Skúakjatt er ikki opið alt samdøgrið, men bert eitt ávíst tíðarskeið, har ferðslan verður eftiransað. Í útgangsstøði er ongin sensurur, men um óhóskandi atburður verður staðfestur, kann Norden i Skolen fara inn og steingja viðkomandi. Tað er eisini ein ’meldi-knøttur’, sum næmingarnir kunnu trýsta á, um tey uppliva grovan, óhóskandi atburð.
Teknisk krøv
- Brúka Firefox ella Google Chrome sum kaga (Safari-iPad)
- Teldu og teldla (iOS11 útgáva ella nýggjari) við myndatóli /webcam og mikrofon
- Stovna ein lærara-vanga á Norden i Skolen
- Vit mæla til, at næmingarnir brúka smátalarar
Skúlakjattið verður hildið á serligum døgum, so halt eyga við heimasíðuni og Facebook undan komandi kjattumfari!