BRÚKARALOYVI
Tú skalt góðtaka treytirnar niðanfyri fyri at gerast nýggjur brúkari og fáa atgongd til tilfarið á nordeniskolen.org.
SAMSKIFTI
Norden i Skolen.org setir krav um, at brúkararnir vísa virðing fyri hvørjum øðrum, meðan teir eru á síðuni. Tað merkir, at tosað verður virðiliga við og um hvønn annan og syrgt verður fyri, at tónin er skikkiligur. Tað er ábyrgdin hjá læraranum at kunna næmingarnar um góðan atburð og samskifti á på Norden i Skolen.org.
Norden i Skolen.org er heimilað at strika boð, sum vit halda vera særandi ella óhóskandi, eins og Norden i Skolen tekur sær rætt til at geva vitanina um brúkaran víðari til læraran, ið er tilknýttur.
INNIHALD - RÆTTLEIKI OG RÆTTINDI
Allar upplýsingar, sum tú skrivar inn, skulu vera rættar. Tað er bannað at geva teg út fyri at vera ein annar persónur, enn tú ert.
Hóast vit alla tíðina royna at tryggja okkum, at allir upplýsingar á heimasíðuni eru rættir, eigur tú at vera varug/ur við, at Norden i skolen.org ikki átekur sær ábyrgdina av ábyrgdini, um upplýsingarnar skuldu víst seg at verið ófulfíggjaðar, óneyvar ella fyrnaðar. Burtursæð frá støðum, har tað tíðuliga verður nevnt, hevur Norden i Skolen.org ikki ábyrgdina av innihaldinum.
Allur núverandi og framtíðar upphavsrættur, vørumerki og annar skynsamur ognarrættur við tilknýti til hesa heimasíðuna, hoyrir til Norden i Skolen.org v. Foreningerne Nordens Forbund og okkara loyvisgeva. Tú fært ongan rætt til heimasíðuna umframt ein avmarkaðan rætt til at brúka heimasíðuna í samsvari við hesar treytir.
Tú kanst ikki bjóða út, selja ella víðarisenda til annan miðil nakran part av heimasíðuni ella innihaldinum. Tað er ikki loyvt at gera part av heimasíðuni til part av aðrari heimasíðu, hvørki sum leinki ella annað, uttan so at Norden i Skolen.org skrivliga hevur givið loyvi til tess. Tú kanst ikki brúka navnið hjá Norden i Skolen.org ella misbrúka brandið hjá Norden i Skolens brand á nakran hátt.
Tú mást ikki brúka hesa heimasíðuna í ólógligum ørindum. Harvið góðtekur tú, at tú ikki vilt senda, brúka, avrita, posta ella loyva sendingum, ið eru ærumeiðandi ella ósømilig, ella sum eru niðrandi, ósømiligar ella bróta frið hins einstaka. Tú góðtekur, at ikki senda sølu- ella reklamutilfar, spamm ella líknandi tilfar í nøkrum slag av hópsending, ið kunnu vera við til at órógva raksturin av heimasíðuni ella órógva nýtsluna hjá vitjanini av heimasíðuni.
Norden i Skolen.org v. Foreningerne Nordens Forbund tryggja sær rættin til altíð og uttan ávaring at kunna betra, umskipa, broyta, støðga ella steingja alla ella partar av heimasíðuni, og avmarka ella banna atgongd til síðuna.
Upplýsingarnar, sum vit fáa umvegis heimasíðuna, verða viðgjørdar í trúnaði og verða ikki latnar víðari til onnur uttan so, at tað er í tráð við okkara politikk fyri dátutrúnað ella sambært avtalu við teg.
Tú góðkennir harvið, at Norden i Skolen.org v. Foreningerne Nordens Forbund ikki kunnu hava endurgjaldsábyrgd fyri útreiðslum, krøvum, skaðum og skaðaendurgjøldum (herundir rættarligar útreiðslur), sum verða áløgd Norden i Skolen.org sum avleiðing fyri tíni misnýtslu av hesi heimasíðuni ella tínum broti á hesar treytir.
Hóast henda heimasíðan hevur leinkjur til aðrar heimasíður, so hevur Norden i Skolen.org ikki tamarhald á slíkum síðum. Norden i Skolen.org kann tí ikki átaka sær ábyrgd fyri rættleikanum ella øðrum í innihaldinum, ella fyri tryggleikanum í at brúka slíkar síður. Títt brúk av slíkum síðum er upp á egna ábyrgd.
Um tú ikki heldur hesar treytir, hevur Norden i Skolen.org møguleika fyri at forða tær atgongd til heimasíðuna og nokta fyri at geva tær loyvi aftur.
Hesar treytir kunnu broytast av Norden i Skolen.org nær tað skal vera. Títt brúk av heimasíðuni eftir slíka broyting, vísir eisini tína góðkenning av hesum broytingum.
Hesar treytir og innihaldið av heimasíðuni eru fevnd at donskum rætti og løgdøminum hjá donskum dómstólum.
Spurningar og fyrispurningar um heimasíðuna ella við tilknýti til Norden i Skolen.org, biðjast verða sendir við telduposti.
VIÐGERÐ AV PERSÓNLIGUM UPPLÝSINGUM
Við at melda teg til Norden i Skolen, so samtykkir tú at vit sleppa at goyma og viðgera tínar persónligu upplýsingar. Tær upplýsingar, ið tú fyllir á tilmeldingarskjalið, verða goymdar á ambætaranum hjá Norden i Skolen.
Tær upplýsingar við goyma frá tær kunnu brúkast til at:
- Fáa upplýsing um hvussu brúkararnir eru spjaddir landafrøðiliga
- Stuðla undir virksemið á Norden i Skolen, so sum skúlakjatt og vinaflokkaskipanina
- Fáa samband við teg við tíðindum og týdningarmiklum broytingum á www.nordeniskolen.org
Vit gera ymisk trygdartiltøk fyri at verja tínar persónligu upplýsingar, og brúka framkomnar rekingarhættir fyri at fjala viðkvæmar upplýsingar, ið verða sendar umvegis internetið. Einans starvsfólk, ið skulu fremja seruppgávur, fáa atgongd til persónligar upplýsingar, ið ger tað møguligt at kenna fólk aftur. Norden i Skolan letur aldrin út persónligar upplýsingar til triðjapart uttan títt samtykki.
Tú hevur rætt til at vita um allar upplýsingar, ið hava við teg at gera, og tú hevur krav um at fáa at vita allar upplýsingar, sum vit hava goymt við at seta teg í samband við okkum á kontakt@nordeniskolen.org.
Tú hevur rætt at fáa tínar persónligu upplýsingar strikaðar. Tú kanst biðja um at fáa tínar persónligu upplýsingar strikaðar við at seta teg í samband við okkum á kontakt@nordeniskolen.org. Vit strika tá eisini allar upplýsingar, sum kunnu setast í samband við teg.