Vit hava í løtuni ongi leys starvsvenjingarpláss, men fylg við á okkara sosialu miðlum har vit dagføra nýggjastu tíðindini. Tú ert eisini vælkomin at senda eina okkum eina óumbidna umsókn til kontakt@nordeniskolen.org, so hava vit teg í huga næstu ferð eitt starv sum starvslesandi verður tøkt.
Á hvørjum ári tekur Norden í Skolen ímóti starvslesandi úr ymsum londum á skrivstovuni í Keypmannahavn. Men hvussu er tað at vera starvslesandi hjá okkum? Her greiða nakrir av fyrrverandi praktikantum frá sínum royndum.
Ingrid Lorange, NorEg
Eg eri útbúgvin lektari í norðurlendskum við søgu sum aðru lærugrein, og í míni tíð sum starvslesandi havi eg kunnað brúk nógv frá míni útbúgving, samstundis, sum eg havi lært nógv nýtt.
Eg havi eitt nú verið við til at gera nýtt frálærutilfar til Norden i skolen, eg havi arbeitt við Norðurlendsku Bókmentavikuni, eg havi verið í samráðingum um rættindi til tekstir og filmar til ymisk frálæruskeið og ikki minst havi eg lært nógv nýtt um norðurlendskt samstarv!
Eitt hæddarpunkt í míni tíð í Norden i skolen var tá eg slapp at fara til Íslands og vera við til at skipa fyri einum læraraseminari har. Kortini hevur tað verið teir vanligu dagarnir á skrivstovuni mitt í Keypmannahavn, saman við góðum starvsfeløgum, sum eg havi virðismett allarmest.
Katarina Heikkinen, FinNland
Tá eg flutti Keypmannahavnar hevði eg onga hóming av teirri ótrúligu og mennandi uppliving eg hevði fyri framman!
Meðan eg var á Norden i skolen hevði eg ógvuliga skiftandi arbeiðsuppgávur. Tað hevur verið spennandi at vera við til at leggja bæði størri og minni tiltøk til rættis, alt frá skúlavitjanum til stórar ráðstevnur. Eg havi enntá sloppið at arbeiða við konseptmenning av tilfari til heimasíðuna, við samskifti og at samráðast um brúksrættindi og loyvi fyri tilfari til pallin, og so havi eg eisini innspælt voiceovers til undirvísingartilfar.
Um várið fekk eg møguleika at ferðast og greiða frá um Norden i skolen á læraramessuni í Göteborg. Tað var hugkveikjandi at koma í samband við lærarar og hoyra teirra hugsanir um hvussu ein fær norðurlendska sjónarhornið við í frálæruna, og hvat slag av tilfari tey fegin vildu hava meira av..
Norðurlendska sjónarhornið hevur ein týðandi leiklut í arbeiðinum, og eg havi lært nógv um norðurlendskt samstarv á fleiri stigum. Harumframt havi eg lært meg bæði danskt og norskt av tí at arbeiðsmálið á skrivstovuni er tey skandinavisku málini.
At koma til Keypmannahavnar var ein dreymur, sum gekk út. Tað er ein ótrúligur býur við onkrum fyri øll og alt er nærhendis, takkað verði teimum fantastisku súkklubreytunum. Í frítíðini havi eg nýtt høvið til at vitja søvn og kaffistovur, verið á sunnudagsloppumarknaðum og til ókeypis konsertir og annars bara livað lívið.
Eg viðmæli starvsvenjing uttanlands av øllum mínum hjarta! Tað er ikki einans ein møguleiki at mennast fakliga, men eisini persónliga.
Molly Åkebrand, SvØRÍKI
Eg søkti leiklutin sum starvslesandi tí at eg vildi royna lívið uttanlands, og samstundis mennast á arbeiðsmarknaðinum. Tað besta við míni tíð á Norden i skolen var at kunna royna meg á so nógvum ymiskum arbeiðsøkjum. Eg havi millum annað arbeitt sum vevritstjóri, við at menna frálærutilfar, skipa fyri læraraseminarum og framleitt innihald til sosialu miðlarnar.
At hava fingið møguleikan at mennast bæði fakliga og persónliga hevur verið ein av størstu fyrimununum við míni starvsvenjing. Tað hevur verið spennandi, avbjóðandi og ógvuliga gevandi. Eg havi hitt nýggjar vinir fyri lívið, og eitt heim í einum øðrum býi. Tað hevur verið ein ótrúlig ferð upp á fleiri mátar!
Eitt hæddarpunkt hetta árið var avgjørt at sleppa til Íslands og kanna hvussu okkara pallur verður brúktur har. Spennandi var at skifta orð við lærarar og næmingar um teirra royndir. Harumframt hevur tað verið stuttligt at læra Danmark at kenna við at halda læraraseminar kring um í landinum. At hitta hugfangaðar lærarar hevur veruliga verið nakað av tí mest inspirerandi í míni tíð sum starvslesandi. Eg havi eisini havt framíhjárættin at sleppa at framleiða egið frálærutilfar – ein fantastiskur møguleiki at at sleppa at stuðla floksrúmum kring øll Norðurlond!
Eg eri so takksom fyri allar tær royndir eg havið fingið, og síggi fram til at taka hesar lærdómar við mær inn í framtíðina. Ár mítt hevur givið mær gott innlit í hvagar eg skal fara víðari á míni starvsleið.