Foreningerne NORDENs Forbund (FNF) leggur til rættis samstarvið millum norrønu feløgini í teimum 8 norðurlondunum. Norrønu feløgini arbeiða fyri einum øktum norðurlendskum samstarvi innan:
- Arbeiðs- og vinnulív
- Mentan
- Útbúgving
- Umhvørvi
- Fjølmiðlar
Tað er uppgávan hjá FNF at samskipa og stuðla hesum arbeiði.
Kunnleiki, vinskapur og samstarv
Við kunnleika, vinskapi og samstarvi skulu Norðurlond vera ein heimspartur við ríkum møguleikum.
Tí er málið hjá FNF at spjaða kunnleikan til mál, mentan, søgu og samfelagslív í hinum Norðurlondunum. Vit taka stig til eitt økt fólksligt samstarv innan Norðurlond og Evropa og í størri altjóða samanhangi