Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Læraravegleiðing

Finn ein vinarflokk

amanda_finskas_11.jpg

Umvegis Norden i Skolen hevur tú nú møguleika til af fáa samband við ein skúlaflokk í einum øðrum Norðurlandi. Samstarv við ein vinarflokk letur upp fyri nógvum spennandi møguleikum - bæði fakliga, mentanarliga og sosialt. Næmingar kunnu fáa nýggjar vinir og hava tað stuttligt samstundis, sum tey læra á ein hátt, ið er øðrvísi enn vanliga floksfrálæran. Nógvir næmingar fara ikki at læra virðið av norðurlendska mál- og mentanarfelagsskapinum fyrr enn tann dagin, tey sjálvi hava møguleikan fyri at royna tað.

 

SOLEIÐIS GERT TÚ

Norden i Skolen ger tað lætt at fáa samband við ein flokk í einum øðrum norðurlandi. Sum lærari skalt tú einans gera soleiðis:

  1. Stovna teg sum brúkara á www.nordeniskolen.org - tað er ókeypis!
  2. Rita inn og trýst á valmøguleikan 'Finn vinaflokk’
  3. Marka 'JA' til at tú leitar eftir vinaflokki.
  4. Finn og vel ein flokk á listanum yvir møguligar vinaflokkar og set teg í samband við læraran. Tín umsókn verður tá send til teldupostin hjá norðurlendska starvsbróðuri tínum. Fylg við á egnum telduposti nær tú fært svar.

Finn tín vinaflokk HER.

 

SØK PENGAR FYRI AT VÍÐKA SAMSTARVIÐ

Um áhugi er fyri at víðka vinasamstarvið, eru góðir møguleikar fyri at fáa fíggjarligan stuðul frá einum av norðurlondunum. Á Norden i Skolen er eitt yvirlit yvir nakrar av teimum grunnun, ið møguleiki er at søkja úr og fáa eitt innlit í, hvat grunnarnir vanliga lata stuðul til. Sí grunnarnar HER.