Norðurlond kalla!
Norðurlond kalla!
Í Norðurlondum hava vit, millum annað vegna ta longu søguna, nógv í felag. Samstundis eru ymiskleiki og fordómar bæði millum tær norðurlendsku tjóðirnar og innanhýsis í londunum. Skulu vit kenna Norðurlond betur, mugu vit vita meiri um hvønn annan; vit skulu uppliva málini hjá hvørjum øðrum, men eisini, hvussu vit liva, erliga og uttan fordómar.
Tað eru nógvar søgur og hugsanir um Norðurlond, men nú vilja vit síggja tykkara persónligu frásagnir. Í hesi verkætlan skulu tit gera filmar um norðurlendsk støð og sjónarmið: Hvussu sær út hjá tykkum, um tit skulu vísa eitt púra nýtt sjónarhorn? Hvat merkir tað yvirhøvur, at vera partur av Norðurlondum - um tit skulu orða tað stutt á filmi?
Deilið filmarnar við onnur ung í Norðurlondum, og kjakist um, hvørji sjónarmiðini um norðurlendska ungdómslívið eru.
Luttakið við tykkara flokki í seinasta lagi tann 1. november 2026.
Ein máti at gera vart við seg - og geva seg til kennar í Norðurlondum - er at gera filmar og deila teir: Norðurlond kalla á og vilja síggja filmar úr øllum heraðshornum í norðurlendska felagsskapinum! Filmar lata upp, bæði hurðar og sinni, tvørtur um landamørk. Kanska megna teir eisini at førka mørkini eitt sindur?
Ímyndið tykkum, at tit skulu lýsa, hvørji tit eru, og hvar tit hoyra til, fyri øðrum ungum í Norðurlondum. Hvussu sær út hjá tykkum og hjá hinum? Hvussu kennist tað at vera ungur í norðurlondum, hvat bindir okkum saman - ella skilir okkum - sum norðbúgvar? Tíðin er komin til nýggjar, fjølbroyttar myndir av mentanum og landsløgum, filmaðar av tykkum, ið kenna Norðurlond innanífrá.
Fylgið stigunum niðanfyri, takið arbeiðsbløðini, sum lýsa øll stigini. Meiri kunning til læraran eru at finna í læraravegleiðingini.
Tit byrja við at hyggja nærri at verkætlanini og Norðurlondum á filmi. Hyggið at filmsbrotum frá professionellum heimildarfilmum frá og um Norðurlond; kjakist um spurningarnar í arbeiðsblaðnum:
Finnið rætta sjónarmiðið til filmin og kjakist um, hvat tykkara stað í Norðurlondum fevnir um - tá ið tit hyggja nær. Greiðið frá, hvat tað merkir at hoyra til, liva og vera ungur júst har, ið tit eru. Hugsið um, hvussu tit, við serligu filmslistarligu frásøgusnildunum, kunnu vísa tykkara persónliga tilknýti við staðið. Sum eykauppgávu kunnu tit seta spurnartekin við norðurlendska felagsskapin... Er hann veruligur?

Hyggið at dømum um næmingafilmar og fáið íblástur til tykkara egnu serstøku filmar. Veljið eina góða staðseting í nærumhvørvinum og fáið skil á boðskapi, senum og keldum. Við bólkaarbeiði menna tit hugskot og storyboard til upptøkurnar. Hvussu kann lívið miðlast við filmi - til hini í Norðurlondum?
Upptakið filmin á valdu staðsetingini og nýtið storyboard sum vegleiðing. Sigið ein greiða søgu um tykkara stað, við at nýta filmslistarligar frásøgusnildir - og sendið ein boðskap. Redigerið filmin við einum forriti, ið tit duga at nýta. At enda skulu vit senda filmin upp og deila hann við øll Norðurlond.