Hin 11.11 er norðurlendskur veðurlagsdagur, og her í Norden i Skolen halda vit dagin við at fokusera á veðurlag og burðardygd í allan november. Her hava vit savnað tilfar til tín, ið undirvísir 7.-10. flokk ella á miðnámsstøði og ert áhugað/ur í einum norðurlendskum sjónarvinkli í undirvísingini um veðurlag og burðardygga menning.
Norðurlendskt skúlakjatt um veðurlag
7.-10. FL. & MIÐNÁMSÚTB. Veðurlags- og umhvørvisspurningar kenna ikki landamørk og krevja samstarv og samsskifti millum lond. Norðurlendsk veðurlagskjatt leggur seg bæði eftir skandinaviskari grannamálsfatan og burðardyggari menning. Ætlanin leggur upp til tvørfakligt samstarv millum náttúruvísindi, samfelagsfak og móðurmálsfrálæru.
- 9. november kl. 09.00-10.00. Málbólkur: Miðnámsútb.
- 10. november kl. 09.00-10.00. Málbólkur: 7.-10. flokkur.
Melda tín flokk til her og les meira um tiltakið
Les meira um Norðurlendskt Skúlakjatt her
Granska veðurlag gjøgnum film
7.-10. FL. Í stuttfilminum "Fuck Fossils" fylgja vit tveimum ungum eitt heystarkvøld ár 2050. Gerandisdagur teirra er longu nógv ávirkaður av veðurlagsbroytingunum, og avleiðingin og stóri spurningurin hetta kvøldið er, um heimurin hevur megnað at avmarkað alheims upphitingina til 2 stig? Tey, ið spæla høvuðsleiklutirnar eru Thomas Hayes (m.a kendur fyri sín leiklut sum William í sjónvarpsrøðini SKAM) og Rebekka Kjølle. Filmurin byggir á granskingarfrágreiðingina "En framtid du ikke vil ha" hjá Thomas Cotti.
MIÐNÁMSÚTB. Í heimildarfilminum "Rejsen til isens indre" fer leikstjórin við tveimum av heimsins førandi ísafrøðingum á slóðbrótandi, vísundaligar kanningaferðir á grønlendska innlandsísinum. Allir eru teir sannførdir um, at veðurlagsgranskingin ikki einans kann at byggja á fylgisveinamátingar og teldumyndlar. Vísundafólkini mugu vera til staðar har, sum broytingarnar henda, fyri at fáa álítandi úrslit. Allir tríggir royna teir at finna svar upp á mest týðandi spurningin í okkara tíð: Hvussu skjótt bráðnar ísurin?
SJEY NÝGGIR TEMAPAKKAR VIÐ FOKUS Á ÚTBÚGVING FYRI BURÐARDYGGA MENNING
MIÐNÁMSÚTB. Í samstarvi við Menntamálastofnun (undirvísingarstýrið í Íslandi) kann Norden i Skolen geva tykkum umfatandi tilfar til útbúgving fyri burðardyggari menning. Heimsmál ST's 4.7 staðfestir, at allir næmingar skulu hava neyðugan kunnleika og førleika til at fremja burðardygga menning. Nýggja tilfarið fevnir um temapakkar, sum júst taka støði í hesum máli. Hví ikki byrja við temanum um veðurlagsbroytingar?