22.08.2024
Tveir frálærupallar í einum
Hevur tú vitjað henda frálærupallin í seinastuni, hevur tú møguliga ansað eftir, at hann sær eitt sindur øðrvísi út. Frálærupallurin finst nú í tveimum útgávum, einari fyri fólkaskúlan og einari fyri miðnám. So hvørt sum okkara úrval veksur, hava vit valt at býta pallin sundur til tess at nøkta tørvin hjá báðum málbólkum á besta hátt. Er tað so, at tú brúkar tilfar frá báðum skúlasløgunum í tínum arbeiði? Tað er einfalt at skifta millum millum tær báðar útgávurnar, tú skalt bara trýsta á pílin undir liðini á búmerkinum ovast til vinstru.